mánadagur 13. februar 2017síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 7 • 13. FEBRUAR 2017
13
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Útjaðarin í Havn
N
ú ber til hjá arbeiðstakarum
og privatfólki at leiga sær
arbeiðstól sum t.d. maskinur og
lyftir til uppgávur sum annars krevja
nógva arbeiðsorku ella stórar íløgur.
Hetta má sigast at vera eitt spenn
andi og nýskapandi virksemi, sum teir
báðir Geir Wardum og Eyðun Egholm
reka saman við starvsfólkunum Sørin
og Wernar.
– Vit eru amboðsdeildin hjá ar
beiðstakarum í Føroyum. Sp/f Lyfta
hevur specialiserað seg í at leiga út
arbeiðstól í ymiskum støddum frá 200
gr. til 22 tons ella meira.
– Tað kann til dømis vera privat
maðurin, sum skal mála sær húsini
ella gera ábøtur har tað fleiri staðir
er ringt og óhøgligt at koma til. Ella
tað er arbeiðstakarin, sum skal byggja
eina høll. Líkamikið hvat uppgávan er,
so ber til at leiga sær arbeiðsamboð
til ta ávísu arbeiðsuppgávuna.
– Fólk kunnu t.d. leiga sær ein
lyftuvogn og sjálvi brúka hann, bert
skulu tey ansa eftir at vognurin stend
ur á vegi ella føstum undirlagi, og
annars fáa neyðuga vegleiðing.
Lyfta hevur umleið 700 ymisk
sløg av arbeiðstólum, sum teir leiga
út til entreprenørar, byggifyritøkur og
privatfólk. Lyfta hevur m.a. trukkar,
gravimaskinur, blandimaskinur, be
tongfresarar, betongslíparar, skeri
amboð, brekkarar, stein-flísa-grót
skeriborð, stillass, og lyftir til leigu.
Eisini til privatfólk
Handverkarar, privatfólk og byggi
fyritøkur hava tikið væl ímóti hesum
tilboði. Nú sleppa tey frá at gera
stórar íløgur í arbeiðsamboð, sum tey
annars ikki so ofta hava brúk fyri.
Eisini sleppa fólk undan at brúka
tíð og orku upp á at seta eitt stillads
upp, og heldur leiga eina lyftu. Lyfta
leigar eisini øll smærri amboð sum
t.d. borimaskinur, sagir, brekkarar,
vinkulslíparar, hitakanónir, poleri
maskinur og nógv onnur amboð.
– Fólk, sum biðja ein handverkara
til eina ávísa arbeiðsuppgávu, skulu
ikki gjalda óneyðugar arbeiðstímar
fyri skeiv ella manglandi amboð. Nú
kunnu tey fáa júst tey amboðini, sum
hóska til ta ávísu arbeiðsuppgávuna,
siga Geir Wardum og Eyðun Egholm
frá Lyfta.
Sp/f Lyfta heldur til á Hjalla og
hevur telefon 350 550 og mail.
lyfta@lyfta.fo
Lyfta – leiga
heldur enn at eiga
Sp/f Lyfta
á Hjalla 30
188 Hoyvík
Síðan 2015 (2004
byrjaði virksemið)
Eigarar:
Geir Wardum,
Eyðun Egholm og
Christian Nagata
Lyfta í samstarv við Wirtgen group
Lyfta hevur gjørt samstarvsavtalu við Wirtgen Group um útleigan av teirra
framkomnu maskinum í Føroyum. Wirtgen bjóðar øll amboð og maskinur,
sum verða brúkt til allar uppgávur innan asfaltering. Í hesum sambandi
hevur Lyfta fingið fleiri maskinur til Føroyar, sum kunnu leigast inni á Hjalla.