hósdagur 9. februar 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
32
MYND: HEINESEN MYNDIR
H
ósdagin í síðstu viku
fekk Dagstovnurin í
Hoyvík eitt postkort
úr Italia. Tað var frá 22
ára gamla Alessio, sum hevði sent
tað úr Róm.
Hann ynskti børnunum eitt
gott nýtt ár og rósti teimum annars
fyri tað vakra land, tey eiga.
- Tit eiga tað vakrasta landið í
heiminum, bergtakandi landslag,
so góðu tit, varðveitið tað, skrivaði
hann.
Í dagstovninum kendu tey einki
til hendan Alessio, og sóknaðust tí
eftir, um nakar annar mundi kenna
hann.
Nú er Alessio so komin undan
kavi. Eftir at greini stóð á in.fo, setti
hann seg í samband við Miðlahúsið.
– Sum tit vita, so eiti eg Alessio
og eri 22 ára gamal. Eg búgvi í
Fondi, ein lítil býur sunnan fyri
Lazio í Italia. Tað var eg, sum sendi
postkortið.
Alesssio sigur, at hann lesur
evnafrøði á universitetinum í
Siena.
– Eg elski náttúruna og umvegis
Google Earth ferðist eg um allan
heimin so at siga. Eg hyggi eisini
eftir nógvum ferðafrásøgnum á
Youtube. Ein dagin, tá eg “surfaði”
frá skotsku strondini, datt eg um
nakrar oyggjar og fall fyri teimum,
sigur hann.
– Eg havi sæð nógvar filmar
úr Føroyum og mær dámar væl
tykkara náttúru, landslag, djór,
umhvørvi og so framvegis. Eg
limaði meg inn í Facebookbólkin
FORJITALIA, fyri at læra meiri
um mentanina í landinum og
soleiðis fann eg fram til hendan
dagstovnin, greiðir Alessio frá.
– Eg havi ongantíð verið í
Føroyum, men eg vóni, at eg kann
koma at vitja, tá eg fái ein steðg
frá lesnainum. Tá kundi eg hugsað
mær at vitja á súklu og við einum
tjaldi, sigur hann.
– Til ta tíð, ynski eg at senda
hesa lítlu heilsanina og tøkkina
fyri tær kenslur, eg upplivi, tá eg
hugsi um Føroyar, sigur Alessio úr
Italia.
32
BAKSÍÐAN
N
ógv rok og skitin togan
um, hvussu nógv fólk
vóru á gøtunum og fagn
aðu ella mótmæltu, tá
Trump byrjaði sum forseti við hondini
á Halgubók og ikki bankabókini.
Eftir allan hendan hávan og gangin
aftur og fram frættist um eitt slag av
serfrøðingum, sum eg ongantíð hava
hoyrt um fyrr.
Hesir eru fólk, sum hava lært og
duga betur enn onnur at siga, hvussu
nógv fólk eru á einum staði í senn –
uttan beinleiðis at telja tey eitt,
tvey, trý..... Kanska hava tey
teldur at hjálpa sær, teldur,
sum virka.
Tað er øgiliga ymiskt,
hvat fólk siga, tá tey skulu
nevna, hvussu nógv fólk
vóru her ella har. Tey,
sum skipa fyri, siga 3.000.
Onkur uttanveltaður,
sum hevur talt fólkini
rætt og slætt, sigur 783.
Onkur, sum hevur sæð oman yvir
mannamúgvuna og vil hava rætta
talið. Big brother sigur okkurt mitt í
millum hasi bæði, men fæst ikki út
við nøkrum neyvum tali, hóast
hann veit tað.
Tað veldst eisini um
tiltøk. Hvussu drag
andi og spennandi,
tey eru.
Tað krevst ikki meira enn at
duga lítlu tabell fyri at telja fólkini á
Vaglinum í Havn 1.mai.
Fólkini hjá Trump søgdu, at hjá
honum vóru fleiri fólk enn tá Obama
legði sína døkku hond á Bíbliuna og
bað Gud hjálpa sær við øllum kríggj
unum, tí Danmark og Føroyar gera
ongan mun.
Sum eg havi skilt, um eg havi skilt
tað rætt, ber til við teldum at rokna
neyvt út, hvussu nógv fólk eru í einari
stórari múgvu.
Til ber eisini at telja fólkini í hvørj
um fermetri og so spyrja, hvussu stórt
plássið er, hvussu nógvar fermetrar.
Og síðani ganga fólk við fermetrum.
Tað skuldi verið sera einfalt og ber til
uttan teldu, men bara við vanligum
lummaroknara, sum vit brúktu fyrr
og kallaðu telduhvølp.
Men tá ræður um at ansa væl
eftir, at ikki øll tey prúðastu standa
á sama fermetri, tí fermetrinum, sum
vit brúka í okkara teljing, okkara
sjavinistiska manntali. Ella øll, sum
bera etingarólag. Tá verður endaliga
úrslitið skeivt. Og so má eitt miðaltal
finnast. Miðaltøl eru sjáldan heilt røtt.
Tey siga ikki alla søguna, men bara
søguna í miðal.
Tað ber eisini til bara at gita okk
urt tal og síðani vóna, at eingin eftir
kannar talið.
Ein heilt annar máti er at brúka
myndamálið.
Eina ferð fyri langari tíð síðani
skrivaði eitt blað um eina kongavitjan
í Havn, at mannamúgvan á molanum,
tá Dannebrog legði at, var tøtt sum
melis. Tað var, tá málið i bløðunum
var ein fragd.
Nú kunnu vit siga til dømis, at
har vóru so nógv fólk, at trunkin var
sosialari enn Feysbukkan.
Til midnáttarsangin á ólavsøku eru
10.000 fólk, siga tey, sum ikki hava talt.
Eingin hevur talt, so tað talið stendur
bara við. Tað oyðileggur tann góða
stemningin at telja og fáa at vita, at
har eru bara 6.221 fólk.
Ein taska, sum eg keypti fyri hundr
að árum síðani, eitur Lost Desert. Líka
sum dupult oyða. Ein glatað oyðimørk.
Ein horvin oyðimørk. Har er skjótt at
telja, tí har er eingin at telja. Øll telja
við, tí eingin er har uttan onkur glatað
sál á oyðimarkarferð. Hon telur ikki
við.
Spurningurin er so, um tað er
neyðugt at vita talið. Um ikki er nóg
mikið bara at síggja mannamúgvuna
fyri at vita, at her eru fleiri fólk enn
tey, sum vóru har hin dagin fyri átta
árum síðani.
Men, sum ein segði, betri er at vita
enn at gita, uttan so, at gitt verður
rætt.
Møtti hasum sneytandi frensinum
aftur í myrkrinum í morgun. Hann
físti, bardagfúsur. Eg bað hann pilla
av til hús og fara á Bukkuna at físa.
Tað gera øll onnur. Hann físti aftur og
fór, hvagar veit eg ikki.
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Telja, rokna ella gita
Hesin sendi postkortið úr Italia