Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLEIRI NÝGGJ FØROYSK MET Hetta vikuskiftið eru nýggj føroysk met sett bæði í svimjing og í frælsum ítrótti. Eisini hava kappingar verið í borðtennis og í kurvabólti Pætur Albinus BORÐTENNIS 35 luttakarar vóru við, tá grand prix- kapping varð spæld í Trongisvági leygardagin. Hetta var fimta og næstseinasta umfar í røðini av seks, nú kappingarárið er farið at halla og endabresturin, nevniliga FM, verður um góðar tveir mánaðir. Úrslitini í fimta umfari vóru hesi: Bólkur A: 1. Pætur Albinus (TÓR), 2. Peter Niclasen (TÓR), 3. Knútur Jóannesarson (TÓR), 4. Sveinur M. Nolsøe (TÓR), 5. Anna Mikkjalsdóttir (TBF), 6. Kai Roest (TBF), 7. Fríði Jensen (TBF), 8. Durita F. Jensen (TÓR) Bólkur B: 1. Sjúrður Hjaltason (TÓR), 2. Helgi Ólavsson (TBF), 3. Ári F. Jensen (TÓR), 4. Maria Albinus (TBF), 5. Victoria Debes (TBF), 6. Noomi Eysturberg (Royn) Bólkur C: 1. Hjalgrím Højgaard (TBF), 2. Britt Mikkelsen (TBF), 3. Olivur Thomsen (TBF), 4 .Hallur Ferjá (TBF), 5. Martin B. Jacobsen (TÓR), 6. Hanna Højgaard (TBF). 7 Róa Muller (Royn) Bólkur D: 1. Bára Guttesen (TBF), 2. Anja Wongwai (TBF), 3. Beinta Dalfoss (TBF), 4. Marin Elisabeth Poulsen (Royn), 5. Jósvá Højgaard (TBF), 6. Marta Maria Holm (Royn). 7. Mikkal Tummasarsson (TBF), 8. Tove L. Andreasen (TBF) Bólkur E: 1. Rakul Rúnadóttir (TBF), 2. John Bærendsen (TBF), 3. Heini Hermansen (TBF), 4. Olivur Joensen (TBF), 5. Maria B. Hansen (Royn), 6. Ninna Holm (Royn) FR. ÍTRÓTT 55 føroyingar úr hava um viku­ skiftið luttikið í Stórmót í Reykjavík, og tað bleiv til nógv føroysk heiðursmerki. Tað allarfyrsta vann Miso Buha, sum fekk bronsu í 60m-renning í dreingjum 14 ár við tíðini 8,04. Oddvør Josephsen vann gull á 800m-teininum hjá gentum 16-17 ár. Hon vann greitt við tíðini 2.25,70. Á sama teini og aldursbólki hjá dreingjum vann Dánjal Dahl Ljósheim silvur við tíðini 2.08,48. Á 60m-teininum hjá dreingjum 12 ár vann Eiri J. Glerfoss gull og Jónas Isaksen silvur. Tíðirnar vóru ávikavist 8,84 og 8,91. Teir báðir, í øvugtari raðfylgju, vunnu eisini silvur og gull í longdarlopi, har Jónas hoppaði 4,28m og Eiri 4,44m. Á sama teini hjá dreingjum 15 ár vann Andresas Bjarnastein Antoft silvur við tíðini 7,75, og á sama teini hjá gentum 15 ár vann Birita Ryan bronsu við tíðini 8,45 og hjá gentum 13 ár Børka Berg Jørgensen bronsu við tíðini 9,02. Hjá gentum 16-17 ár vann Elisabet Holm Simonsen bronsu við tíðini 8,22. Hetta var samstundis nýtt før­oyskt met. Á 800 metrum fyri gentur 15 ár vann Maria Biskop­ stø gull við tíðini 2.20,32, og á 1.500 metrum fyri gentur vann Rebekka Fuglø gull við tíðini 4.43,82. Eisini hjá dreingjunum var gull á 1.500 metrum, nevniliga Julian Gregersen við tíðini 4.05,70, sum harvið tók føroyska metið hjá Marnari Djurhuus. Í trístøkk fyri kvinnur vann Margit W. Fríð­ mundsdóttir gull við longdini 10,21 frammanfyri Ednu Mariu Debes. Hjá dreingjunum vann portugisin í Bragdinum, Xavier