Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Kaj fekk lívsneistan aftur Vilmund Jacobsen Í 2015 varð danin úr Esbjerg, Kaj M. Pedersen, skurðviðgjørdur fyri framkomnan prostatakrabba. Við­ gerðin gav tí 58 ára gamla nógv hjáárin, eitt nú óviljað vatnlát og kynsligt máttloysi. Men, málrættað venjing av koku­botninum hevur nærmast tik­ið burtur hesi tyngjandi hjáárin. Kaj ánaði einki Tá danin á vári í 2015 fór til lækna, ánaði hann ikki, at nakað var galið við hansara prostata. Hinvegin stúrdi hann fyri, at okkurt var galið við lungunum. – Eg hevði havt lungnabruna fleiri ferðir í einum ári, og tá eg áður havi arbeitt við asbesti, søkti eg læknan fyri at kanna lunguni. Tá læknin hevði kannað lunguni, ynskti hann líka at taka eina blóð­ roynd. Tá úrslitini av blóðroyndini fyri­ lógu, fekk Kaj M. Pedersen at vita, at einki var galið við lungunum, men at hann hevði prostatakrabba. Stutt eftir kom hann til kann­ ingar á sjúkrahúsi, og tað vísti seg, at Kaj hevði framkomnan prostata­ krabba. – Síðan kom hvørt eftir øðrum, og eg varð skurðviðgjørdur í apríl í 2015. Eftir skurðviðgerðina fann eg skjótt út av, at viðgerðin hevði havt álvarslig hjáárin. Ein hørð tíð Kaj M. Pedersen sigur, at tað góða var, at krabbin ikki hevði spreitt seg, men avleiðingin av skurð­ við­gerðini var óviljað vatnlát, og tí noyddist hann bæði at brúka blæðu og innlegg í undirbuksunum. – Haraftrat hevði eg fingið kynsl­igt máttloysi, sigur hann. Impotens er saman við óviljað­ um vatnláti kent hjáárin eftir eina skurðviðgerð fyri prostata, og slík hjáárin kunnu eisini koma eftir geislaviðgerðir. Kaj hevur áður verið ígjøgnum eina hjartaskurðviðgerð, har ein hjartaloka varð skift, men tann við­gerðin gjørdi honum als ikki líka stórt mein sum skurðviðgerðin fyri prostata. Tað var tí ein rímiliga troyttur maður, sum fáar vikur eftir skurð­ viðgerðina fyri prostata – eftir ráð­ um frá Prostatafelagnum – byrjaði at venja hjá Esbjerg Sunhedscenter, har dentur serliga varð lagdur á at venja kokubotnin. Ógvuliga takksamur – Vit lærdu at venja teir smáu, men ógvuliga týdningarmiklu vødd­ arnar í kokubotninum. Hetta krev­ ur nakrar royndir, men við hjálp frá fysioterapeuti fann eg út av, hvussu eg skuldi gera. Eitt hálvt ár seinni slapp eg av við bæði blæðu og innleggið í undirbuksunum, sigur Kaj M. Pedersen, sum eisini hevur fingið mansevnini aftur og tískil ikki livir við kynsligum mátt­ loysi longur. – Eg eri ógvuliga takksamur, tí eg veruliga havi fingið lívið aftur og kann røkja mítt fulltíðarstarv hjá Dong. Hann er so takksamur fyri at hava fingið heilsu og førleika aftur, at hann fegin vil hjálpa øðrum, sum eru í somu støðu, sum hann var í, tá alt sá keðiligast út. Hetta er eisini orsøkin til, at hann nú er vorðin sjálvboðin venj­ ari á heilsumiðstøðini hjá monnum, sum venja kokubotnin. Kaj M. Pedersen hittir eisini javnan teir menn, sum hann kom at kenna, tá hann byrjaði at venja. – Vit snakka um tingini, og vit snakka um tær royndir, vit hava gjørt okkum, og hetta hevur stóran týdning, sigur hin 58 ára gamli, sum gongur til læknaligt eftirlit eina ferð um árið. Hann leggur aftrat, at hann er realistiskur, men at hann ikki er tað, hann rópar ”jubel-optimistur”. – Tað snýr seg um at finna javn­ vágina, og stuðulin frá familjuni hevur stóran týdning. Nýggj avbjóðing Í løtuni stendur danin yvirfyri einari nýggjari avbjóðing, tí hann bíðar eftir møguligari skurðviðgerð fyri krúnulívæðrina. – Hetta er sjálvandi ikki stuttligt, men eg eri nøkulunda róligur um tað. Vit hava snakkað um hetta í familjuni, og vit hava jú áður verið ígjøgnum truplar tíðir, sum vit eru komin væl ígjøgnum, sigur Kaj M. Pedersen. Øll, sum koma til venjingar á heilsumiðstøðini í Esbjerg, fáa eina persónliga samrøðu sum ger av, hvør viðgerðin skal vera. Sjey av tíggjum monnum, ið høvdu líknandi trupulleikar sum Kaj, siga, at teir fingu eina betri lívs­góðsku eftir at hava vant koku­botnin, og venjingin hevur hjálpt teimum við óviljaðum vatnláti og kynsligum máttloysi. FC Prostata Gransking vísir, at likam­lig venj­ing – og ikki minst fótbóltur – gagn­ar lívsgóðskuni hjá monnum, sum hava fingið staðfest prostata­krabba. Hetta er grundarlagið fyri verk­ætlanini – FC Prostata. Ein røð av fót­ bóltsfeløgum í Dan­mark bjóða fótbóltsvenjing fyri monnum við prostatakrabba. Keldur: Esbjerg Sundhedscenter www.helse.dk www.fcprostata.dk – Vit lærdu at venja teir smáu, men ógvuliga týdningarmiklu vøddarnar. Hálvt ár seinni slapp eg av við bæði blæðu og innlegg, og eg havi eisini fingið mansevnini aftur, sigur 58 ára gamli, Kaj M. Pedersen, sum nú sjálvboðin hjálpir øðrum í somu støðu Kaj M. Pedersen er so takksamur fyri at hava fingið heilsu og førleika aftur, at hann fegin hjálpir øðrum, sum eru í somu støðu, sum hann var í, tá alt sá keðiligast út