mánadagur 13. februar 2017síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 7 • 13. FEBRUAR 2017
15
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Útjaðarin í Havn
útjaðaranum í Havn
Havn. Tað eru longu nógv ár síðan,
at fyrstu fyritøkurnar settu seg
niður á Hálsi, Hoyvík og á Hjalla,
og tað eru eisini nógv ár síðan, at
fyrstu fyritøkurnar settu seg niður
í Havnardali.
Tað er ikki einsligt longur at
reka vinnuvirksemi – í útjaðar
anum í Havn.
Bæði á Hálsi, Hoyvík og á Hjalla
er líka sum bygdur ein lutfalsliga
nýggjur býur av ymiskum handils-
og tænastufyritøkum, og sama
síggja vit í Havnardali.
Tilknýti til sjóvinnu
Við havnarløgini á Eystaru Bryggju
og Vestaru Bryggju í Havn eru
eisini nakrar fyritøkur, sum í flestu
førum hava tilknýti til ymiska
sjóvinnu, og mitt í rokanum á
Vestaru Bryggju liggur stóra og
gamla
arbeiðsplássið,
skipa
smiðjan Mest við sínum virksemi.
Við Vestaru Bryggju er trolvirk
semi, sum Vónin eigur, og her er
eisini landingarmiðstøðin Barið,
sum er lutfalsliga nýggj í økinum.
Barið hevur slóðað fyri, at skip
kunnu landa í Havn, tó at eingin
fiskaframleiðsla longur er á fyrr
verandi Bacalao.
Oljufeløgini – Magn og Effo –
hava eisini sínar goymslur á Viðar
nesi.
Aðrar fyritøkur, sum húsast
við havnalagið í høvuðsstaðnum,
arbeiða eitt nú við farma- og
ferðafólkaflutningi, sum er ein
náttúrligur partur í einum høvuðs
staði.
Tað eru nógv ár síðan, at
handilsfyritøkur byrjaðu at byggja
sítt virksemi á Hálsi
Í Hoyvík eru handilsfyritøkur,
sum eitt nú selja matvørur, bilar og
timbur, og her er framleiðsla og søla
av mjólkarúrdráttum.
Á Sandvíkahjalla eru bæði handils-
og tænastufyritøkur, og her liggur
eisini brennistøðin
Í Havnardali eru bilafyritøkur,
handilsfyritøkur, og her eru eisini
framleiðslufyritøkur