Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Brandur Hendriksson Olsen bleiv sunnudagin útskiftur við skaða í knænum, tá eykaliðið hjá Randers spældi 2-2 móti eykaliðnum hjá Vejle. Nú er greitt, at skálvíkingurin á miðvøllinum hjá landsliðnum skal sita uttanfyri í fleiri mánaðir. Skoraði og skaddur Brandur Hendriksson Olsen kláraði hegnisliga at skora, áðrenn hann bleiv skaddur stutt fyri hálvleik. Eftir langa sending lyfti hann bólt­ in lætt og elegant upp um mál­ verjan hjá Vejle. Sjey minuttir fyri tíð kom tó skaðin. Heimasíðan hjá Randers FC kallar tað fyri eitt “solo-óhapp”, tí talan er ikki um ein tvídyst ella nærdyst, tá Brandur Hendriksson Olsen smellur í vøllin og tekur til knæið í nógvari pínu. Nú er greitt, at hann hevur slitið krossbandið og spælir ikki aftur fyribils. Tað váttar Randers FC á heimasíðuni. – Tað er ótrúliga harmligt. Bæði fyri Randers FC, men sjálvandi mest fyri Brand sjálvan. Hann hevur staðið seg væl í vetrarsteðginum og nærkaðist liðnum við millum annað góðum avrikum á venjingarleguni. Hetta er keðiligt tíðindi, men vit vóna at síggja hann aftur skjótt, sig­ur ítróttarstjórin í felagnum, Ole Nielsen við heimasíðuna hjá Rand­ ers FC. Hoyrdi eitt klikk Skálvíkingurin greiddi Amtsavisen í Randers frá hendingini, sum hendi uttan nakran samanstoyd. Hetta var áðrenn skanningina, sum var í týsdagin. – Eg hoyrdi eitt klikk. Tað bendir á, at tað er okkurt í liðbandinum, men nú skal eg skannast tá vit koma heim. So fáa vit at síggja hvussu tað sær út, og um tað gong­ ur útyvir kappingarbyrjanina, sigur Brandur Hendrikson Olsen við Amtsavisen í Randers. Skálvíkingur hevur annars verið í málhýrið seinastu dystirnir, har talan hevur verið um sannar perlur. Hann skoraði millum annað eitt framúr fríspark móti tjekkiskari mótstøðu á venjingarleguni. Sjón­ bandabrotið, sum Randers FC hevur lagt út, er víst fleiri enn 31 túsund ferðir. Hann hevur havt trupult við at vinna seg á liðið, men gongdin í seinastuni hevur bent á, at hann hevur verið í framgongd, hóast hann spældi við eykaliðnum sunnu­dagin. Lars Olsen skal hava nýggjan miðvøll Umframt at hetta eru keðilig tíðindi fyri miðvallaran sjálvan og Randers FC, so merkir hetta eisini, at landsliðsmiðvallarin ikki verður tøkur til dystin móti Andorra 25. mars. Føroyar spæla so aftur í juni móti Sveis, meðan helst er mest sannlíkt, at Brandur Hendriksson setir nøsina eftir, at spæla dystin móti Portugal síðst í august. Til dystin móti Andorra hevur Fróði Benjaminsen leikbann. Tí verð­ur talan um tveir nýggjar spæl­arar á miðvøllinum, tá Føroyar eru gestir í Andorra um ein stóran mánað. trondur@sosialurin.fo BRANDUR HEVUR SLITIÐ KROSSBANDIÐ ÍTRÓTTUR Landsliðsspælarin skal nú sita uttan fyri í longri tíð. Hann verður millum annað ikki at síggja til landsdystin móti Andorra í mars mánaði Mynd: Polfoto