mánadagur 13. februar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Eg gjørdist stúrin yvir, at eg bleiv settur í sama bás sum ein IS-viðhaldsmaður. Tað var ein týðiligur
munur at koma úr Hvannasundi um morgunin, og so enda í kliva saman við einum úr IS. Tað sigur
Silas Olofson, føroyskur presturin, ið varð útsettur fyri tortur av turkiskum myndugleikum
Hallur av Rana
Líka síðan Silas Olofson
fyrstu ferð fór til Turkalands
í 2008 hava landið og fólkið
átt eitt serligt pláss í hjarta
hansara. Túrurin í 2008
gjørdist tann fyrsti av mong
um, og á sumri í 2012 flutti
føroyski presturin við familj
uni til høvuðsstaðin í Ank
ara, har hann hevur virkað
sum prestur í einari kirkju,
meðan hann hjálpti flótta
fólkum í landinum.
Hóast kristindómur ikki
hevur havt tey bestu korini
í landinum, so hevur familj
an trivist, men eftir kvett
royndina á sumri í 2016 metti
familjan, at best var at fara
úr landinum eina tíð, meðan
ruðuleiki valdaði í landinum.
Kærleikin til landið og
fólkið var tó so sterkur, at
ætlanin var altíð at fara aft
ur, men tað fekk ein bráan
enda í síðstu viku, tá Silas
Olofson varð steðgaður á
flogvøllinum,
avhoyrdur
og útsettur fyri tortur, fyri
síðan at verða noktaður at
gongd til Turkalands við
grundgevingini, at hann er
ein hóttan móti almennu
trygdini í landinum.
Ongan illgruna
Síðan kvettroyndina í 2016
hevur
turkiski
forsetin
Recep Tayyip Erdogan sligið
hart niður á fleiri samfelags
bólkar í landinum, ið hann
hevur skýrt sum fíggindar
av statinum, í eini roynd at
tvíhalda um maktina í land
inum.
Millum teir bólkarnir er
tann kristni minnilutin í
landinum, umleið 0,3 pro
sent, ið síðan fyrsta ver
aldarbardaga hevur verið
ein lítil dámdur minniluti í
landinum.
Tað hevur økt um for
fylgingina av kristnum í
landinum, men hóast hetta,
so hevði Silas Olofson ong
an illgruna um hvat fór at
henda, tá hann síðsta mána
dag segði farvæl við familj
una í Hvannasundi og setti
kós móti Turkaland. Eftir
at hava verið heima síðsta
hálva árið, ætlaði øll familjan
sær aftur til turkiska høv
uðsstaðin, og fór Silas Olof
son undan restini fyri at gera
klárt.
– Ferðin gekk sum ætlað,
og eg kom trygt fram til
flogvøllin í Istanbul. Eg helt
tó, at tað var løgið, at eg fekk
sess fremst í flogfarinum, og
komin til Turkalands stóð ein
maður fyri mær, og upplýsti,
at hann var løgreglumaður
og ynskti at tosa við meg,
greiðir Silas Olofson frá.
Afturhildin
Á flogvøllinum varð føroyski
presturin førdur inn í eini
høli, og varð har biðin um at
seta seg niður.
– Síðan byrjaði avhoyring
in. Hann var fittur og frynt
ligur, men seinni kom so ein
annar, ið var ágangandi og
ófólkaligur. Ein leiðari var
eisini til staðar, men hann
bara lurtaði eftir tí, ið bleiv
sagt, sigur Silas Olofson.
Undir
avhoyringunum
gjørdist greitt, at turkiskir
myndugleikar høvdu hollan
vitan um Silas Olofson, hans
ara lív og virki í Turkalandi
og hansara tilknýti til uni
versitetið.
– Teir vistu hvør eg var,
og kendu til mítt virki í
kirkjuni og millum flóttafólk.
Í viðførinum hjá mær funnu
teir mína bíbliu og aðrar
kristnar bøkur, og vildu vita
hvørjum eg arbeiddi fyri, og
hvør stuðlaði mær fíggjar
liga, sigur Silas Olofson.
Klivin
Eftir at hava verið avhoyrdur
í umleið tríggjar tímar varð
Silas Olofson koyrdur í ein
kliva at bíða.
– Tað var eitt hvítt rúm
við einum sterkum ljósi inni.
Tá høvdu teir tikið mína
fartelefon, so eg fekk ikki
sagt nøkrum hvar eg var,
og tá einki ur ella vindeyga
var í rúminum, so hevði eg
ongan møguleika at vita,
hvat klokkan var. Tað var ein
ræðandi støða, sigur Silas
Olofson.
Føroyski presturin var
ikki einsamallur í klivanum.
Frammanundan
var
ein
eysturevropeari har, ið var
komin til Turkalands í heilt
øðrum ørindum.
– Har var einki annað at
gera, so vit prátaðu nógv
saman. Hann reypaði av,
at honum dámdi so væl Is
lamska Statin, og var á veg
til Mosul, tá hann varð steðg
aður. Hóast hann aldrin segði
tað, so fekk eg varhugan av,
at hann ynskti at berjast fyri
teir, sigur Silas Olofson, og
leggur afturat.
