fríggjadagur 1. oktober 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 187 - 1. oktober 2004
Nr. 187 - 1. oktober 2004
21
Í dag hin fyrsta oktober ár
2004 kann Landssjúkra-
húsið hátíðarhalda tvinnar
merkisdagar.
Liðin eru 35 ár síðani
Statshospitalið/psykiatriska
deild var sett á stovn, og
samstundis verður tann
nýggi, stásiligi sjúkrahús-
bygningurin G alment tikin
í nýtslu.
Ein psykiatrisk deild
hevði leingið verið í um-
búna sum ein neyðug sjálv-
fylgja, al tann tíð uml.
fjóðri hvør av okkum
íbúgvum skuldi átt slíkan
dugna á í lívinum. Mann
hevði leingi hjálpst sum
frægast og við at senda tey
ringast sjúku av landinum
og tíanverri mangan fyri
vell, men seinast í sekstiár-
unum læt so danska innan-
ríkisráðíð byggja eitt eftir
tátíðarmeti stásiligt og full-
dygt sjúkrahús til sinnis-
veikar føroyingar í Føroy-
um, har tað eisini gjørdist
møguligt at bjóða útlagnum
føroyskum sálarsjúklingum
heimaftur at fáa viðgerð og
røkt á minst líka frægum
støði sum aðrastaðni.
Har var sanniliga brotið
burturúr nýggjum, og væl
hevur hilnast bæði so og so.
Støðið var høgt bæði tími-
liga og fakligt, og hóast al-
menningurin leingi tóktist
firnast at hava fingið sálar-
sjúkar landsmenn millum
sín í gerandislívinum, so er
hugburðurin
umsíðir
broyttur nógv betra vegin,
og longu í 1976 var Stats-
hospitalið latið føroyska
sjúkrahúsverkinum sum ein
psykiatrisk deild javnbjóðis
øllum øðrum sjúkrahús-
deplum og við sjálvsagdum
tænastuveitingum tvørtur
um øll onnur deildarmørk.
Og sum so hevur nú
psykiatriski depilin virkað
sum ein náttúrligur liður í tí
samlaða føroyska sjúkra-
húsverkinum og verið vird-
ur sum slíkur.
Psykiatriski depilin er
støðugt broyttur og mentur,
so sum tíðin hevur kravt
tað.
Eitt skifti var seingjatalið
oman fyri hundrað og ár-
liga brúkið av seingjadøg-
um omanfyri 30.000, hag-
talsliga svarandi til at
knappliga hvør føroyingur
kundi verið innlagdur ein
dag árliga, men síðani hev-
ur rákið verið at avgreiða
sum mest ambulant og ann-
ars stytta um innlegg-ingar-
tíðina, so at tað nú bert eru
uml. 65 seingjapláss.
Samstundis
er
onkur
seingjardeild gjørd um til
dagdeild, onnur til 5-daga-
deild, eins og tað eru fingin
sambýli úti um landið at
útskriva sjúklingar til, sum
annars høvdu verið verandi
óneyðuga leingið á sjúkra-
húsinum.
Eitt skifti var eisini økis-
psykiatrisk tænasta úti um
landið, sum tó varð støðgað
av fíggjarávum og faklig-
um manningartroti, men nú
er so ætlanin at royna henda
dugna av nýggjum sum lið í
eini veruligari sosialpsyki-
atri.
Hóast tað hevur tikið tíð
at venja fólk við psykiatr-
iska depilin, og at føroying-
ar sjálvir taka ábyrgd fyri
sínum sálarsjúku meðborg-
arum, og tað kanska eisini
stundum hevur skortað upp
á politiskt og umsitingarligt
forstáilsi fyri m.a. fíggjar-
ligum játtanum, so hava
starvsfólk yvirhøvur sýnt
eitt ótrúligt seiggi og trú-
festi fyri søkini.
Psykiatriska deild er til-
tikið gott arbeiðspláss, har
mong hava starvast óslitið
øll síni arbeiðsár, og onnur
eru komin aftur aftaná at
hava nomið sær framhalds-
útbúgving, og hóast liðin
eru 35 ár og harvið dastið
av einum starvsaldri, virka
enn nøkur av teimum und-
angongufólkum, sum byrj-
aðu hin minniliga 1. okt.
1969.
