Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aðalskrivari til Bláa Kross Føroya Vil tú standa á odda fyri Føroya størsta sjálvbodna felagsskapi á sosiala økinum, har virðing fyri hvørjum einstøkum er i hásæti Eitt áhugavert og avbjóðandi starv sum aðal­ skrivari hjá Bláa Krossi Føroya er leyst at søkja. Starvið: Vit kunnu bjóða eitt spennandi og áhugavert starv. Tú kemur at hava ábyrgdina av øllum virkseminum í felagsskapinum. Virksemið er nógv økt síðstu árini og økist framyvir og krevur hetta tí, at tú ert før/ur fyri at hava nógvar bóltar í luftini samstundis, uttan at missa yvirlitið. Góðir møguleikar eru fyri persónligari og fakligari menning i starvinum. Sum aðalskrivari kemur tú m.a. at hava ábyrgdina av: - At tryggja tað neyðugu leiðsluna, so avgerðir hjá landsnevndini verða framdar i verki - Landsarbeiðinum hjá felagsskapinum, hetta umfatar allar stovnar og alt felagsarbeiði - Øllum starvsfólkunum, løntum sum óløntum, í felagsskapinum og at tryggja trivnaðin og menningini í arbeiðinum. - økja um inntøkurnar - at hava samband við lokalfeløg og BKU, ov seta á stovn nýggj lokalfeløg. - at skipa fyri verkætlanum um fyribyrgjan av rúsevnum og misnýtslu. - at skipa fyri tiltøkum á stevnum og festivalum. - samráðingum, samskiftinum og kunningini við myndugleikar og onnur áhugaði um arbeiði hjá Bláa Krossi. - altjóða samstarvi við millum annað International Federation of the Blue Cross. Førleikar/Eginleikar: - Tú hevur viðkomandi útbúgving. Fyrimunur er, um tú hevur leiðsluroyndir. - Tú ert álitisvekjandi, álítandi, fyrikomandi og hevur leiðslu og samstarvsevnir. - Tú hevur góð leiðaraevni, og at tú í tínum leiðsluhátti megnar at seta trivna og menning í hásæti. - Tú ert sjónlig/ur og nærverandi og megnar at hava heildaryvirlit. - Tú ert fyrikomandi, týðilig/ur og dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum. - Tú er ikki bangin fyri at taka stig til nýggj tiltøk og brúka hugflogið - Tú ert strukturerað/ur og hevur góðar førleikar og skil fyri fíggjarstýring og fyrisiting. - Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt - Tú kanst tosa og skriva skandinaviskt og enskt - Tú vilt arbeiða samsvarandi blákrosshugsjónini og kristna grundarlagnum hjá felagsskapinum Løn/setanartreytir: Starvið er eitt fulltíðarstarv. Vit roknað við at tú kanst byrja í starvinum í seinasta lagi 1. apríl ella eftir nærri avtalu. Lønin verður ásett samb. avtalu. Meira fæst at vitað um starvið við at venda sær til Sverra Steinhólm, formann, á tlf 210773 ella á teldupostinum sverris@ls.fo Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Bláa Kross Føroya, Heiðavegur 32, 600 Saltangará. Viðmerk á brævbjálpan “umsókn” ella umvegis teldupost til blakross@blakross.fo Umsóknarfreistin er 27. februar 2017. Blái Krossur ynskir at hjálpa menniskjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum – Vit vilja eisini hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. Vit vilja arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi ella rúsdrekka – Vit vilja arbeiða fyri tilboðum til ung við trupulleikum av rúsevnum og rúsdrekka. Blái Krossur hevur í dag umleið 20 lønt og 300 ólønt starvsfólk í felagsskapinum – Kunning um arbeiði hjá Bláa Krossi Føroya finnist á http://www.blakross.fo Hósdag 16. februar: Hakkibúffur – Knettir – Kókað neytakjøt Fríggjadag 17. februar: Rivjasteik – Hvítleyksfrikadellur – Lasanja Leygardag 18. februar: Rullusteik Mánadag 20. februar: Fiskafrikadellur – Hamburgararyggur Týsdag 21. februar: Stoktur medistari – Karrygrýta – Blóðpylsa Mikudag 22. februar: Stoktur fiskur – Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA