fríggjadagur 1. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2004
19
Leygarkvøldið verður
árligi fótbóltsdansur-
in í Mentanarhús-
inum í Fuglafirði.
Dansurin setir punkt-
um fyri eitt langt
kappingarár
Í nógv ár hevur tað verður
afturvendandi tiltak, at eitt
serligt dansitiltak er, tá
seinasta umfar í fótbólts-
kappingini verður spælt.
Soleiðis verður aftur í ár,
tí leygardagin verður sein-
asta vanliga umfarið í
kappingini spælt, og leyg-
arkvøldið er dansur í Ment-
anarhúsinum í Fuglafirði.
Tað er GÍ, sum skipar
fyri tiltakinum, og tað hev-
ur felagið gjørt í nógv ár.
Fyrstu árini var dansurin í
ítróttarhøllini á Kambsdali,
men nú er samstarv við
Mentanarhúsið í Fugla-
firði.
Tað plagar at vera gott
lag á fólki til hesi tiltøkini,
og fótbóltsspælarar fáa
høvi at taka sær av løttum,
eftir eitt langt og strævið
kappingarár. Vanliga koma
fótbóltsspælarar úr allari
Eysturoynni til dansin.
Showmenn spæla
Tað verður helst besti dansi-
bólkurin í løtuni, Show-
menn, sum fara at spæla til
dansin.
Nakrir av teimum mest
royndu føroysku popp- og
rocktónleikararnir manna
bólkin, og tað er ein fragd
at hoyra, hvussu væl sam-
anspældir teir eru.
Kim Hansen er odda-
maður í bólkinum, men
hinir tónleikarar hava allir
stóran týdning fyri tónleik-
in og framførslurnar, og teir
duga sera væl at supplera
hvønn annan á pallinum.
Her er veruliga talan um
dygd, og bólkurin spælir
bæði sangir, sum limirnir í
bólkinum hava skrivað, og
sangir hjá øðrum. Teir
fevna sera breitt, og teir
duga altíð at máta hitan
millum fólkið og geva
teimum tað, sum tey næst-
an bara kunnu droyma um
at fáa frá øðrum bólkum.
Showmenn
eru
Kim
Hansen (Sang og ljóm-
borð), Johannus á Rógvu
Joensen (bass), Jens Marni
Hansen (gittar) og James
Olsen (trummur).
Teir hava havt ein lítlan
steðg seinnu vikurnar, men
fara nú afur at spæla.
Fótbóltsdansur í Fuglafirði
Tey trý feløgini, sum
hava føroyingar í
hópinum, megnaðu
øll at spæla seg víðari
í steypakappingini
DANSKA
STEYPAKAPPINGIN
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Talan var um góðan dag hjá
føroysku feløgunum í næst-
bestu donsku deildini, tá ið
fjórða umfarið í steypa-
kappingini var á skránni
mikukvøldið.
Fremad Amager vann 3-2
á heimavøllinum, sum hesa
ferð var í Tårnby og ikki
Sundby, har einki ljósan-
legg er. Í steðginum sá
einki út, tí tá var Fredericia
frammanfyri 2-0. Í 2. hálv-
leiki
skoraði
Fremad
Amager trý mál. Andrew av
Fløtum var á vøllinum í 1.
hálvleiki, men hann kom
ikki innaftur eftir steðgin.
Hinir báðir føroysku spæl-
ararnir hjá Fremad Amager
eru framvegis heilt uttan-
fyri hópin.
Felagið hjá Johan Byrial
Hansen,
Horsens,
átti
heimavøll móti superligu-
felagnum Silkeborg. Gest-
irnir vóru tvær ferðir á
odda, men Horsens vann 4-
3. Tá ið vanliga leiktíðin
var farin, var støðan 2-2.
Sigursmálið varð skorað í
102. minutti.
Felagið hjá Jón Róa
Jacobsen vann á heimavølli
3-0 á superliguliðnum hjá
Randers. Gestirnir mistu
ein mann í 17. minutti.
Brotsspark varð dømt, tí
hann á strikuni hevði bjarg-
að við hondini. Frem mis-
nýtti brotssparkið, men
longu undan steðginum
høvdu teir skorað tey trý
málini, sum bóru tryggan
heimasigur við sær.
