mánadagur 13. februar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kann eg til dømis venja eitt sindur
eyka, um eg føli, at eg havi orku
til tað. Nú er eingin lestur, sum
órógvar, sigur hann.
Eina vanliga viku venur Sverri
Nielsen umleið 12 ferðir, bæði á
vatni og í venijngarhøli.
– Sjálvt um tað ikki er so langt
síðani, at eg gavst við lestrinum, so
haldi eg, at tað longu nú merkist,
at eg fokuseri 100 prosent uppá
róðurin, sigur hann.
Føroyingar eru
mentalt sterkir
Undanfarna vikuskifti vunnu før
oyingar fleiri europameistaraheiti
í inniróðri, og vit spyrja tí Sverra
Nielsen, hvussu tað ber til, at ein
so lítil tjóð kann standa seg so væl.
Er tað tí, at luttakararnir ikki eru
teir sterkastu í Europa, ella eru
vit føroyingar bara so knáir í inni
róðri?
– Tað, sum eg havi tikið við mær
úr føroyskum kappróðri, er, at
man hvønn dag rør seg fult út, og
hvønn dag til venjing kemur man
út har, sum tað er óbehagiligt at
venja. Føroyingar eru sinnaðir til
altíð at geva eitt sindur eyka. Tú
blívur bara við og við, og vit eru
fyrireikaðir uppá, at tað skal vera
hart og óbehagiligt. Harumframt
haldi eg, at føroyingar eru ótrúliga
sterkir mentalt, og tað er tað, sum
er munurin á okkum og nógvum av
hinum, sigur Sverri Nielsen.
Hann vísir eisini á, at nógvir av
teimum, sum hann til dagligt venur
saman við, eru væl størri enn hann,
og tað eigur at vera ein fyrimunur
hjá teimum.
– Teir eru væl hægri enn eg, og tí
hava teir longri tak. Jú styttri takið
er, meiri styrki skal í takið fyri at
halda ferð, greiðir hann frá.
Næsta stóra málið hjá Sverra
Nielsen verður EM í Racice í Kekkia
í mai, og tá ætlar hann sær at royna
at røkka heiðursmerkjaplássunum.
terji@sosialurin.fo
TIL
LIÐ
Úrslit hjá
Sverra:
Inniróður:
2010: Gull til DM fyri juniorar
2011: Gull til HM fyri juniorar í Boston
2012: Nummar 10 til HM í opna tungvektsbólkinum
2015: Gull til DM í opna tungvekstbólkinum
2016: Gull til DM í opna tungvektsbólkinum
2017: Gull til DM í opna tungvektsbólkinum
2017: Gull til EM í opna tungvektsbólkinum
Í 2015 tók Sverri Nielsen danska metið á 2.000 metrum,
sum hevði staðið í heili 19 ár. Hann hevur síðani fleiri
ferðir betrað um tíðina, og so seint sum farna vikuskifti
sett hann enn einaferð nýtt danskt met við tíðini 5.47,9.
Á vatni:
2013: Nummar 7 til HM fyri U23 í dupultscullara
2014: Nummar 6 til World Cup í Sidney í dupultscullara
2014: Nummar 17 til HM í singlescullara á 2.000 metrum
2015: Nummar 8 til EM í singlescullara
2015: Nummar 4 til HM fyri U23 í singlescullara
2016: Nummar 6 til EM í singlescullara
Navn: Sverri Sandberg Nielsen
Føðidato: 14. Oktober 1993
Foreldur: Jórun og Thorfinn Nielsen
Starv: Yrkis-rógvari
Heimstaður: Miðvágur
Bústaður: Keypmannahavn