týsdagur 14. februar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GREINING
SKRÆDL ELLA VINNUR
SAMBANDSFLOKKURIN
Sambandsflokkurin samráðist enn við samgonguna um nýggja
fiskivinnuskipan, men samráðingarnar bera neyvan á mál
Árni Gregersen
Størsta politiska mál í løtuni
er fiskivinnunýskipanin.
Málið er so stórt og
ógvusligt, at tað í stóran mun
forðar fyri vanligum politisk
um arbeiði.
Tí fegnast politiska skip
anin um, at tíðin er um at
renna undan hjá landsstýris
manninum við fiskivinnu
málum.
Hann
hevur
sagt,
at
eitt uppskot til eina ný
skipan
verður
løgd
fyri
tingið í senasta lagi næsta
fríggjadag. Tá er seiansta
freist at lata Løgtinginum
uppskot, sum skulu hava
viðgerð í hesi tingsetuni.
Stóri spurningurin er tí
nú, hvat tað er fyri uppskoti
landsstýrismaðurin kemur í
Løgtingið við.
Seinasta fríggjadag var
samgongufundur, har lands
stýrismaðurin saman við
hinum báðum samgongu
leiðarunum kunnaðu ting
manningina hjá samgonguni
um, hvussu tað gongur við
nýskipanaruppskotinum og
hvussu tað gongur við sam
ráðingunum við Sambands
flokkin.
Eftir
samgongufundin
høvdu tingfólk fingið munn
kurv.
Bert
landsstýris
maðurin úttalaði seg um,
hvat var hent og hvussu tað
gekst við samráðingunum
við Sambandsflokkin.
Ikki óvæntað so segði
Høgni Hoydal, at øll sam
gongan stendur aftan fyri
hann og hansara ætlanir og
hann segði, at samráðinganar
við Sambandsflokkin ganga
væl.
Spurningurin
er
bara
um hetta var tað, sum hann
valdi at siga, tí hann fekk
eisini sagt, at sjálvandi er
tað so í samgonguni, at tað
eru ikki allir smálutir, sum
samgongufólk eru samd um.
– Tað vil so vera, segði
landsstýrismaðurin.
Javnaðarflokkurin
er
ikki so samansjóðaður um
ætlanirnar hjá landsstýris
manninum, sum Tjóðveldi.
Tjóðveldi fór til seinasta
løgtingsval við tí endamálið,
at nú skal gerast ein nýggj
lóg um vinnuligan fiskiskap.
Hinvegin so var tann
semjan, sum er í Tjóðveldi
ikki so avgjørd í Javnaðar
flokkinum.
Um tað er tí, at fiskivinnan
ikki hevur havt sama fokus í
Javnaðarflokkinum ella tí
tey bara ikki eru so samd
um, hvussu fiskivinna skal
skipast er ilt at siga, men tað
vísir seg nú, at ivi er um fleiri
av atkvøðunum hjá Javn
aðarflokkinum.
Hella tær líka nógv til
uppskotið, sum Sambands
flokkurin hevur gjørt, sum til
tað, sum landsstýrismaðurin
hevur ætlanir um?
Javnaðarflokkurin hevur
sagt alment meira enn eina
ferð, at flokkurin stendur
við tað uppskot, sum sam
ráðingarleiðararnir hjá sam
gonguni koma til.
Men hóast tað, so prutl
ar undir lokinum, tí fleiri
teirra eru rættuliga ónøgdir
við ávísar fyrisitingarligar
avgerðir, sum landsstýris
maðurin hevur tikið.
Men eitt er, hvat tingfólk
siga, meðan samráðingarnar
fara fram – nakað heilt annað
er, tá ið uppskotið er komið
so langt, at tingfólk skulu
velja hvønn knøttin tey
skulu trýsta á í tingsalinum
– tann grøna ella tann reyða.
Tí standa samráðingar
leiðararnir trygt, væl vitandi,
at helst fara tingbólkarnir at
atkvøða, sum floksformenn
inir mæla til.
Samráðingar
eru
við
Sambandsflokkin í skriv
andi stund, men tað er ilt at
vita, hvussu langt samráð
ingarnar reelt eru komnar.
Virðirsøking av fiskatil
feinginum í Føroyum kunnu
tey helst semjast um og
burðardygg fiskiveiða er eitt
mál, sum ongin er ímóti.
Rættindini verða latin
átta ár ísenn og so bendir alt
á, at eini 20 prosent verða
seld um eina almenna upp
boðssølu.
Greitt er ikki, hvørjum
20 prosentini skulu takast
av, men helst er ætlanin at
seta eitt mark, og so lata
20 prosent av rættindum
omanfyri tey, sum vóru tann
eina dagin á uppboðssølu.
Ein trupulleiki higartil
hevur verið, at samgongan
vil hava, at tey 20 prosentini
ækka við fimm prosentum
hvørt ár, men hesum vil
Sambandsflokkurin
ikki
taka undir við, tí so skal bert
eitt ávíst tíðarskeið ganga, so
skal alt um uppboðssøluna.
Ein meting í dag sigur,
at annaðhvørt slitna sam
ráðingarnar við Sambands
flokkin nú – ella flytur
flokkurin Tjóðveldi so mikið
langt, at bæði Sambands
flokkurin og Javnaðarflokk
urin kunnu taka undir við
einum uppskoti til semju.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum,
situr við lyklinum til nýggja fiskivinnuskipan
Sambandsflokkurin fær stóran part av sínum ígjøgnum, um semja
verður gjørd, men ivasamt er um Høgni Hoydal fer so langt
Øll bíða í spenningi eftir einum
úrslitið av samráðingunum