Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Helgi Hoydal, liðskipari á føroyska U21-landsliðnum, er ógvuliga harmur, nú Kári Nielsen ikki verður venjari til HM-endaspælið Terji Nielsen Fráfarandi U21-landsliðsvenjarin, Kári Nielsen, sigur, at høvuðs­or­ søkin til, at hann hevur sagt starvið frá sær, at uppgávan er so stór, tá ið man hevur bæði A- og U21-landslið, at man má velja annað frá. – Eg havi roynt at greitt teimum í HSF frá, at A-landsliðið hevur havt øgiliga vánaligar umstøður í fleiri, meðan teir á U21 hava fingið øgiliga nógv fram um øll onnur. Nú hevur man so spælt seg til HM-endaspælið, og øll vit, sum hava verið kring liðið, halda, at tað skal meiri orka til, og tað er har, at samstarvið hjá okkum er steðgað. Høvdu teir karmar, sum vit halda eru neyðugir, verið har, so høvdu vit hildið fram, sigur Kári Nielsen. At Ingi Olsen, sum var hjálp­ar­ venjari hjá Kára Nielsen, verð­ur frávaldur sum nýggjur høvuðs­ venjari, tí hann hevur ein son í hópinum, heldur Kári Nielsen ikki nógv um. – Ingi er ógvuliga dugnaligur maður. Eg dugi ikki at síggja, hvør trupulleiki er við, at Ingi hevur ein son, sigur hann. Tað tykist greitt, at Sonni Larsen hjá H71 verður settur sum nýggjur venjari, og tað hevur bæði sínar fyrimunir og vansar sambært Kára Nielsen. – Kann absolut vera ein vansi, at man setur ein klubbvenjara. Størsti fordeilur hjá mær og Birgir hevur verið, at vit hava verið uttan fyri alt klubregi. Tað liggur sjálvandi betri fyri hjá einum klubbvenjara, tí hann verður arbeiðsleysur 1 mai, og so kann hann taka fulla tíð fram til kappingina. Vit aðrir hava fult sivilt starv at taka okkum av, sigur hann. Kári Nielsen dylur ikki fyri, at hann fegin vildi hildið fram, men so skuldu umstøðurnar verið i lagi. – Einaferð skal man stoppa, og eg tími bara ikki í holt við nakað, um fortreytirnar eru í lagi. Vit løgdu okkara ynski fram, og tað krevur nógv, men eg rokni við, at tey fata til endans, og so fær nýggi venjarin tær umstøðurnar. Tað er sjálvandi eitt sindur bitturt, men eg fari ikki, tá ið umstøðurnar ikki eru til, sigur hann at enda. Liðskiparin harmast Terji Nielsen – Tað er heilt løgið, at Kári ikki kemur við okkum til Algeria. Kári hevur ein ótrúliga stóran vinn­ara­hugburð, og hann er ein vinnari uttan líka. Eg havi ongan­ tíð upplivað nakað líknandi áður. Men eg vænti, at avgerðin hjá hon­ um um at steðga er tikin, áðrenn undankappingin í Føroyum bleiv spæld, sigur Helgi Hoydal, lið­ skipari. Hann viðgongur, at tað kom sum ein skelkur, at U21-landsliðið nú missir venjaran, og hann vónar bara, at ein nýggj venjaraloysn verð­ur funnin sum skjótast. Tað ljóðar fyri vist, at júst venj­ arin hjá Helga Hoydal í H71, Sonni Larsen, verður í dag kunngjørdur sum nýggjur U21-landsliðsvenjari, og tað heldur Helgi Hoydal vera eitt skilagott val. – Um tað verður Sonni, so haldi eg, at tað er ein fín loysn. Hann er eisini ein vinnari, og hann hevur kenslurnar við sær. Tær eru ógvu­ liga týðiligar. Hann hevur eisini eina greiða hondbóltsfatan, og sum leikari veitst tú, hvat hann krevur av tær. Hann krevur eisini allatíðina, at tú gevur eitt lítið sindur eyka, sigur Helgi Hoydal. Spurdur, um tað hevur nakað at siga, at tað ikki verður ein før­ oyingur, sum stendur fyri liðnum, sigur Helgi Hoydal: – Eg trúgvi ikki, at tað hevur so nógv at siga, at tað ikki er ein føroyingur. Tað er altíð gott at fáa okkurt nýtt inn. Allir venjarar hava tilknýti til okkurt felag, so at Sonni er í H71, dugi eg ikki at síggja sum ein trupulleika. HSF hevur ikki orku til fulltíðarvenjara, og kenni eg Sonna rætt, so er hann profesionellur nokk til at skilja ímillum, sigur Helgi Hoydal at enda. Sonni vil einki siga H71-venjarin, Sonni Larsen, verður eftir øllum at døma nýggjur U21-landsliðsvenjari, og forkvinnan í HSF, Gunn Ellefsen, váttar eisini aðrastaðnis í blaðnum, at HSF hevur spurt Sonna Larsen, um hann hevur áhuga í starvinum. Men sjálvur vil danski venjarin einki siga. - Eg havi onga viðmerking í løtuni. Sum tú greiðir frá støðuni, so vænti eg, at tað kemur ein formell útmelding frá HSF í næstum, er einasta viðmerking hjá Sonna Larsen. Helgi Hoydal, liðskipari hjá U21-landsliðnum, er skelkaður og harmur um, at Kári Nielsen gevst sum landsliðsvenjari Mynd: Álvur Haraldsen Kári Nielsen: Vóru umstøðurnar í lagi, so helt eg fram