Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stine Bosse – um lív og yrkisleið hennara > Tekna teg á www.banknordik.fo/tiltak Alment tiltak 23. februar Hóskvøldið 23. februar kl. 19.30 Vit bjóða til áhugavert tiltak í høvuðssæti okkara í Havn. Armgarð Arge, útvarpsvertur, fer at hava samrøðu við Stine Bosse, nevndarforkvinnu í BankNordik, um tey viðurskifti, sum hava havt týdning fyri lív og yrkisleið hennara. Stine Bosse hevur verið virkin í donskum vinnulívi í mong ár og sigst vera millum dugnaligastu leiðararnar í Danmark. Hon er kend fyri at vera opinskárað um persónlig viðurskifti og fyri sín leiklut í verkætlanum, kjaki og vælgerðararbeiði. Eftir fleiri ár sum forstjóri í stóra tryggingar- samtakinum Tryg valdi Stine Bosse í 2011 at siga forstjórastarvið frá sær til tess at fáa arbeiði, frítíð og familjulív at javnviga. Í dag arbeiðir hon í altjóðafyritøkum sum nevndarlimur burturav, og í 2015 tók hon við sum nevndarforkvinna í BankNordik. Aftan á samrøðuna verður tónleikur, og vit bjóða okkurt leskiligt. Øll eru hjartaliga vælkomin.