Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 31 Nú fáa vit so eina finalu við tveimum liðum Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík Sosialurin 341800 Eitt fulltíðarstarv sum anæstesi sjúkra­ røktarfrøðingur er leyst til setan frá 01. septembur 2017, ella eftir nærri avtalu. Setanir yvir styttri tíðarskeið hava eisini áhuga. Arbeiðstíðin umfatar dagvaktir og tilkallivakt frá heimi. Førleikakrøv. • Umsøkjarin skal hava kliniskar royndir og góðkenning sum anæstesisjúkrarøktarfrøðingur • Góð samstarvsevnir og fleksibilitet • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annfríð Winther, deildarleiðara telefon 454545 lokal 4513, teldupost annfrid@ks.fo ella varastjóra, Súsannu Olsen telefon 22 03 66, teldupost susanna@ks.fo Løn­ og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 24.02.2017. Sniðgøta 1 700 Klaksvík Tlf: 45 45 45 www.ks.fo Anæstesideildin Anæstesisjúkrarøktarfrøðingur Fólkaheilsuráðið søkir eftir starvsfólki at menna sálarliga heilsukonseptið “ABC for Mental Health” í Føroyum. Í starvinum kemur tú at hava ein lyklaleiklut í at kunna um ABC-konseptið og at menna eina føroyska tilgongd at seta í verk “ABC for Mental Health” í øllum landinum. Tú kemur í hesum sambandi eisini at samskifta við útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við. Umframt ABC for Mental Health kemur tú eisini at hava aðrar fyrifallandi uppgávur í Fólkaheilsuráðnum. Kravt verður: • Kandidatsprógv innan fakøkini sálarfrøði og heilsufremjan/strategi • Royndir innan verkætlannararbeiði á sálarliga heilsuøkinum • Royndir innan miðlan av heilsuboðskapum • Royndir innan ráðgeving og vegleiðing innan sálarliga heilsuøkið • Sterkar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum • Góð evni til greining • Innlit í arbeiði við fólkaheilsu • Royndir innan sjálvboðið arbeiði • Fleksibul • Góð samstarvs- og samskipanarevni Vit bjóða: Eitt fjølbroytt starv, sum tú verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi. Lønar – og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og Innlendismálaráðið og stovnar undir tí. Starvið er eitt tíðaravmarkað starv í 75% tíð frá 01/03-30/06. Møguleiki kann vera at leingja starvssetanina. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ólav Jøkladal á 515155. Umsókn: Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til: Fólkaheilsuráðið J.C. Svabosgøta 43 100 Tórshavn ella til: t-post: olavur@folkaheilsa.fo Umsóknarfreistin er 17. februar 2017 Fá meiri at vita um ráðið á: www.folkaheilsa.fo Starvsfólk til verk ætlanararbeiði í Fólkaheilsuráðnum Eitt verkætlanarstarv er leyst at seta skjótast tilber Hesir verða afturvaldir í starvs­nevndina hjá fótbólts­ sambandinum Róin Schrøter Jákup Martin Joensen Fríðin Ziskason Høvðuspersónurin sjálvur greiðir nú frá, tá hann í evstu løtu bleiv upp­stillaður av MB. Høgni í Stórustovu hevur roynt at tosað við øll feløgini í Føroyum, men tað var ikki fyrr enn seks minuttir fyri tíð, at hann fekk stuðul frá MB, sum tríggjar minuttir seinni sendi rætta teldupostin til fót­ bóltssamabndið og uppstillaði fyrr­ verandi forsetan. – Klokkan var seks minuttir í midnátt og eg stóð og bust­aði tenn, tá telefonin ringir. Eg hevði lagt árarnar inn fyri kvøldið og uppgivið at finna eitt felag, sum vildi stilla meg upp. Tað var næstfomaðurin í MB, Kristjan Johansen, sum ringdi og spurdi um ongin hevði stillað meg upp, greiðir Høgni í Stórustovu frá. Boðini frá MB eru, at felagið er sinnað at stilla fyrrverandi forseta upp. – Eg flenti, tí eg bleiv so glaður. Eg hevði tá verið niðri í dalinum, tí feløgini tordu ikki einsamøll at stilla meg upp, men tað er fan­ tastiskt at MB er so djarvt og kul at tora at gera tað. Tað er ikki ein løtt støða fyri tey, men týdn­ ingarmikið at tað verður eitt val um forsetasessin, sigur Høgni í Stóru­stovu. Avbjóðarin er bilsin av, at einki felag tordi at stilla hann upp. – Eg skilji ikki hví feløgini eru so bangin fyri einum valdysti í einum demokratiskum felagsskapi. Hví hevur tað eisini verið tøgn fram til nú, tá øll feløgini hava aðalfund. Um einki mótvalevni er, so er tað fyrsta tey nýggju fólkini úti í feløgunum skulu gera, at klappa fyri einum afturvaldum forseta utt­an nakran valdyst, sigur Høgni í Stórustovu, sum leggur afturat: – Nú fáa vit so eina finalu við tveimum liðnum, sigur fyrrverandi forsetin, Høgni í Stórustovu. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Høgni í Stórustovu: