hósdagur 16. februar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 21
4
SKATTAMÁLIÐ
– Tað styrkir ikki um álitið á Taks, at stovnurin kemur við mótsigandi
argumentum um eitt og sama skattamál, sigur Bjørn á Heygum, sakførari
– TAKS mótsigur
sær sjálvum
BARBARA HOLM
N
ýggjasta niðurstøðan
frá Taks staðfestir, at
Eik ikki hevur rætt til
skattafrádráttin á 90
milliónir krónur. Ein niðurstøða,
sum kollveltir tað, sum Taks segði
á sumri í 2015.
Men Eyðun Mørkøre, stjóri á
Taks tvíheldur um, at málið ong
antíð er liðugt viðgjørt av skatta
myndugleikunum.
Tað er tó lítið sum undirbyggir
hendan pástandin. