mánadagur 13. februar 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Hilmar Jan sigur sína hugsan...
Terji Nielsen
Venjarin hjá føroyska U21-
landsliðnum í hondbólti, ið
jú sum kunnugt skrivaði
søgu í farnu viku við at spæla
seg til HM-endaspælið Al
geria í summar, Kári Nielsen,
hevur boðað nevndini í
Hondbóltssambandinum frá,
at hann ikki ætlar sær við til
HM-endaspælið. Hann gevst
nevnliga longu nú sum U21-
landsliðsvenjari. Tað váttar
forkvinnan í HSF, Gunn
Ellefsen, fyri Sosialinum.
U21 verður ov nógv
– Tað er rætt, at Kári Nielsen
hevur boðað okkum frá, at
hann ikki ætlar sær við U21-
landsliðnum
til
Algeria.
Hann heldur, at tað verður
ov nógv við U21-landsliðnum,
tá ið hann eisini hevur
A-landsliðið. Júst A-lands
liðið hevur ein uppgáva í
juni, sum er fyri eitt sonevnt
U24-landslið, sum kann hava
tríggjar eldri leikarar við, og
ta uppgávuna vóni eg, at
Kári kemur at taka sær av,
sigur Gunn Ellefsen.
Kári Nielsen hevði avtalu
við HSF um A-landsliðið og
U21-landsliðið fram til januar
í ár, tá ið kvalifikatiónskapp
ingarnar vóru í Føroyum, og
eftir tær kappingarnar setti
nevndin í HSF seg niður
saman við Kára Nielsen at
tosa um framtíðina.
– Vit settu okkum niður
saman við Kára, tí vit ynsktu
at leingja avtaluna við hann,
og tá var tað, at hann boðaði
frá, at hann vildi siga U21 frá
sær, men hann hevur sagt, at
hann kundi hugsað sær at
hildið fram við A-landslið
num, sigur Gunn Ellefsen.
Hon greiðir frá, at HSF
áður hevur havt avtalur við
venjarar, sum hava verið
baseraðar á uppgávurnar,
sum hava ligið fyri framman,
og tí hava allar verið tíðar
avmarkaðar avtalu.
– Tað var hendan eisini,
men eg haldi sjálv, at hatta
blívur nakað rót, sigur for
kvinnan í HSF.
Sonni Larsen helst
nýggjur venjari
Forkvinnan í Hondbóltssam
bandi Føroya sigur, at HSF
hevur arbeitt við einum
nýggjum venjara til U21-
landsliðið. Sosialurin hevur
frætt, at venjarin hjá H71,
Sonni Larsen, er eitt gott boð
uppá nýggja venjaran, og
Gunn Ellefsen váttar, at HSF
hevur havt samband við
Sonna Larsen.
– Tað kann væl vera, at
tað verður Sonni Larsen. Vit
hava spurt hann, um hann
kundi verið áhugaður, men
tað er einki avgjørt enn, sigur
hon.
Tá ið U21-landsliðið spældi
seg til HM-endaspælið, var
Ingi Olsen hjálparvenjari hjá
Kára Nielsen, men royndi
vestmenningurin verður ikki
nýggjur høvuðsvenjari.
– Vit hava eina grund
leggjandi reglu, at foreldur
at
spælarum
ikki
skulu
vera høvuðsvenjarar, og tí
er Ingi Olsen ikki eitt evni
til høvuðsvenjarastarvið, tí
hann eigur ein son í brutto
hópinum. Tað eru ikki vant
andi
dygdir.
Samfelagið
er so lítið, og tað er nóg
ringt, at venjarar hoyra til
ávís feløg. Eiga teir eisini
børn í hópinum, so blívur
tað kanska ein ov stórur
trupulleiki,
sigur
Gunn
Ellefsen.
Men kann tað so ikki
gerast ein trupulleiki, um
Sonni Larsen verður settur
sum venjari, at hann hevur
ov tætt tilknýti til mongu
leikararnar úr H71.
– Sjálvandi kennir Sonni
nógvar
spælarar
væl,
tí
hann venur teir, men tað eru
altíð fyrimunir og vansar.
Men eg veit ikki, um tað
verður Sonni Larsen, sigur
forkvinnan í HSF at enda.
Á síðu 9 í ítróttinum er
samrøða við Kára Nielsen,
har hann greiðir frá, at
vantandi karmar eru høv
uðsorsøkin til, at hann takk
ar fyri seg
Vit eru nú farin inn í eina ta mest spennandi
hondbóltsvikuna á árinum, tí um vikuskiftið
verða allar steypafinalurnar spældar, so
finalistarnir eru hesa vikuna í holt við
síðstu fyrireikingarnar til, hvussu spælast
skal í finaluni, so steypið í ár skal fáast
í skápið. Tilsamans er talan um 22 lið úr
átta feløgum, so steypafinalurnar í ár
eru onkursvegna eisini ein avspegling av
breiddini í føroyskum hondbólti, ið røkkur
víða um land.
Hjá teimum vaksnu skuldi tað vísa seg,
at Kyndil og Neistin hjá kvinnunum í
hálvfinalunum vóru ov sterk til, at nøkur av
hinum liðunum av álvara kundu hótta tey,
og somuleiðis vístu menninir hjá H71 øgiliga
styrki í sínum hálvfinalum. Tí var tað
befríandi at uppliva seinnu hálvfinaluna
millum StÍF og Neistan, har bæði lið spældu
við hjørtunum uttan á blusunum – sum um
tað var sjálv finalan.
Í farnu kundu vit staðfesta, at á ovastu
rók í føroyska fótbóltsheiminum hendir
einki nýtt. Í øllum førum verður ikki
val um ein einasta av teimum fýra
toppsessunum, ið standa fyri vali á
aðalfundinum leygardagin, og tað er altso
ikki imponerandi! FSF er ogn hjá øllum
fótbóltinum í Føroyum, og tí er tað ikki
serliga álitisvekjandi, at tað sær út sum eitt
lukkað land – og tað klæðir ið hvussu er
ikki FSF at líkjast ov nógv sínum hermetiskt
afturlatnu og korrumperaðu stórubeiggjum,
UEFA og FIFA…
Hinvegin sá tað nú heldur ikki ov gott út, tá
ein »lonesome cowboy« í tólvta tíma royndi
at fáa eitt sindur av stuðli fyri einum ella
øðrum, almenningurin heldur ikki fekk
stórvegis at vita um. Ikki júst styrkjandi
fyri eftirmælið hjá fyrrverandi FSF-
forsetanum, ið annars heilt avgjørt var tann
rætti til sessin í síni tíð, at hann nú soleiðis
hálvavegna royndi at koma grulvandi upp í
ringin aftur!
Stóra
steypavikan
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, váttar, at Kári Nielsen steðgar sum venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum hann annars
hevur leitt til HM-endaspælið í Algeria í summar
Myndir: Álvur Haraldsen
KÁRI NIELSEN GEVST
ÁÐRENN HM-ENDASPÆLIÐ
Hondbóltsbumba:
Fullkomiliga óvæntað hevur venjarin hjá føroyska U21-landsliðnum
í hondbólti, Kári Nielsen, valt at gevast sum landsliðsvenjari,
nú størsta ítróttarliga avbjóðingin í føroyskari hondbóltssøgu
stendur fyri framman. Vantandi karmar er orsøkin