mánadagur 13. februar 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Sosialurin
STRÍÐSDYSTURIN
AVLÝSTUR – MB Í
BRENNIDEPLINUM
Tróndur Arge
Mest umtalaða fótbóltsfelagið í
Føroyum seinastu dagarnar er MB.
Felagið hevur yvir hundrað ár á
baki, men tað er nakað síðani, at
miðvingar hava gjørt um seg í hvíta
og bláa búnanum. Liðið vann seg
upp í 1.deild fyri trimum árum
síðani, men fór sendandi niður
aftur árið eftir.
Sjáldan hevur umtalan av MB
verið størri, enn hon hevur verið
farnu viku. Orsøkin er forsetavalið
í fótbóltssambandinum. MB valdi
tríggjar minuttir fyri evsta mark at
stilla Høgna í Stórustovu upp, fyri
kvøldið eftir, at taka stuðulin aftur.
Nógvar illgitingar hava verið og
nevndin hjá MB hevur eisini meld
að út, at talan er um trýst, sum
hevur fingið felagið at taka stuðul
in aftur.
Afturgangandi fyri alla gongd
ina er, at tað er ilt at fáa partarnar
at siga nakað um nakað. Høgni í
Stórustovu vildi ikki alment út við
teldupostinum
og
ákærunum,
Christian F. Andreasen hevur valt
ikki at svara til, meðan útmeldingin
hjá MB er til at misskilja.
Málið um Ísak Mikladal
Í telduposti, sum Høgni í Stórustovu
sendi til allar nevndarlimirnar í
øllum limafeløgunum í fótbólts
sambandinum, legði hann dent á,
at hann ynskir at gjøgnumganga
alt málið um fyrrverandi aðal
skrivaran, Ísak Mikladal, ið ólógliga
seldi atgongumerki til egnan vinn
ing.
Høgni í Stórustovu leggur her
millum annað núverandi forsetan,
Christian F. Andreasen, sum tá var
sakførari hjá fótbóltssambandi
num, undir at hava spælt dupult
spæl.
Hann sigur millum annað, at
Christian F. Andreasen skal hava
afturhildið
upplýsningum
um
málið, og til síðst og seinast hava
arbeitt móti táverandi forsetanum,
fyri síðani sjálvur at blíva valdur til
forseta.
Eftirfylgjandi bleiv stríðsval í
fótbóltssambandinum og málið
fekk nógva umrøðu.
MB tekur stuðulin aftur
Eftir at hava sum einasta felag í
landinum valt at stuðla Høgna í
Stórustovu í uppstillingini, so tók
felagið stuðulin aftur hóskvøldið
– minni enn eitt samdøgur eftir, at
felagið hevði bjargað uppstillingini
hjá Høgna í Stórustovu.
Sambært nevndarumboðum í
MB, so var tað ikki ónøgd við FSF
ella sitandi forsetan, sum fekk MB
at verða stillari hjá Høgna í
Stórustovu, men tey hildu tað
verða rætt, at ein demokratiskur
felagsskapur hevði eina kapping
um forsetasessin.
– Vit hildu tað var gott, at meir
enn ein bjóðar seg fram, men tað
var uttanhýsis trýst, sum gjørdi, at
vit valdu at taka stuðulin aftur,
sigur nevndin hjá MB, sum ikki
ynskir at úttala seg persónligt, men
bara sum ein samlað nevnd.
Nevndin í MB vil ikki koma
nærri inn á hvar trýstið kemur frá.
– Tað einsta vit ynsktu var, at
tað bleiv ein valdystur um for
setasessin. Vit eru bara eitt lítið
felag, sum tók av møguleikanum at
stilla Høgna í Stórustovu upp. Tað
er ikki nøkur beinleiðis ónøgd við
sitandi forseta, ella eitt tilval av
Høgna í Stórustova. Bara eitt ynski
um at hava fleiri møguleikar, sigur
nevndin hjá MB.
Gamalt mál ikki vert
at grava fram
ÍtróttarSosialurin hevur verið í
samband við fleiri nevndarlimir
í MB, sum tó ikki ynskja at úttala
seg persónligt. Stórur dentur verð
ur lagdur á, at felagið bara ynskir
at úttala seg sum ein samlað
nevnd. Eitt nú hevur forkvinnan í
felagnum, Elisabeth Haraldsen, ikki
verið til at fáa fatur á.
Sum heild er talan, eins og í fleiri
av føroysku fótbóltsfeløgunum, um
javna útskifting í nevndini hjá MB.
Í 2010 var stríðsval og rok, tá
Høgni í Stórustovu sum sitandi
forseti fall fyri Christiani F. Andre
asen. Fleiri fyrrverandi formenn
hava váttað fyri ÍtróttarSosialinum,
at tá bleiv semja gjørd millum
feløgini, at rudda út í millum annað
øllum nevndunum hjá fótbólts
sambandinum og leggja málið
afturum.
Tá so Høgni í Stórustovu stillar
upp við tí endamálið, at millum
annað grava gamla málið um fyrr
verandi aðalskrivaran, Ísak Mikla
dal fram aftur, so talar millum
annað gamla nevndin í MB at.
Rundan um felagið verður sagt,
at tað eru fólk, sum hava varðað av
felagnum, ið hava víst sitandi
nenvdini á samanhangin við at
byggja framtíðina á eitt gamalt mál.
Sum skilst, so er hetta orsøkin
aftanfyri afturtøkuna hjá nevndini
í MB, men tað samsvarar ikki heilt
við úttalisini hjá nevndini, ið ikki
vilja staðfesta hvar trýstið kom frá.
Forsetin afturvaldur
Nýggja støðan ger, at Christian F.
Andreasen verður afturvaldur á
aðalfundinum leygardagin uttan
mótvalevni. Sakførarin hevur sitið
sum forseti í fótbóltssambandinum
síðani stríðsvalið í 2010.
Afturgangandi fyri nevndar
limirnar, sum Ítróttarsosialurin
hevur tosað við kring feløgini er, at
tað er áhugi fyri at fáa eitt for
setaval, so talan verður um eitt
kjak, har fleiri sjónarmið koma
fram.
Hinvegin er ongin beinleiðis
ónøgd at hóma millum feløgini fyri
sitandi forseta og starvsnevnd.
Ongin er uppstillaður móti teimum
trimum
starvsnevndarlimunum,
sum standa fyri afturvali. Bara eitt
felag hevur stuðlað Høgna í
Stórustovu í uppstillingini.
Sjáldan hava úrslitini verið betri
á og uttanfyri vøllin enn í løtuni.
Tað nýstist ikki at verða orsaka av
leiðsluni í fótbóltssambandinum,
men tað tykist sum ongin ynskir
stórvegis broytingar í kósini, sum
fótbóltssambandið hevur í løtuni.
Tað er torført at siga annað, tá
einki stríðsval verður um fýra
sessir í fótbóltssambandinum, sum
hevur eitt yvirskot á 630 túsund
krónur fyri farna ár. Aðalfundurin
verður í FSF húsinum leygardagin.
trondur@sosialurin.fo
Christian F. Andreasen verður afturvaldur sum
forseti í FSF leygardagin 18. februar
FSF FORSETAVAL:
Forsetavalið í fótbóltssambandinum anno 2017 fer í søguna, sum eitt av
teimum heilt margháttligu. Valdysturin millum sitandi og fyrrverandi forsetan
bleiv avlýst, tí MB tók stuðulin aftur – ein stuðul, sum kom í evstu løtu
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
FSF