týsdagur 14. februar 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Tróndur Arge
Landsliðsvenjararnir
Bárður
B.
Mikkelsen og Ragnar í Haralds
stovu hava úttikið bruttohópin hjá
manslandsliðnum, sum skal fyri
reika seg til Oyggjaleikirnar á Got
landi í summar.
Fleyr, sum um vikuskiftið vann
seg í steypafinaluna, hevur heilar
sjey spælarar í bruttuhópinum.
Fýra útisetar eru á liðnum, sum
umboða Aalborg, Tromsø og tveir
úr Amager. Navnframastur er helst
Bjarni Larsen, sum spælir í oddin
um í norskur flogbólti. Hann segði
í samrøðu við ítróttarSosialin,
at hann nú ynskir at vinna gull
á Oyggjaleikinum. Tað er hevur
manslandsliðið ikki megnað síðani
á heimavølli í 1989.
Tá var pápi Bjarna Larsen, Odd
Eliasen, millum spælararnar. Tað
hoyrir Bjarni Larsen fyri enn tann
dag í dag.
– Babba var á liðnum tá og satt
at siga, so eri eg troyttur av at hoyra
hann reypa um tað legendariska
gullið. Skilt upp á tann mátan, at eg
vil eisini hava fatur á hasum gull
heiðursmerkinum, segði Bjarni Lar
sen tá.
Føroyar vunnu annars silvur á
seinastu Oyggjaleikunum, eftir tap
ímóti Saareema í finaluni. Í mun
til undanfarnu Oyggjaleikir, so
verður einki kvinnulandsliðs við.
Tær skulu spæla undankapping í
summar, og Flogbóltssambandið
hevur ikki ráð at senda liðið til tvær
kappingar.
Bruttohópurin:
Jónfinnur Hansen - Fleyr, hevari
Niels Niclasen - Fleyr, hevari
Thorvald Danielsen - Aalborg,
hevari
Bogi Midjord - Amager, miðja
Suni Juul Petersen - Fleyr, miðja
Johan Arni Elisson - Fleyr, miðja
Ingávlur Eyðunsson Olsen - ÍF,
miðja
Jón Weihe Simonsen - SÍ, miðja
Rasmus Potts - Fleyr, diagonal
Oskar í Haraldsstovu - SÍ, diagonal
Bárður Jacobsen - Ternan,
diagonal
Oddur í Haraldsstovu - SÍ, libero
Rói Hentze - Fleyr, kantur/libero
Dávið Hentze - Fleyr, kantur/libero
Uni Jacobsen - Fleyr, kantur
Steffan Olsen - Mjølnir, kantur
Bjarni Larsen - Tromsø, kantur
Trygvi Hansen - Ternan, kantur
Bjarki Enni - Amager, kantur
Hjørtur Eliasen - ÍF, kantur
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Komandi
vikuskifti
hava
føroysku úrmælingadómararnir
seinasta
fyrireikingarskeiðið
áðrenn
kappingarárið
2017.
Gestur
á
skeiðnum
verður
navnframi David Elleray, sum í
nógv ár var ein av leiðandi dóm
arunum í ensku Premier League
– Tað er altíð hugaligt, tá so
stórar
persónligheitir
innan
døming vilja koma hendan
vegin at halda fyrirestrar, so
hetta gleða vit okkum sjálvandi
til, sigur Lassin Isaksen, dóm
araleiðari hjá Fótbóltssambandi
Føroya við heimasíðuna hjá FSF.
Fyrireikingar til
Effo-deildina
Frá hósdegnum 16. til sunnu
dagin 19. februar fara føroysku
úrmælingadómararnir, tað eru
teir sum døma í EFFO-deildini
og í 1. deild hjá monnum, at hava
seinasta
fyrireikingarskeiðið
áðrenn kappingarárið 2017 av
álvara verður skotið í gongd.
Á skeiðnum fara dómararnir,
hjálpardómararnir og eygleið
ararnir at gjøgnumganga tær
lógarbroytingar í fótbóltslógini,
sum nú koma í gildi í Føryum.
Hetta
verður
gjørt
við
at
gjøgnumganga skrivligt tilfar
úr lógbókini, hyggja nærri at
video-klippum
úr
heimligu
kappingini, og video-klippum,
ið UEFA hevur gjørt. Og tað er
serliga í hesum sambandi, at
David Elleray fer at luttaka.
Starvast í dag hjá UEFA
Í dag starvast David Elleray sum
leiðari fyri UEFA Core, ið er eitt
"Talent og Mentor" dómaraskeið
hjá UEFA. Fleiri av føroysku
dómarunum hava tikið lut á
hesum skeiðum, og hava staðið
seg ógvuliga væl.
– David Elleray hevur staðið
á odda fyri arbeiðinum at
umskriva fótbóltslógini, so hon
í dag er meira tíðarhóskandi. So
hetta er ikki hvør sum helst, ið
hesaferð kemur á vitjan, sigur
Lassin Ísaksen at enda við
heimasíðuna hjá Fótbóltssam
bandinum.
Fleyr flestar
á manslands-
liðnum
Premier
League
dómari til
Føroya
Bruttuhópurin til Oyggjaleikirnar er úttikin. Fleyr hevur
væl flestar spælarar, meðan fýra útisetar eru við
Hann hevur givið Roy Keane reytt
kort og dømt í mest umtalaðu
deildini í nógv ár. Nú skal Premier
League dómarin, David Elleray
leggja føroysku dómaranum lag á
Flogbóltur: