Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 7 • 13. FEBRUAR 2017 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Útjaðarin í Havn Bæði á Hálsi, Hoyvík, Hjalla og í Havnardali er líka sum bygdur ein lutfalsliga nýggjur býur av ymiskum handils-, tænastu-og framleiðslu­ fyritøkum Vilmund Jacobsen T að er náttúrligt, at tær flestu størru vinnu- og tænastu­ fyri­tøk­urnar í Tórshavnar kommunu hava bygt sítt virksemi í útjaðaranum í høvuðsstaðnum – og ikki í miðbýnum í Havn. Í miðbýnum í Havn er plássið av­markað, og hetta er vanligt í einum býi ella stórari bygd – antin tað er í Før­oyum ella aðrastaðni. Tíðin stendur ikki í stað, og sum árini ganga, og vinnuvirksemið veks­ur, verð­ur farið út um mið­ býarøkið og býin annars. Soleiðis hevur gongdin eisini verið í Tórs­ havnar kommunu í nógv ár. Men, tað eru ikki bara hand­ils- og ídn­ aðarøkini, sum verða løgd og skip­að í útjaðaranum. Skal býurin veksa, noyðist hann at veksa í nýggjum byggi- og set­húsa­økj­um, sum gjarna liggja uttan fyri mið­staðin. Hetta hava vit, sum árini eru liðin, ikki minst sæð í Tórs­havnar kommunu, har ein øgilig set­ húsabygging hev­ur verið Hoyvíks­ haganum, á Norðrasta Horni og í nýggju íbúðar­økjunum á Argjum. Ikki einsligt longur Tað var eisini í sokallaða útjað­ aranum í Havn, at nýggju handils- og ídnaðar­økini í sínari tíð vórðu løgd og skipað, eitt nú á Hálsi, Hoyvík, Hjalla og Havn­ar­dali. Nógvar av hesum fyritøkum húsast í stórum bygningum, og tað hevði snøgt sagt ikki verið pláss fyri teimum í miðbýnum í Ikki einsligt longur í