mánadagur 13. februar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Gambisku tvíburarnir, sum
í novembur 2015 søktu um
friðskjól í Føroyum, bíða enn
eftir svarið. Tað váttar Hildur
Hentze,
kanningarleiðari,
fyri Sosialinum. Hon sigur,
at danskir myndugleikar
enn viðgera málið, og at
genturnar sleppa at vera í
Føroyum, inntil ein avgerð
er tikin í málinum.
Tað var 30. novembur
2015, at Sosialurin fyrstu
ferð skrivaði um Awu og
Adamu Faye, 14 ára gomlu
tvíburarnar, sum høvdu søkt
friðskjól í Føroyum.
Tvíburarnir, sum eru úr
vesturafrikanska landinum
Gambia, vóru í Føroyum
og vitjaðu beiggja sín, sum
býr í Føroyum og hevur
føroyska konu. Meðan tær
vóru her, bórust tíðindi úr
heimlandinum.
Familjan
hevði avgjørt, at tær skuldu
fyrst umskerast og síðani
giftast burtur, tá tær komu
heim aftur til Gambia. Tískil
valdu tær heldur at søkja um
friðskjól í Føroyum.
Einans 14 ára gomul, er
genturnar alt ov ungar at
skula giftast burtur eftir
vesturlendskum
máti
stokki. Umskering av gent
um verður eisini fordømt
at vesturheiminum, verður
mett at vera brot á grund
leggjandi alheims manna
rættindi, og Gambia hevur
eisini sett lóg í gildi, sum
merkir, at tað er ólógligt
at umskera gentur. Tað er
kortini siðvenja í stórum
pørtum av landinum og
Afrika sum heild, og tí
er
ógvuliga
sannlíkt,
at
familjan fer at umskera tær
kortini, um hon kemur aftur
til Gambia.
– Tað er ein partur av
traditiónini
í
stammuni
hjá pápa okkara, at gentur
skulu umskerast, áðrenn tær
verða giftar. Nú hevur hann
funnið okkum menn, og um
tað verður sum hann vil, so
skulu vit báðar giftast í mai.
Beint eftir at vit eru vorðnar
15 ár. Tí ætlar øll hansara
familja eisini, at vit skulu
umskerast
sum
skjótast,
søgdu tær báðar við blaðið
Kvinnu í mars í fjør.
Útlendingamál eru sum
kunnugt danskt málsøki,
og tí eru tað danskir mynd
ugleikar, sum viðgera um
sóknina hjá teimu báðum
um at fáa friðskjól í Føroy
um. Umboð fyri Udlænd
ingestyrelsen hava verið í
Føroyum og fingið eina frá
greiðing frá gentunum.
Tað hendir av og á, at
flóttafólk koma til Føroya.
Í flestu førum er talan um
fólk, sum ætla sær til Íslands
við Norrønu, men sum verða
uppdagaði á vegnum og tí
handtikin, tá Norrøna leggur
at í Føroyum
Hetta
hendi
millum
annað í novembur í fjør,
tá manningin umborð á
Norrønu varnaðist fýra ung
ar mans á bildekkinum stutt
eftir fráferð úr Hirtshals.
Menninir vóru settir í
varðhald umborð og løg
reglan stóð fyri teimum, tá
Norrøna kom til Havnar og
koyrdi teir niðan í Mjørkadal.
Seinnapartin
hendan
dagin møttu teir so í Føroya
rætt til grundlógaravhoyr.
Løgreglan hevði biðið um
loyvi at halda teimum aftur,
inntil Norrøna kom aftur til
Havnar og menninir kundu
sendast aftur til Danmarkar.
Teir fýra menninir søgdu seg
vera 16 og 17 ára gamlar og
koma úr Marokko og Algeria.
Eins og øll onnur flótta
fólk, sum koma til Føroya,
vóru hesir fýra menninir
sendir aftur til Sandholm,
flóttafólkaleguna í norður
sjællandi.
Tvíburarnir
hava
tó
fingið loyvi at vera í Før
oyum, meðan málið verð
ur
viðgjørt.
Sum
skilst
hevur
útlendingastýrið
loyvt hesum, orsaka av, at
genturnar eru so ungar og
at familja teirra í Føroy
um játtaði at taka sær av
gentunum, inntil ein um
sóknin um friðskjól er av
greidd.
– Tað kom ikki upp á tal
at senda tær avstað aftur, tá
vit vistu, hvat bíðaði teimum.
Tær eru bara 14 ára gamlar.
Tær eru enn smágentur, og
tær skulu hvørki umskerast
ella giftast. Hvussu kunnu
vit senda tær aftur, tá hetta
er tað, sum bíðar teimum?
Tað kunnu vit ikki. Tað
kunnu vit simpulthen ikki,
søgdu beiggi teirra og kona
hansara við Kvinnu í fjør.
Tá børn undir 18 søkja
um
friðskjól
einsamøll,
skulu tey lúka somu treytir
sum vaksnir umsøkjarar. Tó
verður dentur lagdur á, at
umsóknirnar hjá børnum
skulu viðgerast skjótt. Hjá
vaksnum hevur viðgerðar
tíðin verið upp í átta mán
aðir.
Awa og Adama Faye hava
nú bíðað í 15 mánaðir og
enn bíða tær eftir svarið úr
Danmark. 15 mánaðir eru
farnir, síðani tær komu til
Føroya og síðani søktu um
friðskjól. Í næstum fylla tær
16, men enn vita tær einki um
framtíð sína.
danjal@sosialurin.fo
Awa og Adama Faye
HAVA BÍÐAÐ
Í FIMTAN
MÁNAÐIR
FRIÐSKJÓL
Awa og Adama Faye søktu um friðskjól í Føroyum í novembur 2015. Í apríl vóru umboð fyri
Udlændingestyrelsen og tosaðu við tær um umsóknina. Síðani hava tær bíðað
Meðan aðrar 16 ára gamlar gentur so smátt eru farnar at hugsað um, hvat tær skulu fara
at lesa og droyma um framtíðina, vita Awa, í svørtum, og Adama, í gráum, ikki so frægt
sum, hvørjum heimsparti, tær skulu búgva í. Í 15 mánaðir hava tær verið í bíðistøðu
Myndir: Finnur Justinussen