mánadagur 13. februar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. Hvat hendi, tá ið tú
fekk bóltin í andlitið.
Bleivst tú groggy, ella
var tað okkurt annað?
– Nei, eg bleiv ikki groggy av
skotinum, men tað var sjónin sum
bleiv ávirkað. Eg sá ein svartan
blett við vinstra eyga, og eitt
sindur av flimmur, men bletturin
hvarv eftir einari løtu, men havi
enn flimmur í eyganum.
2. Vóru sigrarnir móti
VÍF lættari, enn tú
hevði væntað?
– Tann fyrri dysturin var ógvuliga
tættur og tungur at spæla, og var
avgjørt ikki ein lættur dystur.
Men seinni dysturin bleiv nógv
lættiari, enn eg hevði væntað.
Vestmenningar megnaðu ongan
tíð at leggja nakað trýst á okkum.
3. Hvat væntar tú tær
av finaluni móti StÍF?
– Tað eru ofta sera tættir dysir
okkara millum, so eg vænti ein
sera tættan og intensan dyst.
4. Fara tit eftir
greipuni í ár?
– Ja, vit eru í steypafinaluni nú, og
tað sær skilagott út í lands
kappingini viðvíkjandi at náa
einum finaluplássi, og tá man er í
einari finalu, er tað tápuligt ikki
at royna at vinna hana.
5. Tit eru stórfavorittar
at vinna steypafinaluna,
men kann StÍF yvirraska?
– Ja, tað er ikki av ongum, at teir
verða róptir steypaliðið. Tað er í
tílíkum dystum, at teir eru best,
og tað er einki trýst á teimum,
og tað gevur teium ein stóran
fyrimun.
Vikan ið fór
Á lagnufundi í Royn eydnast tað
at manna nýggja nevnd, so felagið
verður ikki avtikið. Eyðfinn Debes
verður valdur til nýggjan formann.
MB stillar Høgna í Stórustovu
upp til nýggjan FSF-forseta,
men tveir dagar seinni verður
uppstilling tikin aftur orsaka av
innanhýsis trýsti í felagnum.
Høgni Madsen ger sáttmála
við felagið Fram, sum spælir í
næstbestu íslendsku kappingini.
Fótbóltssambandið boðar
frá, at felagsskapurin hevði
630.000 krónur í yvirskoti
í fjør, og at Michael van
Praag , forseti í hollendska
fótbóltssambandinum, verður
gestur til aðalfundin hjá FSF.
Hálvfinalurnar í steypakappingini
eru avgreiddar, og hjá kvinnunum
hava KÍF og TB spælt seg í
finaluna, meðan mansfinalan
stendur millum Fleyr og SÍ.
Ein stórhending á Ægirstevnuni
um vikuskiftið var, at 15
ára gamla Vár Erlingsdóttir
Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag
setti nýtt føroyskt met og
juniormet í 1500 metra frísvimjing
á stuttgeil. Hon svam teir 1500
metrarnar upp á 17:12.63.
Gamla metið átti Mona
Simonsen 17:23.25 frá donsku
meistarastevnuni á stuttgeil í
2008. Vár átti sjálv juniormetið,
sum var upp á 17:26.75.
Tað styttist í oddinum í liðkapp
ingini í talvi, har Havnin 1
hevur verið greitt oddalið. Liðið
hjá Sandavágs Talvfelag við
beiggjunum báðum Høgna og
Rógva Egilstoft Nielsen á odda
otar seg spakuliga inn á Havnina.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Í gjár vóru seinnu hálvfinalurnar
í steypakappingini í hondbólti
leiktar. Undirritaði var til báðar
hálvfinaludystirnar millum H71
og VÌF. Fyrri dysturin var í Hoyvík
mikukvøldið, og seinni dysturin
var sum áðurnevnt í Vestmanna
í gjár.
Júst hesi bæði lið verða av
teimum flestu mett sum tey bæði
greitt sterkastu liðini í føroysku
kappingini, og tí var við spenningi
bíðað eftir hesum báðum dystun
um. Fjepparaskararnir hjá hesum
báðum liðum teljast eisini millum
teir størstu í landinum, og tað setti
sanniliga eisini sín dám á dystirnar.
