mánadagur 13. februar 2017síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 7 • 13. FEBRUAR 2017
23
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Og einasta útlátið er altso reint
vatn, sum dryppar úr útstoytinum!
Tá talan er um hybrid, gagnnýtir
bilurin eisini rørsluorkuna, sum íkemur
við vanligari koyring. Hvørja ferð tú
tekur ferðina av bilinum, ella um tú
rullar í undanbrekku, verður orka tikin
av bilinum. Undir vanligum umstøðum
hvørvur henda orka, men í hybrid-bili
verður hon goymd í battarípakkanum,
sum so hjálpir vanliga motorinum, tá
tørvur er á tí.
Koyrieginleikarnir eru teir somu
góðu, sum eyðkenna ein Hybrid frá
Toyota. Tær nýtist ikki at hugsa um,
nær tú skalt brúka hvønn motor, ella
hvussu gear-skiftið skal røkjast. Ein
knøttur tendrar bilin, og so er bara at
traðka á speedaran og koyra.
Trygdin í toppi
Toyota hevur gjørt royndir við vetnis-
tøknini í meira enn 20 ár. Trygdin hev
ur sjálvandi verið í fokus alla tíðina,
og eftir at hava royndarkoyrt bilarnar í
milliónir av kilometrum undir bæði
vanligum og ekstremum líkindum,
tora vit at siga, at trygdin er væl og
virðiliga í lagi.
Hátrýsttangarnir, har vetnið verð
ur goymt, eru karbonstyrktir. Brenni
kyknustakkurin, sum syrgir fyri el-
framleiðsluni, er vardur serliga væl,
og fleiri snildir sensorar ansa eftir
vetnisnýtsluni.
Talan er um ein Toyota, og tí eru
fleiri framkomnar trygdarskipanir eis
ini partur av útgerðini. Eitt nú Toyota
Safety-Sense, sum stuðlar føraranum
undir koyring.
ðin er her
?
?
Ofta settir
spurningar
Hvussu fylli eg ein vetnisbil?
Tað tekur 3-5 minuttir at fylla teir báðar
tangarnar í einum Mirai. Tað krevjast serligar
vetnisáfyllingarstøðir, sum vit tó enn ikki hava í
Føroyum. Áfyllingin líkist annars henni, sum vit
kenna frá vanligum bensinstøðum, men talan er
ikki um bensinroyk yvirhøvur.
Hvat kostar ein áfylling?
Við støði í teimum prísum, sum eru galdandi í
londunum kring okkum, kostar tað á leið tað
sama at fylla ein vetnisbil, sum tað kostar at
fylla ein bensinbil.
Er øðrvísi at koyra ein vetnisbil?
Nei. Ein Mirai er eins lættur at koyra, sum
vanligir bilar. Hann er mest sum ljóðleysur, og
hetta gevur ein sera róligan bil.
Er ein brennikyknustakkur betri fyri
umhvørvið enn vanligir motorar?
Ja. Einasta útlátið frá einum vetnisbili er reint
vatn, sum dryppar frá útstoytinum.
Hvaðani kemur vetni?
Vetni finst mest sum allastaðni, og tað er partur
av hópatals kemiskum samansetingum. Neyðugt
er at loysa vetnið frá síni samanseting, og kann
hetta gerast við eitt nú biomassu, náttúrgassi
ella við elektrolysu, har vetni verður útvunnið úr
vatni.
Er tað trygt at nýta vetni?
Í einum trýsttanga er vetni trygt, men hinvegin
skalt tú vera sera varin við reinum vetni. Teir
báðir tangarnir í Mirai tola eitt trýst á 700 bar.
Skuldi ein leki íkomið, dampar vetni nógv
skjótari enn eitt nú bensin.
Passar tað, at vetnisbilar ikki kunnu nýtast,
tá tað er kalt?
Hetta var galdandi fyri fyrstu royndarbilarnar.
Nýggju vetnisbilarnir – t.d. Mirai – starta og
koyra sum vant, hóast kuldin er niður í 30
kuldastig.