Magalhaes, bronsu við longdini 12,06. At enda hendan fyrsta dagin vann Hans Erland Thomsen bronsu í longdarlopi. Hann leyp 5,08 metrar. Annan kappingardagin legði Børka Berg Jørgensen fyri við at vinna bronsu í 60m-renning fyri gentur 13 ár við tíðini 11,32. Í kúlu­varpi hjá gentum 15 ár vann Óluva Allansdóttir Joensen við einum kasti, ið rakk 11,45m. Maria Biskopstø var aftur í góðum formi hendan dagin og vann nú gull á 3.000 metrum við tíðini 11.11,89. Hetta var kappingarmet, hóast hon var merkt av 800-renningini dagin áðrenn. Í hæddarlopi vann Andreas B. Antoft silvur eftir at hann leyp upp um 1,72m. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og teir úr Bjerringbro-Silkeborg høvdu eina trupula uppgávu fyri, tá ið teir leygardagin vóru á vitjan hjá PSG í Champions League-bólka­ spælinum. Tað bleiv tó ikki til nakran avsmurning, tí heimaliðið vann 32-27 eftir hálvleiksstøðuna 18-13. Jóhan skeyt trý mál av høgra vongi, meðan Nikola Karabatic var stórspælandi fyri heimaliðið og skeyt heili 11 mál. Mikkel Hansen skeyt seks. Danska meistaraliðið er framvegis við í spælinum um sætta plássið í bólkinum og harvið víðari luttøku til 1/8-finalurnar. Kravið er, at Bjerringbro-Silkeborg vinnur á útivølli ímóti polska Wisla Plock næsta vikuskifti. KURVABÓLTUR 6. umfar í landskappingini varð spælt leygardagin, tá ið annað av høvuðsstaðarfeløgunum, Sporð­ drekin, fekk vitjan av suverena oddaliðnum av Toftum, Ravni. Ravnur legði betur frá landi og var á odda 30-21 í hálvleikssteðginum, og í seinna hálvleiki skrædnaði tað fullkomiliga. Ravnur vann at enda dystin stórt 60-27. Toppskjúttar í dystinum vóru Kasper Andersson hjá Ravni við 13 stigum og Magnus Jakobsen hjá Sporðdrekanum við 10 stigum. Støðan í kappingini er, at Ravnur helst hevur tryggjað sær annað finaluplássið við sínum fýra sigrum, meðan Hamar og Sporðdrekin bæði hava eitt stig, men Hamar tó betri málúrtøku. Kapp­ingin er komin í helvt. Næsti dystur verður leiktur kom­andi leygardag, og hann er ímill­um havnar­feløgini Hamar og Sporð­ drekan. SVIMJING Ægir-stevna hevur verið í Klaksvík um vikuskiftið, og har gjørdist tað til eitt nýtt føroyskt met. Tað stóð Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag fyri. Metið setti hon í 1500m frísvimjing, har hon svam við tíðini 17:12.63. Hetta var ein greið betring av gamla metinum, sum Mona Simonsen setti í 2008 við tíðini 17:23.25. Vár tók samstundis sítt egna juniormet á teininum, sum var á 17:26.75. Føroyski Dan Hjelm er ein av teimum 26 útvaldu, sum skulu døma HM í Ungarn í juli. Tað skriv­ar svimjing.com. Dan er roynd­ur dómari – eisini altjóða, har hann eitt nú hevur dømt EM og NM, men hetta verður heilt greitt størsta uppgáva hansara, nú hann hevur fingið í lut at vera ein av dómarunum í sjálvastu HM-kapp­ingini. Kappingin fer fram í ungarska høvuðsstaðnum Budapest. STUTTSØGD TÍÐINDI Knútur Jóannesarson úr TÓR Vár E. Eidesgaard Bjarni W. Zachariasen úr Ravni