Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19 Vilmund Jacobsen Nú sjómanstrúboðarin, Tor­ leif Johannesen, hevur verið í Ís­landi og vitjað, hevur hann havt fleiri forvitnisligar søg­ ur á Facebook-síð­uni hjá Før­ oysku Sjó­mans­mis­si­ón­ini. Um dagarnar hevði hann eisini eina søgu um fyrr­ver­ andi Hvilvtenni – rækju­trol­ ar­an og ný­bygn­ing­in, sum Kjart­an Joensen í Leirvík fekk heim til Føroya í ár 2000. Trolarin, sum er 66 metrar lang­ur og 14 metrar breiður, hevði eina Wartsila maskinu á 7500 hk. – Tíðirnar vóru truplar hjá før­oysku rækjutrolarunum tá, og úrslitið var, at Kjartan Jo­en­sen í 2004 seldi skipið til Ís­lands, har tað fekk navnið Guð­mundur í Nesi. Tað var reið­ar­í­ið Brim í Reykjavík, sum keypti trolaran og sum fram­veg­is eigur skipið. Íslendingar tóku rækju­ verk­smiðjuna úr skipinum og settu í staðin eina svart­ kalva­verksmiðju í. – Síðan hevur skipið fyri tað mesta fiskað svartkalva og konga­fisk, og teir fiska við tveim­um trolum. Lagt verður aftrat, at sein­ astu árini hevur fyrrverandi Hvilvt­enni eisini fiskað makr­el í umleið ein mánaða um árið. Hevur gingið væl Facebook-síðan hjá Føroysku Sjó­mans­missi­ón­ini veit at siga, at tað hev­ur ging­ið rætti­liga væl við fiski­skap­in­ um hjá Guð­mundi í Nesi. – Tað hevur gingið so mik­ið væl, at trolarin í fjør var næst besta fiskiskip í íslendska flotanum. Sam­ bært blaðnum Fiskifrettir fisk­aði skipið í fjør fyri um­ leið 160 miljónir krónur í okk­ ara peningi. Sjómanstrúboðarin veit at siga, at trolarin er væl hild­ in og er vakur á at líta. – Ymiskt er eisini gjørt við skip­ið. Í 2008 varð lagt um til tung­olju, og verksmiðjan er eis­ini umbygd til at kunna hag­reiða makrel, eins og frysti­orkan er umbygd og økt, so teir nú kunnu frysta upp til 75 tons av makreli um sam­døgnið. Tvær manningar Tvær manningar á 18 mans eru knýttar at skipinum. Teir eru umborð í 30 dagar í senn. Gongdin hevur ver­ið so mik­ ið góð, at eingir trup­ul­leik­ar hava verið at mannað skipið. Torleif Johannesen veit at siga, at nøkur tekin enn eru umborð sum bera boð um, at Kjartan Joensen hev­ ur átt skipið, og at tað áður kall­aðist Hvilvtenni. Ein dekoreraður rútur ber boð um hetta, og eisini hong­ ur ein heilsan uppi í messuni á Guðmundi í Nesi, sum eins og onnur íslendsk skip liggur vegna verkfall í íslendsku fiski­skipavinnuni. Vilmund Jacobsen Trý línuskip eru nýliga byrj­aði túr í íslendskum sjógvi og koma neyvan heim at landa hesa vikuna. Undir Føroyum er lít­ il línuveiða í løtuni, og fríggja­dagin vóru bara tvey skip á landgrunninum. Vænt­andi kemur annað av hes­um skipum inn at landa í vik­uni. Væntandi fara línuskip, sum liggja, til fiskiskap, sum dagarnir ganga. Hesin fara antin í føroyskan ella íslendskan sjógv. Tey seks línuskipini, sum hava fiskað á Flemish Kap síðan fyrst í hesum ár­in­um, sigla øll heim, tí kvotan har yviri er upp­ fisk­að. Á Flemish Kap í ár hava ver­ið fimm føroysk frysti­ línu­skip og eitt ísfiska­línu­ skip. – Útlitini til útróður hesa vikuna eru