Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Rómurin var øgiligur á bæði leikarum og viðhaldsfólkum, tá ið StÍF spældi seg í steypafinaluna Peter Krogh og viðleikararnir hava møguleikan at endurvinna steypakappingina HAVA FYRR ARGAÐ HOY­VÍKINGAR StÍF hevur vunnið seg í finaluna ímóti H71, sum má metast at vera favorittur. Men áður hevur tað borið til hjá strandingum at arga hoyvíkingarnar Nele Heldarskarð Annað árið á rað verður føroya fremsta hondbóltsfelag, H71, at finna í finaluni hjá monnum í Faxe Kondi-kappingini. Hoyvíkingar løgdu lunnar undir finaluluttøkuna mikukvøldið, tá ið teir vunnu 29- 26 í fyrru hálvfinaluni ímóti VÍF í Hoyvíkshøllini. Lagt var upp til eina spennandi seinnu hálvfinalu í høllini í Vestmanna í gjár, men spenningur var nærum ongin í hesum dystinum, tí H71 vann heili 25-19 og harvið 54-45 samanlagt. – Vit høvdu gott tamarhald á vest­menningum í verjuni, og tað var ein av lyklunum hjá okkum. Vit høvdu vónað og tosað um, at vit skuldu koma væl frá byrjan, og tað eydnaðist, sigur Sonni Larsen, venj­ ari hjá H71, eftir seinna dystin. StÍF hevði trupult útgangsstøði, tá ið neistamenn vitjaðu í høllini á Skála í gjár. Fyrra hálvfinaludystin vann Neistin nevniliga við fýra mál­ um, 28-24, mikukvøldið, og tí skuldu strandingar gera eitt ord­ans hál á heimavøllinum. Hetta eydn­aðist tó til fulnar, tí við sigri áljóðandi 31-25 vunnu strandingar saman­lagt við tveimum málum, 55-53. – Eg eri stoltur av mínum dreingj­ um. Mikukvøldið spældu vit illa, men vit vóru sum ham­skift­ir í dag. Dreingirnir halda tak­tikkin, og teir eiga heiðurin fyri hend­an sigurin, sigur venjarin hjá StÍF, Tomasz Zilber­ berg, eftir týdn­ingarmikla sig­urin. Í fjør spældu StÍF og Neistin eisini hálvfinalu sínamillum, og tá var søgan umvend. Tá vunnu strand­ingar við fýra málum í fyrru hálvfinaluni, meðan neistamenn svaraðu sterkt aftur við at vinna við heili átta málum í seinnu hálvfinaluni, sum tá varð spæld á Hálsi. Sostatt hava teir hjá StÍF nú fingið sína hevnd fyri finaluna, ið varð skrykt úr teirra hondum í farna kappingarári. H71 er favorittur – men Við síni oddastøðu í FTZ-deildini og gullreinu hagtølum í ársins steypa­ kapping, ið higartil sigur fimm sigrar í fimm dystum, so er ongin ivi um, at hoyvíkingar fara inn til finaluna sum greiðir favorittar, eins og teir vóru í finaluni ímóti neista­monnum í fjør, sum H71 vann triva­ligt. Verður hugt eftir dystunum ímill­um liðini bæði í hesum kapp­ ingar­árinum, so kann H71 eisini finna sjálvsálit og gott treysti. Í báðum dystunum ímillum liðini, sum eru spældir á Skála í hesum kappingarárinum, hevur H71 vunn­ið við ávíkavist 13(!) og trimum mál­um. Men strandingar hava áður prógvað, at teir kunnu gera ein vørr ímóti H71. Síðst í oktober hitt­ ust steypafinaluliðini í dysti í Hoy­ víkshøllini, sum endaði 25-25. Og eiheldur skal gloymast, at í farna kappingarári var StÍF fyrsta liðið í landskappingini at vinna ímóti H71, sum tá var um reppið at fara ígjøg­ num fyrru kappingarhelvt ósigrað. Sostatt er StÍF eitt lið, ið sigurs­ vandu hoyvíkingarnir kunnu hava sínar trupulleikar ímóti. Tomasz Zilberberg er eisini vónríkur um møgu­leikarnar hjá sínum liði í steypa­finaluni. – Hetta kappingarárið hevur víst, at vit kunnu spæla upp ímóti H71 á einum góðum degi, men somuleiðis hava vit sæð, at vit kunnu blíva flongdir av hoy­vík­ ingum. Eg vænti mær ein javnan dyst við 50/50 hjá báðum liðum at vinna, sigur Tomasz Zilberberg. StÍF er tiltikið fyri at vera eitt gott steypakappingarlið, og nú eru strandingar so í síni fyrstu steypafinalu síðani 2013. Men tað svitast ikki, at størru vænt­anirnar eru til hoyvíkingar, sum hava møguleika at endurvinna steypa­ kappingina, tá ið liðini trína inn á gula gólvið í høllini á Hálsi komandi leygardag. H71-VÍF 29-26 (15-13) H71: Pætur Thomsen 7, Peter Krogh 6, Helgi Hoydal 4, Jónas Djurhuus 3, Hilmar Leon Jakobsen 2, Dánjal Tórgarð 2, Bogi Gaard Davidsen 2, Rúni Vest Højgaard 2, og Sigmundur Nolsø 1. VÍF: Filip Jojic 9, Áki Egilsnes 8, Agnar Joensen 3, Sjúrður Olsen 2, Bjarti Hansen 2, Julian Olsen 1 og Rói Lamhauge 1. VÍF-H71 19-25 (6-12) VÍF: Filip Jojic 6, Sjúrður Olsen 4, Áki Egilsnes 3, Rói Lamhauge 3, Julian Olsen 2 og Bjarti Hansen 1. H71: Peter Krogh 5, Rúni Vest Højgaard 4, Helgi Hildarson Hoydal 4, Hans Kári Hansen 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Jónas Gunnarsson Djurhuus 3, Pætur Thomsen 2 og Bogi Gaard Davidsen 1. Neistin-StÍF 28-24 (14-12) Neistin: Rói Berg Hansen 10, Teis Horn Rasmussen 5, Herbjørn Lava 3, Torstein Balle 3, Teitur Magnusson 3, Torkil Hentze 2, Rune Olsen 1 og Frank Askildsen 1. StÍF: Sveinur Justinussen 7, Kjartan Johansen 5, Borgar Persson 4, Allan Norðberg 3, Pætur Johansen 2, Jónfinn Rasmussen 1, Pætur Joensen 1 og Fríði Djurhuus 1. StÍF-Neistin 31-25 (15-10) StÍF: Sveinur Justinussen 11, Allan Norðberg 6, Pætur Johansen 6, Kjartan Johansen 4, Borgar Persson 3 og Marius Joensen 1. Neistin: Teis Horn Rasmussen 10, Frank Askildsen 5, Rói Berg Hansen 4, Torkil Hentze 3, Torstein Balle 2 og Andras Joensen 1.