Jón Rói var á vøllinum
allar 90 minuttirnar, og í
Frem siga tey, at miðverjan
enn eina ferð stóð seg
ógvuliga væl.
Fimta umfarið verður 27.
oktober. Lutakast var í gjár.
Hjá føroysku feløgunum
fall luturin soleiðis: Frem-
Skjold, Fremad Amager-FC
Nordsjælland,
Horsens-
AaB og FCK-OB. Har-
afturat er tað áhugavert, at
oddaliðið í superliguni,
Brøndby, skal spæla í Es-
bjerg.
Góður dagur hjá
føroysku feløgunum
19
18
Nr. 187 - 1. oktober 2004
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð eydnaðist
tað unglingunum hjá
EB/Streymi, sum hava
manning úr Vest-
manna og til Eiðis, at
ogna sær meistara-
skapin
FM FYRI UNGLINGAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltslagið í Sundalag-
num og í bygdunum har á
leið er gott, og spenningur-
in er, sum hann ongantíð
hevur verið áður. Mána-
kvøldið var EB/Streymur í
1. deild við stórum fylgi á
Svangaskarði, og tá lagaði
tað seg soleiðis, at teir nú
leygardagin hava møgu-
leika
at
vinna
fyrstu
bronsumerkini nakrantíð.
Um tað fer at eydnast, verð-
ur avgjørt í morgin, tá ið
Skála fer at vitja á Mølini.
Mikukvøldið vóru ung-
lingarnir hjá EB/Streymi á
Svangaskarði. Har spældu
teir FM finalu móti HB,
sum plagar at vinna nógv.
Heimafylgið hjá EB/Streymi
var upp ímóti teimum
hundrað ella kanska meiri
enn fýrafalt áskoðaratalið
hjá HB.
Tað sást beinanvegin, at
EB/Streyma menninir vóru
ógvuliga uppsettir, og at tað
fór at verða torført hjá HB,
sum hevði fýra á liðnum, ið
hava roynt seg á meistara-
liðnum í 1. deild, at fóta
sær.
Men tað eydnaðist HB at
seta hol á, tá ið eitt stórt
korter var farið. Rókur
Jespersen umsetti úr ellivu
metrum, eftir at dómarin
hevði bríkslað fyri brots-
sparki, sum EB/Streymur
ongantíð átti at havt gjørt.
Teir á samansetta liðnum
góvust ikki. Teir spældu
væl og ágrýtið, og eftir
stóran hálvan tíma eydnað-
ist tað Arnbjørn T. Hansen
at javna, eftir at Búgvi Øst-
er hevði sneitt seg ígjøgn-
um í høgru og lagt innfyri.
Støðan helt sær til tað
restaðu tjúgu minuttir. Í 2.
hálvleiki gekk nokk so
nógv fyri seg á helvtini hjá
EB/Streymi, men Brian
Hansen í EB/Streyma mál-
inum varð ikki ofta settur á
serligar royndir. EB/Streym-
ur var fleiri ferðir framvið.
Tróndur Kragesten í HB
málinum hevði góða bjarg-
ing, og Arnbjørn T. Hansen
hevði fínan stútara á tvør-
træið aftanfyri HB málverj-
an.
Sigursmálið
skoraði
Tonni Kruse við góðum
langskoti, ið fór uppum
málverjan og dúkkaði dygst
undir tvørtræið. Síðstu løt-
una royndi HB at trýsta,
men teir komu ikki til upp-
lagdar møguleikar. Mið-
verjan stóð stinn, allir
stríddust sum leyvur, og tá
ið Dagfinn Olsen hevði
bríkslað fyri síðstu ferð, og
Karl Vidtfeldt
handaði
steyp og gullkrónur til
vinnararnar, var fagnaðurin
ógvuliga stórur.
Men á Eiði og har á leið
høvdu tey ikki stundir at
gera nakað serligt burturúr
mikukvøldið. Í gjárkvøldið
skuldi 3. deildarliðið spæla
útsetta dystin á Svanga-
skarði, og leygardagin fer
slagið at standa á Mølini
móti Skála.
