Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 7 • 13. FEBRUAR 2017 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Útjaðarin í Havn Vilmund Jacobsen S tóri og fjølbroytti handilin hjá Jógvani Weihe í Stiðjagøtu 10 í Havn spennir seg eisini út, nú føstulávint er í hondum. Ólavur Weihe sigur, at handilin í ár eins og undanfarin ár hevur fleiri sløg og fleiri støddir av tunnum – til børn eins væl og til vaksin. – Vit hava tunnur, sum beinleiðis eru framleiddar til føstulávint, og vit hava eisini tunnur, sum eru fram­ leiddar til børn at sláa. Soleiðis hava vit eisini papp-tunnur til tey smæstu. Hann sigur, at fyritøkan selur nógv­ar tunnur til eitt nú barnagarðar, skúlar og feløg, sum skipa fyri tunnu­ sláing fyri børnum. Men, tað eru ikki bara børn, sum sláa tunnu á føstulávint. Tað gera tey vaksnu eisini, bæði í bygdafeløgum, eigarafeløgum og á arbeiðsplássum. – Tí hava vit sjálvsagt eisini sterkari tunnur, sum eru ætlaðar teimum vaksnu at sláa. Í stuttum hava vit tunn­ur til ein og hvønn, sum hugsar um tunnu­sláing á føstulávint - ja, til allar aldurs­bólkar, sigur Ólavur Weihe. Sterkar og dýrar Í nøkur ár seldi Jógvan Weihe eisini brúktar whisky-tunnur, men tað ger fyritøkan ikki longur. – Hetta vóru sterkar eikitunnur, sum whisky hevði verið lagrað og goymt í. Men, tað er trupult at skaffa hesar tunnur, og tær eru eisini dýrar at keypa. Hann vísir á, at skuldi tað loysa seg at selja whisky-tunnurnar, noyddust tey at keypa rættiliga nógvar heim í senni. Seinni keyptu tey eisini óbrúktar whisky-tunnur heim til føstulávint. Ólavur Weihe sigur, at tá fyritøkan hevur eitt so breitt úrval av tunnum – í ymiskum støddum og til allar aldursbólkar – kann fyritøkan, hóast whisky-tunnurnar ikki eru við longur, saktans nøkta tørvin hjá øllum, sum skulu hava eina ella fleiri tunnur til føstulávint. Jógvan Weihe selur eisini gassar í ymiskum støddum, bæði til børn og vaksin. Onkur sigur gassi, og onkur annar sigur keppur. Sambært www.sprotin.fo er gassi eitt træamboð við tjúkkum skafti at sláa kóp, tunnu og tílíkt við, og her verður eisini víst á, at eitt annað orð fyri gassi er keppur. Tú fært samband Tey, ið hava hug at venda sær til P/F Jógvan Weihe við fyrispurningum, kunnu ringja á tlf. 353897. Fyritøkan hevur heimasíðuna - www.weihe.fo - og tey eru eisini at finna á Facebook. – Nú føstulávint nærkast, hava vit tunnur og gassar í fleiri støddum, bæði til børn og vaksin, sigur Ólavur Weihe Vilmund Jacobsen T að var á sumri í 2014, at sátt­ máli varð undirskrivaður millum J&K Petersen og Tórshavnar kommunu um at byggja brúgv um Sandá. Sambært sáttmálanum skuldi ar­ beiðið setast í gongd beinanvegin, og longu hin 9. juli sama summar varð formelli spakin settur í. Miðjað varð eftir, at brúgvin skuldi standa liðug og klár at taka í nýtslu longu á ólavsøku árið eftir. Sáttmálaprísurin var nakað lægri enn frammanundan mett, nevniliga 54,6 miljónir krónur. Stór avbjóðing Tað er ikki á hvørjum degi, at brúgvar í slíkari stødd, sum brúgvin um Sandá, verða bygdar í Føroyum, og tí var hetta ein stór og spennandi avbjóðing hjá byggifyritøkuni, sum átók sær arbeiðið. Brúgvin um Sandá er 140 metrar long, 14,5 metrar breið og har, sum brúgvin er hægst, er hon umleið 16 metrar. Tað lá eisini í kortunum, at brúgvin skuldi vera snøgg, einføld og eitt prýði fyri økið. Sandá er ikki rørd, og brúgvin er tillagað landslagnum, eins og gang­ andi er fram við árarbakkanum. Tað skuldi tó vísa seg, at byggi­ar­ beiðið tók longri tíð enn ætlað, men í mai mánaði í 2016 - umleið 10 mán­ aðir seinkað - stóð brúgvin liðug. Tað vóru LBF Ráðgevandi verk­ frøð­ingar, sum vóru høvuðsráðgevi og sum prosjekteraðu brúnna. Selm­ ar Nielsen arkitektar høvdu tann arki­tektoniska partin av brúnni og lend­inum um hendi, og Spenn Ráð­ gev­andi verkfrøðingar vóru byggi­ harra­ráðgevar. Leingi í umbúna At fáa eina brúgv aftrat um Sandá var í umbúna í minsta lagi í eini 15 ár, tí leingi hevði verið greitt, at ferðslu­ trýstið á Doktara Dahlsgøtu fór at gerast ov stórt. Vit kunnu siga, at tað er menningin av Tórshavnar kommunu, sum hevur slóðað fyri hesi nýggju farleið og sam­ bindingarleið millum Havnina og Argir. Nýggir býlingar á Argjum og nýggj­ ur skúli á Hamrinum settu síni krøv til samferðsluna og farleiðina. Í Tórshavnar kommunu meta tey eisini, at brúgvin um Sandá fer at slóða fyri fleiri nýbrotum í framtíðini. Við brúnni er uppaftur skjótari at koma út á Glyvursnes, har møgu­ leikarnir fyri nýggjum virksemi eru stórir. Farleiðin er tryggjað Ymiskar ætlanir hava verið frammi um Glyvursnes. Her hevur verið tosað um eitt nú golfvøll og flogvøll, og her hava møguleikar verið nevndir við nýggjum útstykkingum og møgliga nýggjum havnalagi einaferð í framtíðini. Brúgvin um Sandá er bygd úr stáli og betongi. Umframt góðu koyribreytina, er eisini tríggjar metrar breið gongu-og súkklubreyt, og tí er lætt hjá øllum at koma um brúnna. Við nýggju brúnni um Sandá er sambandið millum Havnina og Argir tryggjað langt inn í framtíðina. Brúgvin eitt frálíkt sambindingarlið við útjaðaran í Havn Tunnu og gassa keypir tú í Stiðjagøtu í Havn Umframt góðu koyribreytina eftir brúnni, er eisini tríggjar metrar breið gongu- og súkklubreyt, og tí er lætt hjá øllum at ferðast millum Havnina og Argir Mynd: www.sna.foA Hjá P/F Jógvani Weihe í Stiðjagøtu 10 fáast tunnur í ymiskum støddum og ymiskari styrki til keyps Við brúnni um Sandá er sambandið millum Havnina og Argir tryggjað langt inn í framtíðina