Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Árni Gregersen Trý aðalráð: vinnumálaráðið, almannaráðið og inn­lend­is­ mála­ráðið hava saman gjørt eitt álit um harðskap í par­ lagi og nærsambondum. Hetta er grundarlagið und­ir einum lógaruppskotið, sum Aksel V. Johannesen, løg­mað­ur hevur lagt fyri ting­ið og sum nú fer at fáa 2. viðgerð eftir at tað hevur ver­ið í rætt­ar­nevnd­ini. Full semja er í rætt­ar­ nevnd­ini um at taka undir við upp­skotinum. Í formælinum til álitið um harð­skap verður sagt, at harð­skap­ur í parlagi og nær­ sam­bondum fer fram í Før­ oy­um eins og aðrastaðni. Harðskapurin er ikki av­ mark­að­ur til nakrar sam­fe­ lags­bólkar, men kann koma fyri, sama hvønn aldur, út­ búgv­ing, ætt­ar­slag, tjóð, átrún­að, sek­su­ali­tet ella evni fólk hava. Harðskapurin er ofta ósjón­lig­ur, men hevur ógvus­ lig­ar avleiðingar fyri tey, sum eru fyri harðskapinum. Eftir galdandi lóggávu kann løg­regl­an gera ymisk átøk mót­veg­is persónum, sum antin hava framt ella kunnu vænt­ast at fremja harð­skap í fam­iljuni. Alt eftir umstøðunum kann per­són­ur, sum er undir ill­gruna um revsiverd við­ ur­skifti, verða handtikin ella varðhaldsfongslaður, eins og ein persónur kann verða settur í bráðhald, um hann verður hildin at vera til vanda fyri seg sjálvan ella onn­ur. Harafturat kann ein per­ són­ur, sum veldur øðr­um ónáðir, t.d. einum fyrr­ver­ andi sambúgva, við for­fylgj­ andi ella harðligum atburði, fáa tilhald. Tilhald verður givið eftir revsi­lógini og brot á tilhald kann revsast við sekt ella við fongsli upp til tvey ár. Tilhald eeftir galdandi lóg er ein fyrisitingarlig avgerð og lø­g­reglan hevur upplýst at frá 2011 til 2015 hava 49 um­bøn­ir verið um tilhald og í sama tíð­ar­skeiði eru 33 brot framd á tilhald. Sambært føroysku løg­ regl­uni er tilhald vanlig­ast í málum, har trupulleikar eru mill­um hjúnafelagar ella sam­búgv­ar vegna hjúna­ skiln­að, og har partarnir ikki finna stevið aftaná. Greiðari reglur Nýggja uppskotið hevur til enda­máls at gera reglurnar greið­ari og sterkari fyri tey átøk, sum skulu verja per­ són­ar, sum eru fyri ágangi, for­fylg­ing og ónáðum. Ein nýggj­ur partur er eisini, at hetta umfatar tráðfylging – ella tað sum vanliga verður nevnt stalking. Uppskotið er hvasari enn gomlu reglurnar, tí nú verður ikki bert møuligt at áleggja til­hald. Nú fer at bera til at áleggja uppihaldsforboð og í ávís­um førum vísa persóni burt­ur úr egnum heimi í upp til fýra vikur. Treytirnar fyri, nær til­ hald og uppihaldsforboð kunnu verða áløgd, og nær per­són­ur kann vísast burtur úr heimi sínum, verða við hes­um lógaruppskotinum eis­ini ásettar beinleiðis í lóg­ ini. Lógin inniber í høv­uðs­ heit­um at: 1) Reglurnar um tilhald verða greiðari. Treytirnar verða nú beinleiðis ásettar í lógini. 2) Tilhald fer frameftir at verja fyri øllum slagi av sam­ bandi og ikki sum nú, bert samband, sum verður mett at vera til ónáðir (brot á per­ són­liga friðin). Hetta hevur við sær, at tað verður lættari at stað­festa brot á tilhald. 3) Tað fer at bera til at áleggja uppihaldsforboð, t.e. at for­bjóða dvøli innan fyri eitt landa­frøðiliga greitt av­ mark­að øki, t.d. nærhendis heimi ella arbeiðsplássi hjá órætt­aða. 4) Persónur, eldri enn 18 ár, kann í eitt styttri tíð­ar­ skeið vísast burtur úr heimi sínum. Treytin er, at við­ kom­andi er undir illgruna fyri brot á revsilógina §§ 210, 213 ella 266 ella brot, sum er fevnt av kapitli 24-26 í revsi­ lóg­ini, og sum kann hava við sær fongsul í 1 ár og 6 mán­ að­ir. Ein persónur kann eisini vís­ast burtur, um hann ber seg at á ein slíkan hátt, sum kann vera hóttandi móti hús­ fólk­inum. 5) Tilhald og uppi­halds­ for­boð fer eisini at kunna fevna um húsfólk hjá órætt­ aða, um hetta verður hild­ið at vera neyð­ugt fyri at røkka enda­mál­in­um við tilhaldin­ um og/ella uppi­halds­for­boð­ num. 6) Tráfylging (stalking) verður al­lýst sum skipað og áhald­andi for­fylg­ing og ágang­ur, og hetta verður mett sum ein skerp­andi støða, tá revs­ing skal áset­ast fyri brot á til­hald, uppi­halds­ for­boð og burturvísing. 7) Ein nýggj serlig áset­ing er, at um ein per­són­ur hevur ver­ið fyri grov­um og vanda­ mikl­um brots­verki, skal tað bein­an­veg­in kunna áleggj­ ast gern­ings­mann­in­um til­ hald, soleiðis at órætt­aði og næstingarnir ikki skulu tola sam­band við gern­ings­ mannin. Rættarnevndin er samd í at uppskotið eigur at set­ ast í verk og skrivar, at ein samd rættarnevnd tekur und­ir við málinum og mæl­ ir Løgtinginnum til at sam­ tykkja uppskotið. Málið fær 2.viðerð í ting­ in­um týsdagin í næstu viku. LÓGIN UM TILHALD VERÐUR ÓGVULIGA NOGV SKERPAÐ Akseel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt upposkot ram um tilhald. Kristin Michelsen er formaður í rættarnevndini, sum mælir tinginum til at samtykkja nýggja og herda uppskotið. Týsdagin í næstu viku hevur Løgtingið 2. viðgerð av uppskotinum hjá løgmanni Uppskotið hjá løgmanni um at skerpa lógina um tilhald, uppihaldsforbod og burturvísing fær fulla undirtøku