hampilig. Streym­urin batnar, sum vikan gongur, og veð­ur­út­ lit­ini eru eisini rímiliga góð. Tað vita tey á Fiska­ markn­aði Føroya at siga. vilmund@sosialurin.fo Útlitini til útróður hesa vikuna eru hampiliga góð, nú streymurin linkar, og veðurútlitini eru á einari leið Í síðstu viku vórðu elementini sett upp til íbúðirnar í Dávagerði á Strondum. Tað er Bústaðir saman við byggifyritøkuni VÁ Bygging, sum í tøttum samstarvi við Sjóvar kommunu er í holt við hesa verkætlan. Sjey rørsluvinarligar íbúðir verða bygdar beint við síðuna av eldrasambýlinum Sjóvarlon Vinnulig veiða av reyðæti Vilmund Jacobsen Eins og onnur ár hevur Hav­stovan gjørt eina ætl­ an fyri kanningarnar hjá Magn­usi Heinasyni fyri árið 2017. Talan er fyri tað mesta um afturvendandi túr­ar, sum verða gjørdir á sama hátt og um somu tíð á hvørjum ári. Aftrat hesum er pláss fyri nøkrum túrum, ið kunnu skifta frá ári til ár, og sum eru ætlaðir at kanna ymiskt, ið ikki er fevnt av teimum afturvendandi túrunum. – Í ár verða fleiri tí­ lík­ir túrar gjørdir, onk­untíð sum partar av øðrum túrum. Á Havstovuni vísa tey á, at tríggir túrar eru settir av til at kanna útbreiðslu og nøgdir av reyðæti (calanus finmarchicus) vest­anfyri, og haraftrat verð­ur tíð tikin av trim­um øðrum túrum til somu kanningar. – Reyðæti á djúpum vatni verður eisini kann­að á trimum túrum í Banka­ renn­uni fyri at vita, um reyð­æti kann veiðast í vinnu­ligum nøgdum á heysti og vetri. Í juni er ein vika sett av til at kanna útbreiðslu av kor­allum, og í oktober eru tvær vikur settar av til at kanna útbreiðslu og nøgdir av svartkalva hesa tíðina á árinum. Av afturvendandi túr­ unum verður botnfiskur á landgrunninum og á Føroyabanka kannaður á seks yvirlitstrolingum, uppsjóvarfiskur (sild og svartkjaftur) verður kann­aður á trimum túr­um, fiskayngul, plantu- og djóraæti, hiti, salt, føðslusølt og annað verða kannað á sjey túrum tilsamans, fiskur á djúpum vatni verður kannaður á einum túri, svartkalvi verður kann­ að­ur á einum túri, og ein túr­ur verður brúktur til at merkja tosk. – Ein onnur afturvendandi kanning er makrelur, og henda kanning verður gjørd við leigaðum skipi. Á Havstovuni vísa tey á, at tá hvør túrur er liðugur, verður ein túr­frá­greiðing skriv­ að, og hon verður løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni. Magnus Heinason fer eftir ætlan fyrsta túrin mikudagin 15. februar, og tá verður talan um hydrografikanningar. Lítil húka­ veiða undir Føroyum Fyrrverandi Hvilvtenni, sum Kjartan Joensen í Leirvík átti, var næst besta fiskiskip í Íslandi í 2016 Hvilvtenni næst bestur í Íslandi Í samráð við Reyða Kross Føroya fara kommunurnar í Vágum nú í gongd við tiltakið sambinding. Endamálið er at savna tilflytarar og føroyingar – til tess betur at kenna og skilja ymiska mentan Guðmundur í Nesi, fyrrverandi Hvilvtenni, sum Kjartan Joensen í Leirvík átti, fiskaði í fjør fyri umleið 160 miljónir krónur Mynd: Torleif Johannesen Kvotan á Flemish Kap er uppfiskað, og skipini eru á veg heim Mynd: Pól Eyðfinn Poulsen