mánadagur 13. februar 2017síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 7 • 13. FEBRUAR 2017
21
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Útjaðarin í Havn
Aðalfundur
Aðalfundur hjá Kvinnufelagnum í Havn verður
28. februar 2017 kl. 19.00 í Mettustovu.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Uppskot til viðtøkubroytingar er á skrá. Nevndin
mælir til at broyta § 15 í viðtøkunum soleiðis:
"Heldur Kvinnufelagið uppat, verða ognir
felagsins latnar til Kvinnuhúsið."
Uppskot, sum skulu á skrá, skulu verða
nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar undan
aðalfundinum.
Um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur, verður
eykaaðalfundir hildin kl.19.30.
Eykaaðalfundurin er altíð viðtøkuførur.
Nevndin
Frá Leirvíkar
Arbeiðarafelag
Ársaðalfundur felagsins verður í
Bovling 2. mars kl. 19:00
Tekning á tlf. 213292 ella
213215 áðrenn 27. februar
Frá Samhald
AÐALFUNDUR
Aðalfundur felagsins verður í Sjókaféini
í Runavík týskvøldið 28. febr. kl. 20.00.
Nevndin
Heilt síðan Kaldbakstunnilin kom, hava fólk á Hvítanesi ynskt sær eina gøtu
niðan úr bygdini, og hetta ynskið fingu tey uppfylt á heysti í 2013
Vilmund Jacobsen
Í
fleiri ár ynsktu fólk á Hvítanesi at
fáa eina trygga gøtu av Hvítanesi
og niðan til Hoyvíkar, tí hetta er ein
av ferðsluríkastu vegunum í Føroyum.
Foreldur á Hvítanesi høvdu stóran
ampa av at lata børnini ganga eftir
hesum vegastrekki, eins og hetta
eisini var ein vandamikil vegur hjá
vaksnum fólki at ganga eftir. Nógv
ymisk uppskot hava verið frammi um,
hvussu ein slík gøta kundi gerast, men
á vári í 2012 gjørdist málið meira
ítøkiligt, tá Landsverk og Tórshavnar
kommuna samdust um ein leist.
Umleið hálvt annað ár seinni - ella
hin 9. november í 2013 - var hátíðar
hald á Hvítanesi, tí nú varð gøtan
liðug og alment tikin í nýtslu.
Eftir at snórurin til gøtuna varð
kliptur, varð farið oman á Hvítanes,
har stórt tjald var sett upp við skúlan.
Við hátíðarhaldið var bæði tón
leikur og røður, umframt at Tórshavn
ar kommuna bjóðaði kaffi, køkur og
pylsur.
Onkur nýtti eisini høvi at taka
afturíaftur 175 ára gomlu søguna um
niðursetubygdina.
Trygdin er betrað
Líka síðan Kaldbakstunnilin kom, hava
fólk á Hvítanesi ynskt sær hesa gøt
una.
Talið av bilum, sum um samdøgnið
koyra eftir vegnum oman og niðan frá
Hvítanesi, er fleiri túsund.
Gøtan millum rundkoyringina í
Hoyvík og Hvítanes hevur ført til, at
foreldur nú tora at lata børnini ganga
ella súkkla í skúla og til ítróttar
aktivitetir í Hoyvík annars.
Hóast fólk á Argjum fingu eina
heila brúgv, og hvítanesfólk “bara”
fingu eina gøtu, so eru tey í útjað
aranum í Havn - hvør í sínum lagi
- glað fyri, at ferðslutrygdin millum
Havnina og útjaðaran í Havn er betrað.
Ein gøta sum ger gongu-
ella súkklutúrin tryggari
eblaðið
sos.fo