Hoyvíkshøllin var stúgvandi
full mikukvøldið, og tað sama var
høllin í Vestmanna í gjár. Í Hoyvík
vóru tað áskoðararnir hjá H71, sum
vóru sjónligari og mælskari, meðan
tað var tann guli liturin, sum var
mest sjónligur í Vestmanna. Men
tað var skjótt, at vestmenningarnir
á
áskoðaraplássunum
mistu
”pippið” av hálvhjartaða avrikinum
hjá VÍF-leikarunum úti á vøllinum.
Undirhaldsvirðið var ikki tað
heilt stóra í dystunum báðum. Í
fyrra dystinum var frægari, men
tá ið munurin blívur so stórur,
sum hann var í Vestmanna í gjár,
so verður tað ikki talan um nakað
serligt undirhald. Hinvegin skal tað
sigast, at hyggur man eftir einstøku
avrikunum, so eiga nógvir leikarar
hjá H71 rós eins og sjálvt kollektivið
á H71-liðnum. Í so máta var talan
um gott undirhald, og tí blívur
samlaða upplivingin eitt sindur
blandað.
Eitt tað mest jaliga við hálv
finalunum báðum er tann inn
satsur, sum áskoðararnir leggja
fyri. Tað er einki at taka seg
aftur í, at fjepparar hjá nógvum
fótbóltsfeløgum her heima kundu
lært nógv av áskoðarunum hjá
bæði H71 og VÍF. Her er talan um
ómetaliga
trúfastar
áskoðarar,
sum møta manssterk til dystirnar,
og sum ofta gera nógv burtur úr við
at mála seg, fara í litirnar hjá sínum
liði, og sum bæði rópa, trumma,
syngja og annað. Tað skapar ein
heilt serligan stemning í høllini,
sum man ógvulgia sjáldan upplivir
til ein fótbóltsdyst í Føroyum.
Nú stendur sjálv steypafinalan
fyri framman, har H71 skal dystast
við StÍF, og ivaleyst verður tað ikki
minni stemningur í høllini, enn
tað var til hálvfinalurnar, og so er
spurningurin bara, um tað leikliga
undirhaldsvirðið verður hægri.
★★★★★★
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Ári Egason Dam
Aldur: 29 ár
Starv: Roknskaparfólk í Eik Banka
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. StÍF spældi seg í gjár í steypafinaluna hjá monnum. Liðið
var seinast í finaluni í 2013, tá ið teir taptu fyri KÍF. Men
nær vann StíF steypafinaluna seinast?
2. Teir allarflestu av leikarunum hjá StÍF eru uppvaksnir
í felagnum. Men ein leikari er uppvaksin á Hvítanesi og
spældi barnaárini við Neistanum. Hvør er leikarin?
3. Hvussu eitur 40 ára gamli málverjin hjá hoyvíkingum,
sum stóð ein branddyst í Vestmanna í gjár?
4. Neistin og Kyndil hava spælt seg í finaluna hjá
kvinnunum. Hesi lið hava dominerað steypakappingina
seinnu árini, men í 2012 vann eitt lið uttan fyri Havnina
kappingina. Hvat var liðið?
5. Komandi vikuskifti er aðalfundur í FSF. Hvussu eitur
aðalskrivarin í FSF?
6. Høgni í Stórustovu ætlaði at bjóða Christian F.
Andreasen av um forsetasessin í FSF, men uppstilling
bleiv tikin aftur. Nær var Høgni í Stórustovu forseti í
FSF?
7. Høgni í Stórustovu hevur ein
beiggja, sum eisini er virkin í
fótbóltshøpi. Hvør er hann?
8. Høgni í Stórustovu er gamal
fótbóltsspælari. Hvørjum
felag spældi hann við
bróðurpartin av tíðini?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. 2007
2. Levi Nybo
3. Jens á Skipagøtu
4. Stjørnan
5. Virgar Hvidbro
6. 2008 – 2010
7. Jákup í Stórustovu,
leikaraumboðsmaður
8. HB
UMMÆLI
Hálvfinalur: H71-VÍF