mánadagur 13. februar 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvør er besti lutur, sum tú eigur?
- Í løtuni er tað taraplakatin hjá mær, sum hongur her á vegginum í
Keypmannahavn. Eg arbeiði nógv við havmyndum, og taraplakatin er sera góð
til at fáa íblástur frá. So í løtuni hevur hon stóran týdning fyri meg og mína
skriving.
Hvør bók hevur ávirkað teg mest?
- Eg fái ikki valt eina bók burturúr, tí tað eru so nógvar bøkur, sum hava ávirkað meg.
Onkuntíð kann tað verða eitt einstakt orð í einari bók, sum rakar meg, og onkuntíð kann tað
verða okkurt annað. Eg kann ikki velja eina bók fram um aðrar.
Vónar at sleppa
at skriva eftir skúlan
Anna
Malan
Jógvans
dóttir hugsavnar seg í
løtuni um Rithøvunda
skúlan, sum hon skal
taka tvey ára útbúgving
á. Í løtuni snýr hennara
gerandisdagur seg nógv
um at skriva og arbeiða
við sínum skaldskapi.
Spurningurin
er,
hvussu tað so verður við
skrivingini, tá ið skúlin er
liðugur, og Anna Malan
leitar sær heim aftur til
Føroya at búgva.
– Eg hevði ynskt mær
at kunna skriva í eina tíð
eftir skúlan. Tað kunnu
sjálvsagt verða nakrar
fíggjarligar avbjóðingar,
sum
kunnu
gera
tað
trupult at skriva, men
tað má eg bara taka, tá ið
eg komi heim, sigur Anna
Malan.
– Í løtuni hugsi eg um
skúlan, og so ynski eg
mær at skriva so leingi,
sum eg kann eftir skúlan.
Møguliga má eg taka mær
eina útbúgving afturat,
men eg taki hetta í rættari
røð, so tað fáa vit at síggja
seinni, sigur hon.
Rithøvundaskúla,
hevur
hon valt orðini fram um
penslastrok og sjónleik – fyri
fyrst.
– Tað var eitt sindur
av tilvild, at tað bleiv rit
høvundaskúli. Eg visti, at
eg ætlaði mær listarliga
vegin, men av tí at tað er
so trupult at sleppa inn á
hesar skúlar, søkti eg inn á
ymiskar
listaútbúgvingar.
Eg vildi allarhelst inn á rit
høvundaskúlan,
men
eg
visti, at tað var sera trupult
at sleppa inn, og tí søkti eg
eisini inn á Kunstakademiið,
sigur hon.
Anna Malan slapp ikki inn
á Kunstakademiið, men hon
slapp inn Rithøvundaskúlan
í Keypmannahavn, sum var
hennara greitt fyrstaval, og
tað er hon sera fegin um.
Nógvar meiningar
Nú Anna Malan hevur gingið
á
Rithøvundaskúlanum
í
eina tíð, ásannar hon, at hon
hevur lært nógv og fingið
sera nógv burtur úr skúl
anum longu nú.
– Tað hevur verið øgiliga
spennandi at fara á skúlan,
og eg havi longu lært nógv,
sigur hon.
– Onkuntíð hann tað
kennist hart at fáa so nógvan
kritik fyri tað, sum tú skriv
ar, men tað er ein partur av
skúlagongdini, og tú venur
teg við tað. Tað er tað, sum
mennir meg.
Tá ið Anna Malan hevur
skrivað ein tekst, skal hon
lesa hann upp fyri tveimum
lærarunum og hinum næm
ingunum í flokkinum, og
síðani er tað frítt hjá øllum at
siga sína hugsan um tekstin.
– Tað merkir, at eg kann
fara heim við fimm ella
tíggju ymiskum meiningum
um mín tekst. Eg skal sjálv
andi lurta eftir hesum og
fáa nakað gott burtur úr tí,
men eg má eisini halda fast
við mítt og ikki missa mín
integritet burtur í øllum
meiningunum hjá hinum,
sigur Anna Malan.
