Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TALGILDAR ROYNDIR N Talgildar próvtøkur og royndir Próvstovan skipar á hvørjum ári fyri 29 talgildur próv­ tøkum, sjúkrapróvtøkum og landsroyndum, umframt 16 elektroniskum próvtøkum og sjúkrapróvtøkum. Harumframt skipar Próvstovan fyri 40 talgildum undan­ landsroyndum og ársroyndum og 24 elektron­iskum ársroyndum. Samanlagt er talan um 109 elektroniskar og talgildar royndir árliga. Hesar talgildu og elektronisku royndir eru á hvørjum ári Landsroyndir: 4.fl føroyskt staviførleiki 4.fl føroyskt lesifatan 4.fl støddfrøði fimisrokning 4.fl náttúra og tøkni 6.fl føroyskt mállæra 6.fl føroyskt staviførleiki 6.fl føroyskt lesifatan 6.fl støddfrøði fimisrokning 6.fl náttúru og tøkni Próvtøkur og sjúkrapróvtøkur: 9.fl føroyskt lesifatan, 9.fl føroyskt staviførleiki, 9.fl føroyskt málførleiki 9.fl danskt lesifatan, 9.fl danskt staviførleiki, 9.fl danskt málførleiki 9.fl enskt lesifatan, 9.fl enskt stavi- og málførleiki, 9.fl enskt lurtifatan 9.fl støddfrøði fimisrokning 9.fl føroyskt framseting 9.fl danskt framseting 9.fl enskt framseting 9.fl støddfrøði greiðslurokning 10.fl føroyskt framseting 10.fl danskt framseting 10.fl enskt framseting 10.fl støddfrøði greiðslurokning Undanroyndir: 4.fl føroyskt staviførleiki 4.fl føroyskt lesifatan 4.fl støddfrøði fimisrokning 4.fl náttúra og tøkni 6.fl føroyskt mállæra 6.fl føroyskt staviførleiki 6.fl føroyskt lesifatan 6.fl støddfrøði fimisrokning 6.fl náttúru og tøkni Ársroyndir: 2x 8.fl føroyskt lesifatan, 2x 8.fl føroyskt staviførleiki, 2x 8.fl føroyskt málførleiki 2x 8.fl danskt lesifatan, 2x 8.fl danskt staviførleiki, 2x 8.fl danskt málførleiki 2x 8.fl enskt lesifatan, 2x 8.fl enskt stavi-og málførleiki, 2x 8.fl enskt lurtifatan 2x 8.fl støddfrøði fimisrokning 2x 9.fl føroyskt lesifatan, 2x 9.fl føroyskt staviførleiki, 2x 9.fl føroyskt málførleiki 2x 9.fl danskt lesifatan, 2x 9.fl danskt staviførleiki, 2x 9.fl danskt málførleiki 2x 9.fl enskt lesifatan, 2x 9.fl enskt stavi- og málførleiki, 2x 9.fl enskt lurtifatan 2x 9.fl støddfrøði fimisrokning 2x 8.fl føroyskt framseting 2x 8.fl danskt framseting 2x 8.fl enskt framseting 2x 8.fl støddfrøði greiðslurokning 2x 9.fl føroyskt framseting 2x 9.fl danskt framseting 2x 9.fl enskt framseting 2x 9.fl støddfrøði greiðslurokning Tilmælið frá Próv­stov­ uni er greitt. Vit eiga ikki at venda aftur til pappírs­ próvtøkur. Próv­stovan held­ ur tó, at arbeiðið hjá henni eigur at vera miðað móti inni­haldin­um í royndunum og ikki skip­anunum, sum skulu gera royndirnar. Har­umframt held­ur Próv­ stov­an, at hon sjálv einans skal syrgja fyri lands­roynd­ unum og próv­tøkun­um, með­an skúl­arnir sjálvir skulu skipa fyri undan­ roynd­um og árs­royndum. Altso, tað, sum ikki hevur havt trupulleikar higartil, skal liggja hjá Próvstovuni, meðan skúlarnir sjálvir skulu sleppa at stríðast við tær royndirnar, har flestu feilirnir henda. Ivast í trygdini og dygdini í verandi skipan