Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 7 • 13. FEBRUAR 2017 22 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Mirai – framtíð A t síggja til er Toyota Mirai ikki so øðrvísi enn aðrir bilar. Talan er um snotuligan sedan, sum væl kann nýtast sum familjubilur, men Mirai er tó nakað fyri seg. Her er talan nevnliga um sonevndan vetnis- bil. Altso bil, ið nýtir vetni (brint) sum brennievni. Toyota hevur í nógv ár granskað í framtíðar akførum. Endamálið er støð­ugt at finna nýggjar og betri leiðir, og eitt tað fremsta málið hevur alla tíðina verið dreymurin um at skapa ein bil, sum ikki á nakran hátt dálkar umhvørvið. Eitt stórt fet á leiðini varð tikið fyri góðum 20 árum síðani, tá Toyota sendi fyrsta hópframleidda hybrid-bil­ in á marknaðin. Í hybrid-bilum verð­ur rørsluorkan, sum stavar frá van­ligari koyring, goymd á einum batta­ríi, sum hinvegin aftur kann stuðla vanliga bensin-motorinum, sum tí verður minni nýttur. Mirai merkir framtíð á japanskum. Og við Toyota Mirai vísir Toyota leiðina fram í eina nýggja tíð, har bilurin sum hug­tak verður defineraður av nýggj­ um. Vetnisorka ger tað gjørligt at koyra bil, uttan at tú á nakran hátt dálkar umhvørvið. Tað er at kalla óavmarkað tilfeingi í náttúruin, tá talan er um vetni, og hættirnir at goyma orkuna gerast støðugt meira framkomnir. Vetnis-tøknin umboðar tí ein varða fyri bæði ferðing og umhvørvi. Reyni Service er umboð fyri Toy­ ota í Føroyum, og har fáa tey í dag ein Toyota Mirai. Bilurin er fyrst og fremst ein framsýningarbilur, og enn selur Reyni Service ikki Mirai. Hetta av teirri einføldu orsøk, at eingin áfyll­ ingarstøð enn er í Føroyum. – Tað verður nógv tosað um um­ hvørvið í hesum døgum. Hjá Toyota hevur aðalsetningurin ígjøgnum nógv ár eisini verið, at vit vilja gera nakað við umhvørvið. Vit hava seinnu árini upp­livað, at hybrid-bilarnir frá okkum hava verið serstakliga væl umtóktir, men menningin steðgar sjálvandi ikki her. Vetnisbilar eru okkara boð upp á eina grønari framtíð, og vit vilja fegin vísa føroyingum, hvussu ein vetnis­ bilur sær út og riggar, sigur Sámal av Reyni, sum er stjóri á Reyni Service. Tað verður tó avmarkað, hvussu nógv sleppa at royna bilin. Eingin áfyll­ingarstøð er her á landi, og tí kann bilurin ikki koyra meira enn tað, sum ein fyltur tangi gevur. Tá røkkur bilurin einar 550 kilometrar. Framkomin hybrid Vetnisbilurin er í veruleikanum ein hybrid-bilur, sum vit kenna tað frá Toy­ota. Í mun til higartil vanligu hybrid- bilarnir nýtir Mirai tó vetni – brint – ístaðin fyri bensin sum brenni­evni. Vetnið verður leitt frá tangunum, og tá tað rennu saman við luft, hendir ein evnafrøðilig reaktión, har el verður framleitt. Hetta verður síðani nýtt sum drívmegi í motorinum, sum gevur heilar 154 hestar og eitt moment upp á 335 Nm. Fyri fyrstu ferð ber til at síggja og uppliva ein vetnisbil í Føroyum. Reyni Service hevur fingið ein Toyota Mirai til Føroya, og leygardagin verður opið hús hjá føroyska Toyota- umboðnum Vatn sum útlát Vetni – Hydrogen – er mest vanliga grundevni á jarðarklótuni. Tað finst í øllum lívfrøðiligum tilfari, og tað finst sjálvandi eisini í ovurmáti í vatni. Tá vetni verður nýtt sum brennievni, er talan tí um náttúrliga og ikki dálkandi forbrenning. Vetni verður blanda saman við súrevni – oxygen – og tá orka verður frígivin, er einasta útláti reint vatn. Vatn er samansett av vetni og súrevni, og tí er eitt akfar, sum nýtir vetni, als ikki dálkandi.