mánadagur 13. februar 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FLOGBÓLTUR
Klárt til flogbóltsfinalurnar:
Um vikuskiftið vóru hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti. Fýra ymsik
lið hava vunnið seg í steypafinalurnar, sum verða um tvær vikur
Tróndur Arge
Tað var skipað fyri stórum steypa
degi, tá hálvfinalurnar í steypa
kappingingini hjá bæði kvinnum
og monnum vóru leygardagin.
Nógv varð gjørt burtur í høllini á
Hálsi. Millum annað bleiv spælt á
taraflexgólvið og dystirnir blivu
stroymdir.
Tað merkist, tá nógv verður
gjørt burturúr og sæst aftur á
spælarunum og spælinum. Tað
lyftir spælið á eitt hægri stig við tí
úrsliti, at spælararnir læra at spæla
undir stórum trýsti og í hægri ferð
enn vanligt. Tað sæst so aftur á
teknisku villunum, sum onkuntíð
eru fleiri fyrstu løtuna, har spælar
arnir venja seg við nógvu ferðina og
umstøðurnar.
Tí er hetta eisini eitt mennandi
tiltak fyri flogbóltin, sum flogbólts
sambandið skipar fyri í samband
við hálvfinalurnar.
Dagurin endaði við, at TB og KÍF
vunnu seg í kvinnufinaluna, meðan
SÍ og Fleyr vunnu seg í mansfinal
una.
Kvinnur
Fyrsti dysturin á degnum var
millum Fleyr og TB. Tvørágentur
vunnu 3-1. TB vann tvey tey fyrstu
settini greit 25-20 og heili 25-14. Í
triðja setti komu havnagenturnar
aftur í aftur og vunnu 25-18. Fjórða
settið vann TB 25-21 og harvið eitt
pláss í steypafinaluna.
Í
hinari
hálvfinaluni
vann
KÍF, sum eisini var favorittur, ein
tryggan 3-0 sigur á unga, men evna
ríka SÍ liðnum.
Undan dystinum helt venjarin
hjá SÍ, Jóhan Petur á Stongum,
fyri at hansara lið er ov ungt til at
vænta sær eitt steypafinalupláss.
Hann metti, at KÍF er ov væl
samanspælt og hevur ov nógvar
royndir til. So bleiv eisini. Settini
endaðu 25-18, 25-11 og 25-22.
Menn
Hjá monnunum vunnu SÍ og
Fleyr seg í steypafinaluna. Í eini
spennandi hálvfinalu vann SÍ 3-0 á
ÍF. Tað ljóðar sum ein tryggur sigur,
men soleiðis var ikki.
Fysta settið var sera javn. Eftir at
SÍ hevði verið á odda meginpartin
av settinum, kom ÍF framum móti
endanum. Tað var tó ikki nokk, og
SÍ vann spennandi settið 26-24.
Í øðrum setti var størri munur
og SÍ vann trygd 25-19. Triðja settið
hevði alt, sum eitt sett í flogbólti
kann hava. Spenning, skiftandi odda
lið, feilir, trætur og mangt annað.
Endin varð, at SÍ vann 31-29 og
harvið dystin 3-0.
Seinastu og fjórðu hálvfinaluna
vann Fleyr. Hóast Ternan stríddist
manniliga, so hevði Fleyr alla tíðina
tamarhald á støðuni.
Fyrsta settið gjørdist ein sigur
til Fleyr upp á 25-21. Annað setti var
líkt tí fyrsta, men Ternan striddi
seg upp á 20-21, men so gekk ikki
longur. Fleyr vann 25-20.
Í triðja settið kom Fleyr skótt
klárt framum 6-1. Ternan hálaði
seg skjótt fram aftur á teir, og
koma upp á 5-8. Men nærri komu
teir ikki. Munurin var alla tíðina
fýra til fimm stig, og settið endaði
við at Fleyr vann 25-18, og harvið
dystin 3-0.
trondur@sosialurin.fo
MENNANDI
HÁLVFINALUR
Fakta:
Kvinnur:
Fleyr – TB 3-1
25-20, 25-14, 18-25, 25-21
SÍ – KÍF 0-3
25-18, 25-11, 25-22
Menn:
ÍF – SÍ 0-3
24-26, 19-25, 29-31
Fleyr – Ternan 3-0
25-21, 25-20, 25-18