mánadagur 13. februar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FSF
HITAÐI UPP – MEN SLAPP IKKI INN
Tróndur Arge
Høvðuspersónurin
sjálvur
er
vónbrotin. Høgni í Stórustovu, sum
var forseti frá 2008 til 2010, sigur at
hann kendi tað sum at hita upp,
men ikki at sleppa inn, tá MB tók
stuðulin um uppstilling aftur.
– Hetta kennist eitt sindur
sum at fáa at vita, at tú skal hita
upp, tí tú skal inn at gera mun,
men síðani fær at vita at tú skal
seta teg niðuraftur, sigur Høgni í
Stórustovu og greiðir frá hvat hann
vildi við uppstillingini.
– Ein partur snýr seg um
nakað óreglusemi, sum fór fram
í
fótbóltssambandinum,
tá
eg
sat sum forseti, har leikluturi
hjá núverandi forseta skuldi set
ast undir luppin, sigur Høgni í
Stórustovu víðari.
Hann ynskir størri gjøgnumskygi
og meiri kjak um tað, ið er farið
fram. Eisini at fótbóltssambandið
skal gera meiri við at kunna um
ein komandi aðalfund, har tað er
forsetaval.
– Um eg ikki kom á vøllin, so
hevði einki annað hent, enn tað
sum hendir nú. At tingini eru
avgjørd undan valinum. Tað er
nevndarval fjórða hvørt ár. Tað er
so strævið at vera nevndarlimur
úti í feløgunum, at um fýra ár
finnur tú ongan av formonnunum
aftur í feløgunum. Teir grulva
út, tí tað er so strævið. Tí skuldi
fótbóltssambandið fyrireika fel
øgini upp á eitt val, heldur Høgni í
Stórustovu fyri.
Hann vísir eisini á, at feløgini
um hetta mundi hava aðalfund og
brúka nógva orku upp á at finna
stuðlar og at gera felagið til reiðar
til komandi kappingarár.
Ov seinur?
Høgni í Stórustovu bjóðaði seg ikki
fram, fyrr enn í evstu løtu.
– Eg gav feløgunum 35 tímar,
at skjóta meg ella onkran annan
upp. Tað var kanska eitt ov stutt
skotsbrá. Hetta var mín møguleiki,
og møguleikin hjá feløgunum,
at ávirka framtíðar arbeiðið hjá
fótbóltsambandinum, sigur Høgni
í Stórustovu.
Hann vísir á, at aðalfundurin
er evsta vald í føroyskum fótbólti.
Hann heldur ikki at hansara
persónur er so áhugaverdur í
hesum
málinum,
men
ynskir
meiri kjak um avgerðir og kós.
Fyrrverandi forsetin er ikki ein
vónbrotin maður, men heldur ein
lættur maður.
– Tað er krevjandi, at bjóða
einum maktfullum forseta av, so
tað kendist eisini sum ein lætti, at
eg ikki skuldi í gongd. Hetta hava
verið spennandi og rokmiklir
tímar, sigur Høgni í Stórustovu,
sum ikki væntar at gera um seg í
fótbóltsumhvørvinum aftur.
trondur@sosialurin.fo
Høgni í Stórustovu bleiv í evstu løtu uppstillaður av MB,
sum tó tók stuðulin aftur eitt samdøgur seinni
Forsetavalið er av
– áðrenn tað byrjaði