Nógvar bygdir
Magnus
á
Stongum,
kommunulæknin á Eiði,
sum eisini er limur í FSF
nevndini, hevur verið venj-
ari hjá vinnandi liðnum,
síðani teir vóru smádreing-
ir. Hann letur væl at hug-
inum at dríva á og venja, og
tað er eyðsýnt, at fótbólts-
evnini eru góð. Í fjør taptu
teir steypafinaluna móti GÍ
og FM finaluna móti HB.
– Hetta liðið hevur nógvu
tey seinastu árini vunnið
heiðursmerkir. Sum oftast
hevur HB verið best, men
mikukvøldið fekk eg skjótt
kensluna av, at hetta kundi
gerast okkara dagur. Teir
vóru brandar. Stríddust
nógv og spældu væl, og tað
sigur seg sjálvt, at vit unna
teimum so hjartaliga, at tað
loksins eydnaðist teimum
at vinna gull.
Tað kann ikki sigast ann-
að, enn at hetta liðið er gott
dømi um, hvussu væl tað
kann hilnast, tá ið fleiri
bygdir, sum ikki sjálvar
megna at manna lið, finna
saman. Niels Andreasen og
Karl Johan Djurhuus eru úr
Vestmanna, Jákup Andreas
Joensen er úr Kvívík,
Marni Djurhuus, Búgvi
Øster og Arnbjørn T. Han-
sen eru úr Kollafirði, Eirik-
ur Jacobsen úr Hósvík, Bri-
an Hansen úr Hvalvík, Bri-
an Olsen og Edvard Pauli
Andreasen eru úr Tjørnu-
vík, Bárður Olsen er úr Vík,
Rólant Waag Dam og Leif
Niclasen eru av Norðskála,
og Jens Tonny Egilstrøð,
Janus Haraldsen og Tonni
Kruse eru av Eiði.
Í 1994 vóru fýra av
dreingjunum við til at vinna
FM í smápiltadeildini fyri
Streym. Teir vóru Marni
Djurhuus, Búgvi Øster,
Arnbjørn T. Hansen og
Bárður Olsen. Saman við
teimum vóru eitt nú Gert
Hansen og Hans Pauli
Samuelsen, sum nú eru ov
gamlir til unglingaliðið.
Í 2000 og í 2001 vann
EB/Streymur FM fyri piltar
á hálvum vølli. Sjey av
teimum, sum mikukvøldið
vunnu FM fyri unglingar
kunnu halda fram í deildini
næsta ár. Magnus á Stong-
um
ivast
ikki
í,
at
EB/Streymur eisini næsta
ár fer at hava lið í unglinga-
deildini. Talan verður um
gott fótbóltslið, men hann
torir ikki at siga, at teir fara
at vera við í FM kappingini
longu næsta ár aftur, tí
miðalaldurin verður nakað
lágur.
– Men vit eiga nógvar
ungar spælarar, sum fara at
gera um seg komandi árini,
staðfestir unglingavenjarin.
Sosialurin ynskir honum og
EB/Streyma unglingunum
og øllum teimum omanfyri
nevndu bygdunum og øll-
um hinum – eitt nú við
Gjógv, á Oyrabakka og
Oyri – sum taka á við
EB/Streymi, tillukku við
fyrsta
meistaraheitinum
nakrantíð í unglingadeild-
ini.
HB-EB/Streymur 1-2 (1-1)
1-0: Rókur Jespersen (br.), 17
1-1: Arnbjørn T. Hansen, 32
1-2: Tonny Kruse, 71
HB-EB/Sreymur 1-2 (1-1):
Sundalagið søguligan sigur
EB/Streymur gjørdist føroyameistarar í unglingadeildini
Standandi frá vinstru: Magnus á Stongum, venjari, Marni Djurhuus, Edvard Pauli Andreasen, Karl Johan Djurhuus, Búgvi Øster, Eirikur Jacobsen, Brian Olsen, Bárður Olsen, Janus Haraldsen
og Niels Andreasen.
Húkandi frá vinstru: Rólant Waag Dam, Jens Tonny Øssursson Egilstrøð, Arnbjørn T. Hansen, Jógvan Andreas Joensen, Leif Niclasen, Brian Hansen og Tonny S. Kruse
C
M
Y
K
18