mánadagur 13. februar 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
VÍSTUR ÚR TURKALANDI
til Kastrup, var tí at keypa
ferðaseðil heim til Føroyar
við næsta flogfarinum.
– Hóast eg ikki hevði sovið
í einar 30 tímar, so føldi eg
ongan tørv á tí. Eg vildi bara
sleppa heim til familjuna.
So eg keypti ein ferðaseðil,
og fekk mær síðan ein bita
við pápa og beiggja, áðrenn
eg fór víðari til Føroyar, har
konan og børnini tóku móti
mær, sigur Silas Olofson og
leggur afturat.
– Tað var heilt fantastiskt
at síggja tey aftur. Eg havi
aldrin verið í eini so pressaði
støðu fyrr, so at koma heim
og síggja, at øll høvdu tað
gott, var heilt fantastiskt.
Árin av torturi
Dagin eftir, at føroyski prest
urin var komin heimaftur
til Hvannasunds, varnaðist
hann, at okkurt var áfatt.
– Eg gjørdist stúrin og
fekk herðindi av angist.
Tað einans versnaði, so eg
søkti mær hjálp frá einum
sálarfrøðingi hjá Nordisk
Krisehjælp, greiðir Silas Olof
son frá.
Sálarfrøðingurin greiddi
honum frá, at í trýstum støð
um við ongum svøvni og lítið
av mati stongir likamið fyri
kenslunum og hugsar einans
rationelt.
– So tað er ikki fyrr enn
man er aftur í tryggari havn,
at kenslurnar gera um seg.
Sálarfrøðingurin hevur verið
til stóra hjálp, men hetta er
ikki slíkt, ið hvørvur eftir
einum degi, sigur føroyski
presturin.
Tað var fyrst eftir, at hava
tosað við sálarfrøðingin, at
Silas Olofson fyrstu ferð
hoyrdi, at hann varð útsettur
fyri tortur.
– Hann upplýsti, at sam
bært Amnesty International,
so er viðferðin, ið eg fekk í
Turkalandi, definera sum
tortur. Hetta tí ein grund
leggjandi
menniskjaligur
tørvur varð tikin frá mær, tá
eg ongan møguleikan hevði
at samskifta við nakran,
fekk ongan svøvn, fekk líti
av mati og onga kunning um
hvat hendi, sigur Silas Olof
son.
Hóast hann hevur verið
útsettur fyri tortur av turk
iskum myndugleikum, so vil
hann ikki avvísa, at hann ein
dag vendir aftur, um um
støðurnar loyva til.
– Vit elska landið, og
eru øgiliga góð við fólkið
har, men eg eri bannað
ur yvirhøvur at koma
til
landið.
Men
um
eitt undur hendir, so
at dyrnar latast upp
aftur, so vil eg fegin
sleppa aftur, sigur Silas
Olofson.
hallur@sosialurin.fo
– Vit elska landið, og eru
øgiliga góð við fólkið
har, men eg eri bannaður
yvirhøvur at koma til
landið. Men um eitt undur
hendir, so at dyrnar latast
uppaftur, so vil eg
fegin sleppa aftur,
sigur Silas
Olofson
VIÐ
ATIN
Hóast eg ikki hevði sovið í einar
30 tímar, so føldi eg ongan tørv á tí.
Eg vildi bara sleppa heim til familjuna