mánadagur 13. februar 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
– Nýggja býráðið í Fugla
fjarðar kommunu hevur
sett sær sum mál at skapa
fólkavøkstur. Vit halda, at
hetta er eitt realistiskt mál,
tí vit hava nógv at bjóða til
flytarum.
Tað sigur Eivin Breiða
skarð, varaborgarstjóri í Fugla
fjarðar kommunu.
Hann vísir á, at Fuglafjørð
ur eftirhondini er blivin ídnað
armiðstaðurin í Føroyum.
– Her eru nógv arbeiðs
pláss, og vit hava nógvar
sterkar fyritøkur í kommun
uni, sum hvør í sínum lagi
hava stóran týdning fyri flest
allar føroyingar. Her er arbeiði
til allar hendur.
Rík mentan
Eivin Breiðaskarð sigur, at
Fuglafjørður eisini ynskir at
vera mentanarmiðstaðurin í
Føroyum.
– Við okkara fjøltáttaða
mentanarlívi við nógvum og
spennandi tilboðum til fólk
flest, hava vit eisini nógv at
bjóða. Vit hava mentanarviku,
bindifestival og onnur ment
anarlig tiltøk.
Varaborgarstjórin vísir á, at
Fuglafjørður nú eisini fer í
holt við at byggja nýggjan
barnaskúla í ár.
– Hesin skúli er ein fantast
isk verkætlan, sum børn og
vaksin fara at hava stóra gleði
av. Væntandi stendur skúlin
liðugur innan eini 4-5 ár. Við
einum tílíkum skúla koma vit
eisini at verða heilt frammi í
oddinum á skúlaøkinum, legg
ur hann aftrat.
Gott og trygt
Varaborgarstjórin vísir á, at
tveir góðir barnagarðar eru í
kommununi, so eisini her er
Fuglafjørður væl fyri.
– Vit hava pláss til at taka
nógv børn inn aftrat, og ans
ingargjaldið er lágt í mun til
aðrar kommunur, sum vit
vanliga samanbera okkum
við.
Eivin Breiðaskarð heldur,
at tað eru nógv onnur viður
skifti sum samlað gera, at fólk
veruliga eiga at umhugsa
Fuglafjarðar kommunu, tá tey
skulu seta búgv.
– Her eru góðir møguleikar
hjá fólki at skapa sær eina
góða og trygga tilveru, sigur
varaborgarstjórin..
vilmund@sosialurin.fo
Eivin Breiðaskarð,
varaborgarstjóri
í Fuglafjarðar
kommunu, sigur,
at fólk, sum velja
at seta búgv í
kommununi, hava
allar møguleikar
at skapa sær eina
góða tilveru
Fuglafjørður ynskir
at veksa enn meira
Umbyggingin av niðara lon í Sørvágs skúla er nú byrjað.
Tað er Sp/f Støðla á Argjum, ið ger arbeiðið, sum
ætlandi verður liðugt, tá skúlin byrjar aftur eftir
summarfrítíðina í august í ár
Vilmund Jacobsen
Væntandi er, at nakrir
ísfiskatrolarar, onkur
trolbátur og eini tvey
garnaskip koma inn at
landa hesa vikuna
Flestu partrolarapør eru til
fiskiskap, og skipini koma
inn at landa so hvørt, sum
henda vikan gongur.
Latið verður einki serligt
at upsafiskiskapinum – og
okkurt parið roynir seg á
kongafiski.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey siga, at tríggir djúp
vatnstrolarar eru til fiski
skap, men teir eru nýliga
byrjaðir túr og koma tí
neyvan inn at landa hesa
vikuna.
Aðrir djúpvatnstrolarar
liggja við bryggju.
Fríggjadagin vóru bara
tveir trolbátar til fiskiskap.
Teir fáa mest av toski og
hýsu og nakað av flatfiski.
Restin av trolbátunum
fara helst út aftur ein av
næstu døgunum, nú veður
vánirnar eru hampiliga góð
ar.
Væntandi er, at nakrir
trolbátar koma inn aftur at
landa síðst í hesi vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya
siga tey, at tvey garnaskip
fiska svartkalva og koma
helst inn at landa síðst í hesi
vikuni.
– Eitt garnaskip fiskar
havtasku norðan fyri, men
lítið er at fáa, verður lagt
aftrat.
Bakteriur eru stað
festar í drekkivatninum í
Elduvík (mynd), Æðuvík
og Oyndarfirði. Tí eru
fólk biðin um at kóka
drekkivatnið, til onnur
boð verða givin
Góður
prísur
á toski
Vilmund Jacobsen
Fiskamarknaður Føroya
seldi í morgun sløk 35
tons av fiski fyri stívliga
611.000 krónur.
Hetta gevur ein
samanlagdan miðalprís
fyri øll fiskasløgini á
17,49 krónur fyri kilo.
Størsta einstaka nøgdin
á marknaðinum í morgun
var toskur, harav mest
var av toski 3, sum fór
fyri miðalprísin 20,23
krónur fyri kilo.
Næst størsta einstaka
nøgdin var hýsa, og
her var mest av hýsu 2,
sum fekk miðalprísin
13,62 krónur fyri kilo.
Nøgdirnar av øðrum
fiskasløgum vóru
rættiliga smáar. Her
var eitt sløð av hvítingi,
longu og reyðsprøku.
Prísurin á toskarognum
í morgun var sjey
krónur fyri kilo.
vilmund@sosialurin.fo
vilmund@sosialurin.fo
Nakrar landingar hesa vikuna
– Í Fuglafjarðar
kommunu eru góðir
møguleikar at skapa
sær eina góða og
trygga tilveru, sigur
varaborgarstjórin,
Eivin Breiðaskarð
Trý garnaskip eru til fiskiskap. Tvey fiska
svartkalva, og eitt fiskar havtasku