Deildin hevur seinru ár-
ini megnað væl at profilera
seg úteftir yvirfyri fólki, og
eitt nú hava yngri starvs-
fólk fingi í lag psykiatri-
undirvísing fyri brúkarar,
sjúklingar sovæl sum av-
varðandi, og tað er fingin
betri samróður við áhuga-
felagið Sinnisbata viðv.
upplýsing og í aðrar mátar
søk teirra sinnisveiku.
Sjálvur untist tað mær at
virka millum hetta væla lið
í yvir 30 ár, og eg kann siga
tað einaferð afturat, at av
øllum
framstigum
hesi
mongu ár so meti eg kortini
tað týdningarmesta vera
h u g b u r ð s b r oy t i n g i n
manna millum rætta vegin,
har fólk eru vorðin tilvit-
andi um, at sálarsjúkur ikki
longur er nakað ófrættakent
fremmant, sum bert rakar
onnur,grannan og hini, men
ein partur av lívsins veru-
leika, sum vit í samhalds-
festi øll vara av.
Samanumtikið ivist eg
ikki í, at psykiatriski depil-
in eigur framtíðina fyri sær,
síðani har eru so mong
eldhugað starvsfólk í góð-
um árum, og tað serliga er
millum tey yngru starvs-
fólkini, at framtøkini spíra
og verða framd í verki.
Tillukku
øll
somul,
starvsfólk sovæl sum brúk-
arar, takk fyri gott samstarv
øll tey mongu ár og góðan
byrð frameftir.
Og nú júst 35 ár seinri
kann so Landssjúkrahúsið
hátíðarhalda sína fyrstu
stóru nýbygging síðan, og
samstundis sum sjúkra-
húsið fyrr í ár rundaði tey
80 árini.
At nýggi, stásiligi G-
bygningurin kom í tøkum
tíma er lítið at ivast í.
Gomlu sjúkrahúshølini
hava leingi verið púra nið-
urslitin av nógvum virk-
semi, tøknin somuleiðis.
Tað er undrunarvert, so
trúgv og tolin starvsfólk
hava verið hesi alt ov
mongu ár, meðan bíðað
hevur verið eftir betri um-
støðum fyri sovæl brúkara
sum starvsfólk ,og eg vænti
at hesar so nógv fram-
komnu umstøður fara at
lyfta alt virksemi upp á eitt
hægri støði og bøta mun-
andi um trivnaðin.
Sjálvur minnist eg væl
afturá, tá eg sjálvur eitt
skifti
varð
fluttur
frá
gomlu, slitnu psykiatrisku
deild á Ríkissjúkrahúsinum
yvir á neurologisku deildir-
nar í tí tá nýgjørda sentral-
kompleksinum at arbeiða.
Tað gjørdist eitt heilt annað
flog yvir arbeiðinum og
sínamillumtrivnaðinum.
Og nakað tað somu kensl-
una kendi eg ,tá eg fyrstu
ferð kom inn á okkara ný-
bygda psykiatriska sjúkra-
hús í 1970. Har var alt so
snøgt , reint og frískligt, og
eg kendi tað so týðiliga
hava positivt árin á virkis-
fýsni
starvsfólkana
og
trivna brúkaranna við.
Hjartaliga tillukku hini
gomlu,trúgvu og tolnu- tit
hava virkuliga fortjent tað.
Heilsan
Ey Jo, gamlipsyk.
Landssjúkrahúsið
tvífalt hátíðarhald
Nækrir av upprunapionerunum frá 1969: Frá vinstru: Jóhanna Krosstein,enn virkandi sj.systir, Edna Midjord ,táverandi
læknaskrivari, Anna Debes,sj.systir,deyð, Petry,enn virkandi deildarsj.systir, Tordis av Skarði, skrivari hjá Árna, nú pens.,sjálvur
Árni Olsen ,yvirlækni, nú deyður, Margret Niclasen, fyrrv.deildarsj.systir, nú pens.,Signhild Johannesen, fyrrv.yvirsj.systir,nú
pens. og Marin Samuelsen, enn virkandi deildarsj.systir. (Myndin er frá uml.1990, tá Árni Olsen gavst vegna aldur, 7o ára
gamal)
Á morgumfundi við kaffi og bollum afturvið seinast í farnu øld. Frá vinstru: Maria Vang, hjalparlækni, Vilgerð Astridardóttir,
táverandi yvirsj.systir, nú deyð, Heri Berg, táverandi leiðndi yvirlækni, nú deyður, Edna Midjord, táverandi leiðsluskrivari,
Eyðun Joensen,psykologur, nú penssioneraður og Sofus Joensen, núverandi leiðandi yvirlækni.