– Eg gjørdist stúrin yvir,
at eg bleiv settur í sama bás
sum ein IS-viðhaldsmaður.
Tað var ein týðiligur munur
at koma úr Hvannasundi um
morgunin, og so enda í kliva
saman við einum úr IS.
Sendur retur
At turkiskir myndugleikar
sostatt settu hann í sama bás
sum viðhaldsfólk hjá IS, var
bara enn ein staðfesting um,
at alt ikki var sum tað átti,
og umstøðurnar í klivanum
vóru heldur ikki av teimum
bestu.
– Eg var farin heimanífrá
tíðliga á morgin, og sat nú í
hesum klivanum við sterka
ljósinum, og fekk ikki sovið.
Til endans hevði eg verið
vakin í eini 30 tímar, og var
vorðin illa fyri av væntandi
svøvni, greiðir Silas Olofson
frá.
Eftir at hava verið aft
urhildin í umleið eitt døgn,
harav í klivanum í umleið
sekstan tímar, uttan at hava
fingið nakra kunning um
hvat fór at henda, varð før
oyski presturin sendur heim
aftur.
– Teir komu inn í klivan
og leiddu meg umborð á eitt
flogfar aftur til Danmarkar.
Starvsfólkini á flogfarinum
fingu passið, fartelefonina
og annað, meðan eg fekk eina
heila røð av setrum til mín
sjálvs aftast í flogfarinum,
greiðir Silas Olofson frá.
Ein hóttan
Komin til Danmarkar tók
danska løgreglan móti før
oyska prestinum, men skjótt
gjørdist teimum greitt, at
okkurt serligt var áfatt.
– Tey søgdu, at tey aldr
in høvdu sæð slíkt áður.
Tey vistu ikki hví eg varð
vístur av landinum, men
skjølini staðfestu, at eg var
ein hóttan móti almenna
trygdini. Tey ringdu til ein
serfrøðing, ið eisini gjørdist
ovfarin, og vísti á, at vanliga
var slík grundgeving givin,
um myndugleikarnir mettu,
at ein persónur var á veg til
Sýria at berjast fyri IS, sigur
føroyski presturin.
Eftir ein hálvan tíma av
gjørdi danska løgreglan at
lata Silas Olofson sleppa
leysan og góvu honum hans
ara telefon, pass og viðføri
aftur. Endiliga var hann
frælsur aftur.
Onga kunning
Av tí, at telefonin varð tikin
frá
føroyska
prestinum,
so hevði hann ikki nakran
møguleika at kunna um
heimin um hvat hendi. So
eftir nakrar tímar gjørdu
fólk í Istanbul vart við, at
føroyski presturin ikki var
komin til Turkalands, og
gjørdist tað byrjanin til eitt
langt døgn hjá familjuni.
– Konan fekk einki sovið
tað náttina, og familjan hjá
henni kom norð at vera hjá
henni, meðan tey royndu at
fáa greiðu á støðina. Hóast
tey ringdu til flogfelagið, so
hildu tey uppá, at eg aldrin
var møttur til flogfarið í
Kastrup. Danskir myndug
leikar upplýstu tó, at tey
vóru nærum 100 prosent
vís í, at eg var farin við flog
farinum, greiðir Silas Olof
son frá.
Tað var ikki fyrr enn dagin
eftir, tá pápin fyri fjórðu ferð
ringdi til flogfelagið at spyrja
eftir viðførinum, at hann
fekk at vita, at sonurin var í
Istanbul, og hevði fingið ein
ferðaseðil til næsta flogfarið
til Keypmannahavnar.
– So tá eg ringdi til pápa,
fortaldi hann mær, at hann,
beiggi mín og onnur stóðu
uttanfyri og bíðaðu eftir
mær. Eg havi aldrin verið so
glaður, sum tá eg kom gang
andi úr Kastrup, og sá tey,
ið tóku móti mær har, sigur
Silas Olofson.
Stuttur steðgur
Steðgurin í Danmark gjørd
ist ikki serliga drúgvur, tí før
oyski presturin hevði bestan
hug at sleppa heimaftur til
konuna og børnini í Føroy
um, ið eins væl høvdu kunna
verið við honum á óhugna
ligu ferðini.
– Í allari mótstøðuni var
tað ein uggi, at tey ikki vóru
við. Ætlanin var annars, at
konan skuldi koma við, og
so komu børnini seinni, men
tíbetur bleiv tað ikki so. Tað
hevði verið ræðuligt, um tey
vóru við, og afturhildin. Eg
veit ikki hvussu tey høvdu
klárað tað, og eri eg takksam
ur fyri, at tey vórðu spard,
sigur Silas Olofson.
Eitt tað fyrsta Silas Olof
son gjørdi, tá hann kom
VÍSTUR ÚR TURKALANDI
Silas Olofson
Eg havi aldrin verið í eini so
pressaði støðu fyrr, so at koma heim
og síggja, at øll høvdu tað gott, var
heilt fantastiskt
SETTUR Í BÁS
ISLAMSKA STA