Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 27 SÝNSFÓLK UPPGÁVAN Uppgávan snýr seg um regluligt sýn av ak før um og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlits - støð stovnsins, og høvuðsarbeiðsstaðið verður í Tórs havn. Tað eru 6 sýns fólk í starvi á deildini. FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum, at tú hevur bilmekanikara- útbúgving og hollar royndir á økinum. Dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi, men kortini kann fremja sýnsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum stórvognsmekanikari, hevur teldukunnleika og koyrikort til lastbil/buss og stóran viðfestivogn. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyr - andi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Akstovan Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206 FO 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. februar 2017. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara, á tlf. 35 04 28. Akstovan søkir eftir sýnsfólki at byrja skjótast gjørligt. Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfarssýn, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjald og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Akstovan sýnsdeildir um landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk. AKADEMIKARAFELAG FØROYA Ársaðalfundur Ársaðalfundur verður leygardagin, 22. apríl. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Kunnað verður seinni um stað og klokkutíð Nevndin SØKIR HJÁLPARFÓLK Talan er um 0,8 tíðar starv, har tann,ið settur verður kemur at røkja • Flutningstænastuni hjá Roðanum og • fyrifallandi arbeiði eftir nærri avtalu Førleikakrøv til umsøkjarin: • koyrikort • stóra koyrikort ein fyrimunur • royndir innan eldraøkið • dugir at samskifta við eldri borgarar og avvarðandi teirra • heilsufakligútbúgving ein fyrimunur • góðan samstarvsførleika • er jaligur fyri avbjóðingum og broytingum í arbeiðsuppgávum • arbeiðsamur og ábyrgdarfullur Vit kunnu bjóða: • Eitt sjálvstøðugt, mennandi og áhugavert starv • Eitt starv við nógvum avbjóðingum Lønar-og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála Um tú ynskir at vita nærri um starvið, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við leiðaran á Roðanum ,tlf 478200 ella 290200 ella tpost rodin@rodin.fo Lýsingin sæst eisini á okkara heimasíðu: www.rodin.fo Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 24. februar 2017. Umsóknin, merkt "hjálparfólk" ,skal sendast til : rodin@rodin.fo ella ROÐIN - økistænastan Friðartún 1 FO-620 Runavík at seta í starv 1. mars ella eftir nærri avtalu SJÚKRARØKTARFRØÐINGAR, HEILSURØKTARA / HEILSUHJÁLPARA Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri fyri teim,ið búleikast á heimum okkara, so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum. Søkt verður eftir • Sjúkrarøktarfrøðingi til Miðstovu í starvsbrøki 0,7 fyri tíðarskeiðið 01.04 - 31.12.17 • Heilsurøktara/heilsuhjálpara til Miðstovu í starvsbrøki 0,7 fyri tíðarskeiðið 01.04 - 31.12.17 • Sjúkrarøktarfrøðingi til Norðurstovu í starvbrøki 0,7 frá 01.04.17 at rokna. Umhugsar tú at fáa tær útbúgving innan økið, so ert tú vælkomin at søkja sum hjálparfólk. Starvsstaðið er Eysturoyar Røktar-og ellisheim. Førleikakrøv • Viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan økið • Áhuga í at arbeiða saman við eldri bo rgarum • Jaligan hugburð • Hug og hegni til samstarv • KT-førleika á brúkarastøði Vit kunnu bjóða • Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar • Góðar arbeiðsumstøður • Skipaða innleiðslu Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til ávikavíst Beintu Dalheim, deildarleiðara á Miðstovu 290210 og Kristbjørg Petersen, deildarleiðara á Norðurstovu tlf. 290205 Løn-og setanartreytir Setanarstaðið er Roðin økistænastan Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar. Umsókn Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐAN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík og skal verða okkum í hendi 25.02.17. Vinarliga viðmerk “Starv hjá Roðanum” í umsóknini. Lýsingin sæst eisini á okkara heimasíðu: www.rodin.fo Aðalfundur Føroya Sílaveiðufelag Føroya Sílaveiðufelag hevur aðalfund á Parnassinum á Hotel Hafnia fríggjadagin tann 3. mars kl. 19. Skrá sambart lógum felagsins. Møti fjølment. TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f Løð ham­ ar Seafood, Bryggjan 9 ­ Postboks 6, 900 Vágur, skrás.nr. 3907, sks.nr. 3­115/2014, verður hildin endaligur skiftifundur fríggjadagin tann 17. marts 2017, kl. 10.15, á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, til roynd av krøvum og staðfesting av uppskoti til roknskap og útluting við eini dividendu (býtis­ peningi) á 13,03498 % til vanlig krøv. Uppskotið við fylgiskjølum kann eftirskoðast á skriv­ stovuni hjá skiftirættinum. Fráboðaði krøv og onnur krøv, ið verða fráboðað eftir staðfestan av rokn skapi­ num, kunnu ikki verða tikin við. Útgjalding verður 4 vikur eftir staðfestingina, um ikki kært er innan ta tíð. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 7. februar 2017.