Hugin
PDF
100%
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3853
Navn: Sp/f Masuka
Adressa: 620 Runavík
Kommuna: Runavíkar
Kommuna
Stovningardato: 09.09.2004
Viðtøkudato: 09.09.2004
Kapitalur: Kr. 90.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 90.000,00 til kurs
100.
Stovnarar: Maritha
Jóhansdóttir Danielsen, 490
Strendur, Karhild Johansen,
Æðuvíkarvegur 16, 645
Æðuvík og Sunneva Petersen,
Leitisvegur 73, 600
Saltangará.
Stjórn: Maritha Jóhansdóttir
Danielsen, 490 Strendur
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra.
Grannskoðari:
Grannskoðarastovan v/
Eyðbjørg Thorleivsson &
Páll Højgaard, 460 Skála
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
09.09.2004 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er at reka handil,
matstovuvirksemi og annað
starv í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 29.
september 2004
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3594,
Sp/f Royndin Fríða, 530
Fuglafjørður.
Viðtøkur broyttar:
07.09.2004.
Kapitalur:
Hækking við kr. 100.000,00
til kr. 370.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 100.000,00 til
kurs 400
Nevnd:
Innkomin í nevndina: Edva
Jacobsen, 530 Fuglafjørður
(formaður), Óli Marner
Christiansen, Traðargøta 10,
700 Klaksvík og Elibert
Jacobsen, 530 Fuglafjørður.
Tekningarreglur:
Felagið verður teknað av
stjóranum,
nevndarformanninum, ella
allari nevndini í felag.
Skráseting Føroya tann 24.
september 2004
Kristin Balle
_______________________
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
21
20
Leygarkvøldið verður ein
stuðulskonsert til frama
fyri Ísrael. Konsertin verð-
ur
hildin
í
Lærara-
skúlahøllini, leygarkvøldið
9. oktober kl 20.00. Havn-
arkórið og onnur syngja.
Atgongumerki kosta 200
kr, og allur peningurin fer
óskerdur til mat og klæði til
fátæk á gøtunum og hjálp
til barnafamiljur, ið hava
mist forsyrgjara.
Fyrireikararnir siga, at
orsakað av ófriði, ótrygg-
leika og yvirgangsatsókn-
um, er støðan í Ìsrael sera
vánalig. Mong ósek hava
latið lív og onnur eru skadd
fyri lívið. Tað er fyri hesi
fólk, at farið nú verður
undir eina innsavning.
Fyrireikararnir
leggja
dent á, at mannamunur ikki
verður gjørdur, tá ið latið
verður, og teir vóna, at
føroyingar fara at taka væl
undir við hesi innsavnan.
–eys–
Nýggja passið
Fríggjadagin 1. oktober
gevst fútaskrivstovan at
gera pass. Tá kemur
nevniliga nýggja hátøkni-
liga trygdarpassið í gildi,
og útgerðin til hetta
passið sigst at vera so
kostnaðarmikil, at tað
ikki loysir seg at fáa hana
heim til Føroyar. Øll pass
eftir verða tískil gjørd í
Danmark eftir 1. oktober.
Tey, ið skulu av landin-
um, mugu sostatt minnast
til at kanna passið í góðari
tíð. Fútaskrivstovan rokn-
ar nevniliga við umleið
tveimum til trimum vik-
um í avgreiðslutíð.
Tey eru fleiri, ið millum
ár og dag hava fingið nýtt
pass útskrivað í skundi,
beint áðrenn farið varð av
landinum, men hetta fer
framyvir ikki at bera til
longur.
Tey, ið hava eitt gald-
andi pass, nýtast tó ikki at
loypa á leistum, tí einki
krav verður sett til umbýt-
an av passinum. Einasta
fólk mugu minnast til, er
at biðja um nýtt pass í
góðari tíð.
Frá 1. oktober at rokna,
verður eisini neyðugt hjá
foreldrum, at fáa nýggj
pass til børnini undir 15
ár. Higartil hevur borið til
at hava tey standandi í
passinum hjá foreldrun-
um, men tann reglan er nú
broytt.
–eys–
Stuðulskonsert í
Læraraskúlahøllini