Tvey mál
Rithøvundaskúlin er dansk
ur, og tað merkir, at Anna
Malan skrivar ikki bert á
føroyskum máli longur. Hon
má eisini skriva sínar tekstir
á donskum máli, og tað hevur
verið avbjóðing fyri hana.
– Tá eg søkti inn á skúlan,
skuldi teksturin verða á
donskum máli, og tí mátti
eg týða mínar yrkingar til
danskt. Tað er ikki so lætt,
tí í hvørjum máli liggur ein
samleiki, og orð hava søgur.
Tí er tað trupult at flyta allan
týdningin yvir í eitt annað
mál, sigur Anna Malan.
Tá ið hon var til upp
tøkusamrøðu á Rithøvunda
skúlanum, skuldi hon eisini
lesa yrkingar á føroyskum
máli, og á skúlanum skrivar
hon sínar tekstir bæði á før
oyskum og donskum.
– Ein partur av yrkingum
er rútma og ljóð, og tí lesi eg
eisini yrkingar á føroyskum
máli upp í skúlanum, sigur
Anna Malan.
Skapar við orðum
Orð hava stórt vald og kunnu
hava stóra ávirkan bæði
á einstakar persónar ella
stórar fjøldir. Anna Malan
Jógvansdóttir brúkar orð til
skapa list og fáa sínar tankar
og hugsanir út.
– Vit brúka fyrst og fremst
orð, tá ið vit samskifta, men
ofta er okkara samskifti
redigerað til støðuna, vit eru
í. Í einari yrking ella einum
teksti kann eg siga mítt beint
út.
– Tá ið eg skrivi eina yrk
ing, reinsi eg meg fyri orð og
geri tey týðuligari fyri meg.
Eg skapi nakað burtur úr tí,
sum livir inni í mær, sigur
Anna Malan.
Hon trívist sera væl í
prosessini, tá ið hon arbeiðir
við einari nýggjari yrking.
– Prosessin at skriva er
sera spennandi og gevandi,
hóast hon eisini onkuntíð
kann vera strævin. Eg vil
sjálvandi hava eitt úrslit
burtur úr prosessini, men
eg kann verða sentimental,
tá ið ein yrking er liðug og
latin frá mær. Tað er sum, at
nakað, sum hevur livað inn
an í mær, er føtt og farið út
í verðina at liva sítt egna lív,
sigur Anna Malan.
Hon hevur fingist við
fleiri listagreinar, og hóast
hon í løtuni hevur tikið
skrivingina fram um alt
annað, kann tað verða, at
hon seinni fer at leita aftur
til aðra listagrein.
– Í løtuni fylla orðini mest,
men tað kann verða, at eg
fari at velja okkurt annað
seinni. List kann koma út
upp á ymsar mátar, og í løt
uni skrivi eg tað út, sum
er innan í mær. Tað kann
verða, at eg fái hug til at
brúka onkra aðra listagrein
seinni, sigur Anna Malan
Jógvansdóttir.
Og tá ið tað snýr seg um
heimstaðin kontra nýggja
bústaðin, er eingin ivi. Anna
Malan ætlar sær heimaft
ur til Nólsoyar, tá ið rit
høvundaskúlin, sum varðar
tvey ár, er liðugur. Heim at
skriva.
eydun@sosialurin.fo
– Onkuntíð hann tað kennist hart at
fáa so nógvan kritik fyri tað, sum
tú skrivar, men tað er ein partur av
skúlagongdini, og tú venur teg við tað.
Tað er tað, sum mennir meg, sigur Anna
Malan Jógvansdóttir, sum gongur á
Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn
UM ONNU MALUNA
Anna Malan Jógvansdóttir er úr Nólsoy og er
búsitandi í Keypmannahavn. Hon er 21 ára
gomul, hevur miðnámsútbúgving og gongur nú
á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Hon
hevur, síðani hon var ung genta, skrivað yrkingar.
Anna Malan hevur eisini málað nógv, og hon hevur
spælt sjónleik. Í 2015 gav hon út yrkingasvnið
Undirfloyma, sum hon sjálv listprýddi. Fyrr í
ár fekk hon virðislønina til ungt listafólk, tá ið
Mentanarheiðurslønir Landsins vórðu latnar.