Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 • fríggjadagur • 1. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Jógvan er leikbannaður Tað verður ikki Jógvan Arge, sum fer at hoyrast í Útvarpinum, tá lands- dystir verða leiktir á Cyp- ros og í Írlandi í næstum. Býráðsvalið stundar eisini til í Havn, og her er Jógvan sum kunnugt ein av kandidatunum á tjóð- veldisflokkinum. Tað hevur so viðført, at Arge- maðurin er leikbannaður hesaferð. Ístaðin verður útvarpsmanningin vænt- andi soleiðis, at Súni Merkistein verður einsa- mallur við mikrofonini á Cypros, meðan hann í Írlandi fer at fáa hjálp frá Hilmari Jan Hansen. Hetta er bara næsta landsliðsferðin, at Jógvan ikki verður við mikrofon- ina, síðani Føroyar fóru at spæla undankappingar- dystir. Tá Føroyar á heysti 2001 leiktu útidyst móti Jugoslavia, sá Jógvan sær ikki umstøður at fara til tann dystin. Jógvan Arge verður ikki við, tá landsliðið skal spæla á Cypros og í Írlandi Tríggir málverjar úttiknir Landsliðsvenjarin hevur givið Jákupi Mikkelsen longri freist at koma fyri seg í LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Eingin ivi er um, at Henrik Larsen ógvuliga fegin vil hava Jákup Mikkelsen við á landsliðsferðina til Kypros og Írlands. Trupulleikin er, at Jákup Mikkelsen er vøddaskaddur í lærinum. Jákup vandi eitt sindur við KÍ týskvøldið, men hann er ikki komin fyri seg aftur, og tað er framvegis opin spurningur, um hann fer at spæla við KÍ móti ÍF leygardagin. Í fyrstu atløgu gjørdi venjarin av at bíða við úttøkuni av einum málverja afturat Jens Martin Knud- sen. Nú hevur venjarin um- framt Jákupi Mikkelsen eisini givið Bárði Johanne- sen, málverjanum hjá HB, boð til landsliðsferðina. Í hesum liggur, at Jákup fær nakrar dagar eyka at koma fyri seg í, áðrenn slagið fer at standa á Kypros leyg- ardagin í næstu viku. Umframt Jákup Mikkelsen hevur Henrik Larsen eisini sent boð eftir Bárði Johannesen, so tað verða tríggir málverjar við á komandi landsliðsferðini 17 16 Nr. 187 - 1. oktober 2004 C M Y K 16