Hóast Regin Marnersson ikki finst at verandi tekn­ isku skipan, so mælir hann til, at uttanveltaður per­ sónur við serligum tekn­ iskum innliti verður settur at meta um trygdina og dygd­ina í verandi skipan, sam­an við Elektron, C-Net, Próvstovuni og Menta­mála­ ráðnum. Endamálið skal vera at við- ella frámæla fram­haldandi nýtslu av hesi skip­anini. Um niðurstøðan skuldi verið, at mælt verður til at fara frá verandi skipan, heldur Regin Marnersson, at Mentamálaráðið eigur at bíða við at skipa fyri lands­ royndum til onnur tryggari og dyggari skipan er funnin og verksett. Hóast Regin Marnersson sigur, at verandi skipan nøkt­ar tørvin hjá Próv­ stov­uni, so hevur hann onkrar atfinningar móti henni. Í høvuðsheitum er trupulleikin, at skipanin ikki er ment til endamálið og at Próvstovan í ov stóran mun eru tengd at tekniska veitaranum, tá okk­ urt í skip­an­ini skal tillagast. Ein trupulleiki er, at fyritøkan er ein ein-mans fyritøka og at avgerandi servitan tí ofta liggur hjá einum einstøkum persóni. Umhugsa nýggja skipan Í næstum skulu eisini elek­ troniskar royndir setast í verk í miðnámi og til hesa uppgávuna ætlar Próv­stov­ an at nýta eina aðra skipan; eina skipan, sum loyvir Próv­stovuni at taka sær av inni­haldinum, meðan ein fyri­tøka tekur sær av tí tekn­iska. – Fyrimunurin er eyð­ sýnd­ur og skipanin hevur, í tann mun vit higartil hava roynt hana, víst seg dygga og trygga. Vansin er tó, at hon verður nakað dýrari enn verandi skipan og ver­andi uppseting, skriv­ ar Próv­stovan, sum sigur seg ikki enn vera føra fyri at meta um, hvørt nýggja s k i p a n i n hósk­ar seg betur til tørvin enn Chamilo, sum verður nýtt í fólka­skúl­an­um. – Próvstovan mælir frá at fara aftur til pappírsroyndir til landsroyndir. Um frá­ mælt verður at halda fram í verandi skipan mælir Próv­ stovan til at bíða verður við at halda landsroynd til onnur skipan er funnin og verksett. Próvstovan mæl­ ir til at steðga verður við øll­um skipaðum undan­ roynd­um og árs-, jóla- og páska­royndum, meðan bíða verður eftir eini niður­ støðu um teknisku loysn­ina. Próvstovan kann í hes­um tíðarskeiðnum leggja upp­ gávunar tøkar til skúl­arnar at nýta, tá og um tey sjálv vilja. Próvstovan mælir til skjót avgerð verður tikin um haldast kann fram við próvtøkunum 2017 í svar. fo, eru millum enda­ligu tilmælini hjá Regini Marn­ ers­son, stjóra á Próv­stovuni. Fyrstu talgildu royndirnar vóru 29. apríl 2014. 1400 næmingar fóru til roynd, men longu eftir lítlum tíma vóru landsroyndirnar avlýstar, tí servarin krassjaði. Tær vóru settur á skrá aftur tríggjar vikur seinni – men tá við penni og pappíri. Visti tú, at síðani desembur 2014 hevur allur fólkaskúlin nýtt eina føroyska skipan til talgildu royndirnar? Skipanin, Chamilo, verður hýst og umsitin í Føroyum, og verður vanliga rópt svar.fo. Hýsingin er á Elektron og C-Net er tekniskur samstarvsfelagi hjá Próvstovuni. Visti tú, at »grindaálopið« á netið órógvaði eina roynd sera illa?