Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VIÐMERKING T á eg frætti um avgerðina hjá Taks í tí gamla og nógv umrødda skatta­ málinum hjá Eik, runnu hesi orðini í huga úr teirru kendu vísuni um unga kongin Sverke, ið vildi hevna deyða faðirs síns og lænti hermenn frá danakongi, bæði »sælandsfar og jude, som både kunne hugge og skjude«. Men lítið hjálpti, og Sverke mátti at enda sanna, at »her er tabt og her er vun­ det, her sørges på begge sider«. Tað er kortini tann munur, at í skatta­mál­ inum tykist loysnin hjá Taks einki at standa aftan fyri sjálvan Salamon kong, tí her sær út sum øll hava vunnið. Hvat snýr málið seg í grundini um? Eftir at góði gamli og botnsolidi Sparikassin so at siga var fallin í ránsmannahendur og fór so loð­andi á heysin, mátti statskassin sum ikki einaferð traðka til og bjarga honum (umframt báðum bank­unum), tá landsstýrið ikki vildi taka við Svartaperi. Hetta kostaði nakrar danskar milliardir, og tá Eik, sum Spari­kassin nú æt, seinni varð boðin til sølu, ruddaður úr kjallara í kvist, keypti Trygg­ ingasambandið fyrst tveir triðingar og síðan allan bankan. Formaðurin í tryggingini segði, minnist meg rætt, at betri keyp var ikki gjørt áður. Men hetta tyktist ikki nóg mik­ið, tí nú vildi Eik harafturat hava nakrar tíggjutals milliónir úr lands­kassanum omaná, men nú byrjaðu trupulleikarnir. Nøkur, og teirra millum grannskoðarar bankans og Jørn Astrup, nevndarlimur í bank­anum, hildu ikki, at bankin hevði rætt í hesum kravi. Hóast meginparturin av tí, ið skrivað og kringvarpað er, man tykj­ast mongum fløkt, hugsi eg at tað ber til at halda, at høvuðs­ ósemjan snúði seg um, hvørt Eik banki hevði havt nakað tap yvirhøvur. Astrup v.fl. hava hildið uppá, at har var einki tap hjá Eik banka, Finasiel Stabilitet hevði átikið sær hetta, meðan bankastjórin, Súni Schwartz Jacobsen heldur uppá, at her var eitt tap uppá eina hálva milliard, sum bankin kundi draga frá í skattaroknskapinum. Sum skilst, kom Taks í 2015 til ta niður­ støðu, at hendan hálva milli­ardin sambært regl­unum í skattalógini um skattligt goodwill kundi dragast frá í skattainntøkuni hjá bank­ anum tey komandi tíggju árini, ella við 10 pro­sentum um árið. Tey eru óivað fleiri, ið hava ilt við at skilja hvat goodwill er fyri nakað. Hesi kunnu annaðhvørt lesa eitt rundskriv frá Taks frá 2007 um virðisáseting av goodwill ella royna seg hjá Google. Eg loyvi mær at gita, at tey ikki blíva stórt klókari av hesum. Men tað er nóg mikið í sambandi við hetta mál­ið at minnast, at rakstrarhall kann dragast frá í skattskyldugu inn­tøkuni fylgjandi árið/árini, meðan goodwill sum nevnt yvir tíggju ár. Avgerandi spurningurin er so­statt hvør av pørtunum, Finan­siel Stabilitet ella bankin, kann draga frá í skattinum, væl at merkja, um nakað er at draga frá. Her stendur sum nevnt orð móti orði. Tað sær kortini út til, at Taks bæði í fyrru avgerðini og aftur nú gevur Eik rætt í, at teir hava rætt til frádrátt. Handilin millum Finansiel Sta­bili­tet sum seljara og Trygging­ar­sambandið sum keyp­ ara var ikki um piparnøtur, men ein banka og var um milliardaupphæddir, so her hava óivað sitið forslignir heilar báðumegin borðið. Seljarin sigur, at her hingu eingir lep­ ar við, alt tap av bankabjargingini var borið av Finansiel Stabilitet, meðan keyparin segði seg hava gjørt eitt so gott keyp, at betri var ikki gjørt áður. Ikki løgið, at mangur undrast á, at ein hálv milliard so at siga hekk í leysum lofti. Tá