Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Steypafinalan hjá kvinnum í 2017 verður ímillum liðini, sum ivaleyst eisini fara at spæla FM- finalur sínamillum seinni í ár. Tey eru einaráðandi høvuðsstaðarfeløgini, Neistin og Kyndil Nele Heldarskarð Spenningurin hevur verið so sum so í steypakappingini hjá kvinn­um í ár. Tað hevur víst seg tey seinastu árini, at ongin lið megna at standa neista- og kyndilskvinnum kurl, og hetta hevur eisini verið eyð­ sæð í hesum kappingarárinum. Hóast næstan ein triðingur av lands­kappingini manglar, so hava bæði liðini næstan tryggjað sær finalu­pláss matematiskt, og í steypakappingini hava bæði liðini gjørt reint borð við fimm sigrum í part í trimum bólkaspælsdystum og tveimum hálvfinaludystum. So­statt verður borðreitt við høv­ uðs­staðar­finalu í høllini á Hálsi komandi vikuskifti ímillum Neistan og Kyndil komandi vikuskifti. Marjun komin fyri seg Neistin var bert í bólki við tveimum liðum, StÍF og VÍF, ið neistakvinnur ikki fingu tað stóra høvuðbrýggið av. Í hálvfinalunum ímóti VB tók Neistin stóra fetið undanfarna vikuskiftið, tá ið útidysturin í Vági varð vunnin við fimm málum. Síðani tryggjaðu neistakvinnur sær finaluplássið í gjár, tá ið VB varð sent suður aftur við tapi á 27-23 og harvið samlaðum níggjumálstapi. – Nú leggja vit dent á Kyndil alla næstu vikuna. Vit gleða okkum til finaluna komandi vikuskiftið, sigur strikuleikarin hjá Neistanum, Brynja Høj. Fyri Neistan hevur tað nógv at siga, at størsti profilurin á lið­num, Marjun Danberg, er við at koma fyri seg aftur. Í fyrra hálv­finalu­ dystinum í Vági fekk hon bara skotið brotskøst, men í gjár var hon eisini før fyri at gera um seg á vøll­inum. Við sínum fimm málum bleiv bakspælarin eisini deildur toppskjútti hjá Neistanum. Ein annar av týdningarmiklu leikarunum hjá neistakvinnum, Bára Hansen, er ivasom til steypa­ final­una orsakað av skaða. Hon spældi ikki við í seinnu hálvfinaluni ímóti VB. Triðja steypafinalu upp á fýra ár Allur feril av spenningi varð tikin úr seinnu hálvfinaluni ímillum Kyndil og VÍF í fyrra dystinum, tá ið kyndilskvinnur vunnu heili 30-20 í Vestmanna. Tó fekk VÍF bjargað heiður og æru í seinnu hálvfinaluni í gjár, tí tað var ikki meira enn akku­rát, at Kyndil vann. Eftir hálv­leiksleiðslu til vestmenningar vunnu kyndilskvinnur at enda tep­ urt við 23-22. Eisini í kyndilsleguni gleða tær seg til steypafinaluna ímóti grann­ unum. – Grannauppgerðirnar ímóti Neistanum plaga at vera ógvuliga spennandi. Eg gleði meg til eina góða og spennandi finalu, sum eg vóni og vænti, at vit vinna, sigur Anna Brimnes, ið bleiv toppskjútti hjá kyndilskvinnum í gjár við sín­ um sjey málum. Bæði í 2014 og 2015 vóru tað eisini Neistin og Kyndil, sum spældu steypafinalu. Her vunnu liðini hvør sína steypakapping - Kyndil í 2014 og Neistin í 2015. Vanliga plaga grannaupp­gerð­ irnar ímillum hesi liðini at vera sera spennandi, intensar og ikki so ríkar í málum. Liðini hava spælt tríggjar dystir ímillum seg í hesum kappingarárinum, har Kyndil hevur vunnið tveir dystir tepurt, meðan einsamalli neistasigurin varð vunn­ in við heili 11 málum. Lagt er upp til eitt brak av ein­ari steypafinalu ímillum tey kvinnuliðini, sum stutt sagt eru nógv tey bestu í føroyskum hond­ bólti. Seinni í ár fara liðini eisini at spæla FM-finalur, men fyrst fer tað at snúgva seg um at vera við yvirlutan, tá ið teir 60 minuttirnir eru farnir á klokkuni, tá ið spælt verður á gula gólvinum og framúr góðum karmum í høllini á Hálsi komandi vikuskifti. FYRSTA FINALAN AV FLEIRI VB-Neistin 17-22 (10-10) VB: Danijela Mistric 6, Barbara K. Hjelm 3, Helga Kjærbo 2, Rúna M. Jacobsen 2, Bára Krosslá Mortensen 1, Gurið Krosslá Augustinussen 1, Maria Halsdóttir Weyhe 1 og Rannvá Johannessen 1. Neistin: Eir Berg 5, Lilja Mohr 4, Birita Ingolfsdóttir 3, Brynja Høj 3, Jacklin Durhuus 2, Bára Hansen 2, Marjun F. Danberg 2 og Súsanna Pálsdóttir Nólsoy 1. Neistin-VB 27-23 (11-10) Neistin: Birita Ingolfsdóttir 5, Marjun F. Danberg 5, Brynja Høj 5, Eir Berg 4, Súsanna P. Nólsoy 2, Ása Dam á Neystabø 2, Fríða á Dunga 2, Lilja Mohr 1 og Gunnfríð P. Nólsoy 1. VB: Danijela Mistric 11, Rannvá Johannessen 3, Barbara K. Hjelm 3, Bára Krosslá Mortensen 3, Gurið Krosslá Mortensen 1, Christina Holm 1 og Rúna M. Jacobsen 1. VÍF-Kyndil 20-30 (13-14) VÍF: Ema Bezanovic 5, Liljan Djurhuus 4, Agnas Olsen 3, Randi Virgarsdóttir 3, Kathe Frederiksen 2, Heidi Maria Akselsen 2 og Lív Poulsen 1. Kyndil: Anna A. Brimnes 7, Súna Krossteig Hansen 6, Bjarta O. Johansen 5, Turið Arge Samuelsen 5, Turið Arge Samuelsen 4, Anja Hammer 1, Guðrið G. Eystberg 1 og Anja Eliasen 1. Kyndil-VÍF 23-22 (11-12) Kyndil: Anna Brimnes 7, Turið Arge Samuelsen 5, Súna Krossteig Hansen 3, Guðrið G. Eystberg 2, Bára Krossteig Hansen 2, Bjarta O. Johansen 2, Anja Eliasen 1 og Anja Hammer 1. VÍF: Ema Bezanovic 6, Agnas Olsen 4, Randi Virgarsdóttir 3, Daniella Joensen 3, Liljan Djurhuus 2, Beinta Poulsen 2, Brynja Rógvadóttir 1 og Kathe Frederiksen 1. Kyndilskvinnur stremba eftir at vinna fyrstu steypakappingina síðani 2014