Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 30 ÍTRÓTTUR HØGNI Í STÓRUSTOVU BJÓÐAR AV Stríðsval í FSF: TRÓNDUR ARGE T að verður stríðsval um forsetasessin í fótbóltssambandinum, tá aðalfundurin verður 18. feburar. Tað verður ein dystur millum sitandi forsetan, Christian F. Andreasen og fyrrverandi for­ setan, Høgna í Stórustovu. Tað verður hinvegin ikki stríðs­val um teir tríggjar starvs­ nevndasessirnar, sum standa fyri aftur­vali. Ongin hevur stillað nak­ að mótivalevnið upp, meðan Róin Schrøter, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason allir taka við afturvali. Hvar kom Høgni frá? Tað sær leingi út til, at forsetavalið bara er ein avgreiðsluspurningur fyri sitandi forseta, Christian F. Andreasen. Nógv bendir eisini á, at hann hevur stóran stuðul kring landið, men dagin fyri evsta mark at stilla eitt mótvalevnið upp, byrja søgur at ganga um at Høgni í Stórtustovu, ið var forseti í fótbóltssambandinum frá 2008 til 2010, ætlar at bjóða av. Handan leiktjøldini er ein teldu­ postur sendur til øll limafeløgini og nevndarlimirnar har. Í teldu­ postinum biður hann millum ann­ að, um at blíva uppstillaður sum mótvalevnið til mannin, ið koppaði honum í 2010. Søgurnar fáa skjótt bein at ganga á og mikudagin á døgurða er søgan úti. Høgni í Stórustovu er ónøgdur við tað, sum er farið fram í fótbóltssambandinum, tá hann bleiv koppaður og ynskir at sleppa framat aftur. Fær ongan stuðul Høgni í Stórustovu leitar eft­ ir einum felagi, ið vil stilla hann upp. Eitt limafelag í fót­bólts­sam­ bandinum skal formliga stilla ein persón upp. Christian F. Andreasen er uppstillaður av feløgunum í eysturoynni og KÍ. – Eg eri uppstillur til komandi FSF-forsetaval. Formelt eru tað KÍ, Víkingur, ÍF, Skála, NSÍ og B68, sum hava stillað meg upp. Tað er í samráð við onnur feløg eisini, sigur Christian F. Andreasen, sum hevur verið forseti í FSF síðani 2010, við in.fo mikudagin. Í Suðuroynni og Havn eru tey ikki sinnaði at stilla Høgna í Stórustovu upp, og stutt fyri evsta mark, sum var mikukvøldið á mid­ nátt, er ongin hjálp at heinta. Tað er onki felag, sum er sinnað at skjóta fyrrverandi forsetan upp. Tað sær út til at blíva ein av­greiðslu­ spurningur at velja forsetan í fót­ bóltssambandinum fyri komandi setu, ið er fýra ár. »Pling« Klokkan 23.57 kemur ein teldu­ postur til fótbóltssambandið. Hann er formelt frá forkvinnuni í MB, Elisabeth Haraldsen, men sendur vegna MB. Har verður boðað frá, at MB stillar Høgna í Stórustovu upp til forseta í fótbóltssambandinum. – Tað er rætt, at MB hevur upp­ stillað Høgna í Stórustovu til for­ setasessin, sigur Virgar Hvidbro við in.fo stutt eftir midnátt, tá evsta mark er farið. Tá er greitt, at talan verður um stríðsval um sessin sum forseta í fótbóltssambandinum. Tað verður ein dystur millum núverandi for­ setan og fyrrverandi forsetan. Millum mannin, sum bleiv kopp­ aður í 2010, og mannin, ið koppaði honum. Christian stórfavorittur Tað skal verða løgið, um Christian F. Andreasen ikki verður aftur­ valdur. Hann er uppstillaður av seks feløgum, umframt at tað er í samráð við onnur feløg. Tað eru 18 feløg, sum skulu atkvøða. 17 feløg hava tvær atkvøður, meðan Undrið FF, ið ikki hevur ungdómsfótbólt, hevur eina atkvøðu. Tá sitandi forsetin hevur for­melt seks feløg í rygginum, umframt at onnur stuðla honum, so er ilt at ímynda sær, at hann ikki kemur um tær 18 atkvøðurnar, sum skulu til at endurvinna sessin. Eisini er tað sigandi, at bara eitt felag velur at stilla Høgna í Stórustovu upp. Eisini at talan er um MB, sum er eitt av mistu fe­løgunum í landinum, men tað eru helst tveir mátar at tulka tann partin uppá. Tað kann eisini henda, at fleiri feløg hava í sinni at hoyra hvat Høgni í Stórustovu hevur at siga, men ikki eru sinnaði at standa einsamøll í uppstilligini. Nú kann valdysturin flyta nakrar atkvøður. Tað eru 35 atkvøður til forseta­ valið, sum nú er ein dystur mill­um Christian F. Andreasen og Høgna í Stórustovu. Finalan verður á aðalfundinum hjá fót­bólts­sam­ bandinum 18. februar. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Christian F. Andreasen Høgni í Stórustovu Tað var í evstu løtu, at MB velur at stilla Høgna í Stórustovu upp til forsetavalið í fótbóltssambandinum. Avbjoðarin fekk boðini seks minuttir fyri evsta mark, meðan telduposturin kom fram tríggjar minuttir fyri tíð