Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19 FRIÐSKJÓL Umskering av gentum Sambært ST verða yvir tvær milliónir gentur um­skornar um árið í Afrika. Umskering av gent­um er á listanum hjá ST og altjóða manna­rætt­inda­ dómstólinum yvir brot á mannarættindini. Genturnar verða hild­ nar niðri, meðan eldri kvinnur, oftast uttan nakrar læknaførleikar, nýta eitt rakiblað til at skera klitoris og onk­un­ tíð eisini innaru og ytru varrarnar burtur. Nógvir skaðar stand­ ast av umskeringini. Fleiri gentur doyggja av skaðunum, meðan aðrar mugu liva við pínu í undirlívinum restina av lívinum. Gambia Lýðveldið Gambia ligg­ur í vesturafrika, um­gyrt av Senegal á øll­um síðum, uttan eini smalari strandarlinju móti Atlantshavinum. Gambia er minsta landið í fastlandsafrika. Tað vóru portugisar, sum grundløgdu eitt hjá­veldi við ánna Gambia, sum rennur gjøg­num landið. Gambia var ein týdn­ ingarmikil partur av træla­vinnuni hjá portugisum. Í 1765 tóku bretar valdið í økin­um, inntil Gambia fekk sjálvstýri í 1965. Dawda Jawara var fyrsti forsetin í land­ in­um og sat til 1994, tá Yahya Jammeh tók valdið. Hann tapti so forsetavalið í 2016, og hóast hann ikki vildi viðurkenna tapið, so varð hann í januar í ár koyrdur frá og Adama Barrow tók við. Yahya Jammeh syrgdi tó fyri at taka meginpartin av peninginum í lands­ kass­anum við sær, tá hann fór í útlegd. 1,9 milliónir fólk búgva í Gambia, býtt millum fimm størri ættarbólkar. 90 prosent av fólkinum eru muslimar og í 2015 kunngjørdi forsetin, at Gambia var ein is­ lamskur statur. Umskering og tvangsgifta bíðar Awu, til vinstru, og Adamu, til høgru, um tær fara aftur til Gambia