mánadagur 13. februar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Hon saknar Nólsoy.
Tað viðurkennir 21 ára
gamla Anna Malan Jógvans
dóttir, sum er flutt til Keyp
mannahavnar, har hon nú
gongur á rithøvundaskúla.
Unga kvinnan við spenn
andi og øðrvísi røddini í før
oyskum skaldskapi skapar
yrkingar við orðum og ferð
um ígjøgnum náttúru fram
móti einum heimi, har eym
leikin vónandi bíðar.
– Tað er øgiliga spennandi
at fara á rithøvundaskúla, og
tað var tað, sum eg allarmest
ynskti mær. Men eg sakni
Nólsoy øgiliga nógv. Har er
ein annar friður, og eg kann
hugsavna meg meira enn
her í Keypmannahavn, sigur
Anna Malan Jógvansdóttir.
Hon er ein av bert fýra før
oyingum, sum er upptiknir
á Rithøvundaskúlanum í
Keypmannahavn. Í fjør var
hon ein av 370 umsøkjarum,
og hon endaði millum tey
átta, sum sluppu inn á skúl
an. Umsøkjarar til Rithøv
undaskúlan skulu saman
við umsóknini senda tekst
ella tekstir á í mesta lagi 15
síður til skúlan. Tað er frítt
at velja tekstslag og innihald.
Tá ið lærararnir á skúlanum
høvdu
gjøgnumgingið
tekstirnar, vórðu 10 fólk
boðsend til samtalu, har
tosað varð um tekstirnar
og annað. Anna Malan var
ein av teimum, sum slapp til
samtalu, og hon varð síðani
tikin inn á skúlan.
Samstundis,
sum
hon
kundi fegnast um hetta stóra
stigið, varð hon heiðrað, tá ið
Mentanarheiðurhønir Land
sins vórðu latnar í januar.
Tá fekk Anna Malan Jógv
ansdóttir
virðislønina
til
ungt listafólk.
Skrivaði seg inn
Anna Malan Jógvansdóttir
hevur skrivað yrkingar, síð
ani hon var ung genta, men
skrivingin tók veruliga dik á
seg, tá ið hon kom eitt sindur
upp í tannáringaárini.
– Í fyrstu skrivaði eg í
dagbóksformi, og eg skrivaði
fyrstu yrkingina, tá eg var
13 ára gomul. Síðani hevur
tað verið upp og niður við
skrivingini, men tá eg fór á
student, kom verulig gongd
á at skriva, sigur Anna Malan
Jógvansdóttir.
Hon hevur eisini fingist
við aðra list og mentan. Hon
hevur málað nógv, og hon
hevur eitt nú spælt sjón
leik. Men tað er, sum at
orðini hava verið í mið
deplinum í hennara
listaheimi, og nú
hon er farin á
21 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir fær á Rithøvundaskúlanum
óteljandi meiningar um sín skaldskap. Tað kann stundum
kennast hart at fáa so nógvan kritikk, men tað er mennandi,
og millum mongu meiningarnar má Anna Malan eisini
varðveita sín integritet og stundum standa fast við sítt
Hvør er tín yndisyrkjari?
- Mær dámar ógvuliga væl Syliva Plath og Ursula Andkjær Olsen. Ursula er
lærari hjá mær beint nú. Eg hevði lisið ymiskt hjá henni, áðrenn eg byrjaði á
Rithøvundaskúlanum, og tað er stórt at sleppa at arbeiða so tætt saman við henni
nú. Hon hevur útgivið nógv yrkingasøvn, og hon hevur skrivað út frá føstum
musikalskum strukturum, sum vit eisini hava arbeitt við á skúlanum.
Hvørjum leingist tú eftir í Nólsoy?
- Øllum. Náttúru, vinfólkum og familju. Eg trívist sera væl í Nólsoy, og har kann eg hugsavna
meg um mína skriving. Eitt skifti sum tannáringur kendist tað eitt sindur trongt, men nú havi eg
ikki brúk fyri so nógv meira enn tí, sum er í Nólsoy.
UNDIR FÝRA EYGUM
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MENNANDI AT
FÁA NÓGVAN
KRITIKK