mánadagur 13. februar 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyri góðari viku síðani gjørdist Sverri Nielsen úr Miðvági europameistari í inniróðri í
opna tungvektsbólkinum til EM-kappingina í París. Sterki miðvingurin leggur nú alla
orku í at vinna heiðursmerkir á vatni eisini. Tí fokuserar hann nú burtur av uppá róðurin
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
VANGAMYND
Terji Nielsen
Tað er fríggjadagur, og tað er ikki
bara sum at siga tað at fáa fatur
á nýklakta europameistaranum í
inniróðri, Sverra Nielsen, sum vann
EM-gullið í París. Men umvegis
Skype fæst fatur á sterka mið
vinginum, sum er staddur á einum
skíðfrítíðarstaði í italsku alpunum.
Mest nærliggjandi er at hugsa,
at Sverri er farin til Italia á skíðferð
at taka sær av løttum eftir eina
strævna EM-kapping, men so væl
spælir klaverið ikki.
– Nei, vit eru á eini sonevndari
skíð-venjingarlegu
við
danska
landsliðshópinum, sigur miðving
urin umvegis Skype.
Sverri Nielsen er partur av
danska róðrarlandsliðnum, har
hann rør í bátagreinini, sum nevn
ist single-sculler.
– Í Danmark eru vøtnini fryst til,
so vit fáa ikki farið út við bátunum
og vant. Tí høvdu vit bara havt
møguleika fyri at vant á maskinu
og annars vant fysiska venjing, um
vit vóru í Danmark, greiðir hann
frá.
Ungi miðvingurin sigur, at tað
eru øgiliga nógvar líkheitir millum
róður og langrenn-skíð, og tað er
tí, at man er farin á eina sonevnda
skíð-venjingarlegu.
– Í báðum ítróttunum brúkar
tú nógv mest yvirkroppin og
armarnar, so vit venja bara lang
renn her niðri, og vit venja millum
fýra og seks tímar um dagin. Hetta
er eisini eitt kærkomið frávik frá
vanligu venjingini í Danmark, men
hetta er ikki nakar ”hygge-túrur”,
sigur Sverri Nielsen avgjørdur.
Gjørdist heimsmeistari
sum 17 ára gamal
Tað var í 2010, at tann tá bert 16 ára
gamli Sverri Nielsen úr Miðvági fór
til Danmarkar at taka lut í DM fyri
juniorar í inniróðri. Og væl gekst,
tí Sverri gjørdist danskur meistari.
– Mítt núverandi felag, Danske
Studenters Roklub, royndu longu
tá at fáa meg at flyta niður at rógva,
men tá takkaði eg nei, tí eg var so
ungur og visti ikki heilt, hvat tað
gekk út uppá. Men so árið eftir fór
eg til heimsmeistarakappingina í
Boston í USA, og tá vann eg HM fyri
juniorar. Tá vendi danska felagið
aftur til mín, og eg valdi at royna
tað, greiðir Sverri Nielsen frá.
Hann fór tískil til Danmarkar
á nakrar venjingarlegur, tí hann
hevði ongantíð áður roynt at róð á
vatni. Tað vil siga feskvatni, tí hann
hevði róð við bæði Fríggjaranum og
Miðvingi frammanundan.
– Eg valdi so at flyta til Dan
markar, og samantvinnaði tað við
studentaskúlan, so at eg tók 2. Og
3. G í Danmark, sigur Sverri Nielsen.
Róðurin hevur fylt
meiri og meiri
Eftir lokna studentarútbúgving
fór Sverri Nielsen at lesa til sterk
streymsverkfrøðing á DTU, men
tað gjørdist so skjótt greitt fyri
honum, at tað var trupult at fáa
bæði seriøsan róður og lesturin at
hanga ordiliga saman.
– Tað ber til at gera bæði, men
tað irriteraði meg, at bæði tingini
høvdu negativa ávirkan á hvønn
annan. Eg havi altíð vektað ítrótt
ina hægri, so eg vil siga, at tað
hevur 70 – 30 til fyrimuns fyri róð
urin, sigur hann.
Hann hevur so líðandi lagt
størri og størri dent á róðurin
og minni dent á lesturin, og nú á
nýggjárinum gavst hann við lestri
num, samstundis sum hann kom
inn undir stuðulsskipanina hjá
Team Danmark.
– Eg kann ikki blíva við at rógva,
uttan at eg fái ordilig úrslit. Tí
steðgaði eg við lestrinum og fór
fullkomiliga at fokusera uppá
ítróttina. Røkkur tað ikki til at
fáa ordiliga góð úrslit á vatninum
innan tvey til trý ár, so steðgi eg,
sigur miðvingurin avgjørdur.
Spurdur, hvat ”ordilig úrslit”
merkir, sigur Sverri Nielsen:
– Tað vil siga, at eg skal hava
heiðursmerkir til EM ella HM. Tað
er endaliga málið. Tað noyðist ikki
at vera her og nú, men tað skal
vera innan fyri tvey til trý ár, sigur
hann.
Sverri Nielsen var um reppið
at sleppa við til OL í fjør, og ti er
nærliggjandi at spyrja, um OL í
2020 eisini er eitt mál.
– Nei, tað er tað sum so ikki. Eg
eri ikki so øgiliga fangaður av OL.
Komi eg til OL og endi bara í eini
hálvfinalu, so er tað bara ein stór
kapping sum allar aðrar. Skal eg til
OL, so skal eg koma í finaluna, sigur
hann.
Hvat merkir Team
Danmark fyri Sverra?
Sum áðurnevnt kom Sverri Nielsen
undir Team Danmark skipanina á
nýggjárinum, og tað hevur stóran
týdning sambært miðvinginum.
– Tað ger, at eg fái eitt sindur
av pengum frá landsliðnum, og so
havi eg atgongd til allar hugsandi
ítróttarserfrøðingar í Idrættens
Hus í Brøndby. Vit hava atgongd
til kostráðgevar, ítróttarsálarfrøð
ingar, læknar, fysioterapeutar og
alt møguligt annað. Eisini fáa vit
ein fysiologiskan venjara, sum
kemur til venjingarøkið hjá okkum
í Bagsværd at venja við okkum av
og á, greiðir Sverri Nielsen frá.
Júst tað, at Sverri nú 100 prosent
fokuserar uppá róðurin, gevur
honum eisini nógv størri frælsi
og størri møguleikar fyri at venja
eyka.
– Eg havi ongar hvílidagar, men
venjingarskráin
broytist
nógv
fyri hvørja viku. Men nú havi eg
nógv frítíð, har eg geri, sum eg
havi hug til. Eg havi sjálvandi eina
venjingarskrá at fylgja, men nú
SVERRI SANDBERG NIELSEN
HEIÐURSMERKIR
EM OG HM ER MÁ
Í Danmark eru vøtnini fryst til, so vit fáa
ikki farið út við bátunum og vant