nú hendan risa­upphæddin skal turkast av uppá skattgjaldarin, er ikki løgið, at spurt verður, hvussu hetta veruliga hongur saman. Er einki tap hjá Eik banka, sum seljarin ger galdandi, kann av góðum grundum einki vera at draga frá í skatti hjá bankanum, men í 2015 kemur Taks til tað úrslit, at hendan hálva milliardin kann dragast frá, tó ikki í einum sum rakstrartap, men yvir tíggju ár sum goodwill. Hóast Súni Schwartz sigur seg ikki vera samdan í hesum, kærir hann ikki avgerðina, men fer undir at draga frá sum ásett av Taks. Í øðrum umfari kemur Taks somuleiðis til tað úrslit, at dragast kann frá av Eik, men at frádrátturin er null verdur. Eisini nú sigur Súni Schwartz sum vera man, at hann er ósamdur, men velur heldur ikki nú at kæra avgerðina. Tá eingin annar enn Eik hevur rætt at kæra, er skattamálið við hesum lokið. Onkur politikari segði herfyri í øðrum sam­ bandi, at »betur er at vita enn at gita«. Tá Taks vituliga hevur tagnarskyldu, og Eik sum teir hava fullan rætt til, ikki vil avdúka grund­gevingarnar hjá Taks, er bert eftir at gita hjá tí undrandi skattgjaldaranum. Hvør hevur tapt, og hvør hevur vunnið? Ein greiður vinnari, sum áður var líka so greiður tapari, er skattgjaldarin. Frá at hanga uppá 90 milli­ónir, er hann nú sloppin snikka­ leysur. Ein tapari má sigast at vera Eik. Frá at kunna draga 90 milliónir frá í skatti, er tað talið vorðið eitt runt null. Tó metir Súni Schwartz, at eingin grund er at kæra avgerðina hjá Skatt, so hann man eisini vera nøgdur og rokna Eik sum vinnara. Ein annar vinnari má saktans vera Jørn Astrup, ið hevur fingið viðhald í, at einki var at fara eftir hjá skattgjaldaranum, umenn Súni Schwartz førir fram, at grund­gevingin hjá Taks er ein onnur, enn tann hjá Jørn Astrup. Taks heldur, at talan var um goodwill í sambandi við keypið av virkseminum í falleraða bankanum, meðan virðið av hesum goodwill var null, meðan Jørn Astrup heldur, at her var als einki goodwill. Hvat nú? Nú skal málsviðgerðin hjá Taks kannast biður Taks sjálvt um. Hví tað? Er ikki alt farið fram »á fullgóðan hátt«? Og hvør skal kanna hvat? Verður tað ein av hesum kann­ ingunum, vit hava upplivað seinastu tíðina, sum tekur so langa tíð, at øll hava gloymt málið, tá kanningarúrslitið kemur og sum oftast við einari niðurstøðu, ið eingin verður klókari av? Og hvussu kann ein tílík kann­ing fara fram, uttan at tann tagnarskylda, sum Taks hev­ur, verður brotin? Eg helt meg hoyra Kristinu Háfoss siga í sjón­varpinum, at spurn­ingurin um møgu­liga sekt eisini skuldi kann­ast. Hetta er vónandi ein mis­skiljing, tí hetta hevði at tikið skatta­málið sjálvt úr hondunum á skatta­myndugleikanum, og hvat hevði verðið av tagnarskylduni? Eitt mál er eftir Sum kunnugt hevur Eik stevnt Jørn Astrup við kravi um fongsuls­revsing fyri æru­meið­ ing. Í miðl­un­um segði Súni Schwartz um dag­arnar, at Eik eftir seinastu av­gerðina hjá Taks helt seg hava eina enn betri sak móti Jørn Astrup. Tað er einki at ivast í, at hevði Jørn Astrup ikki gjørt vart við málið og so áhaldandi ført síni sjónarmið fram, hevði skattgjaldarin komið at goldið hesar 90 milli­ ónirnar. Tá nú skattamálið er endað, og bæði skatt­ gjaldarin og Eik kunnu vera nøgd við úrslitið, má tað tykjast ovboðið, at tann, ið er veru­ liga atvoldin til hesa »happy end«, skal enda í geglinum, hóast hann kortini ikki fær somu hørðu lagnu sum Snowden, ið noyddist at flýggja til Moskva. Halgir Winther Poulsen Her er tabt og her er vundet …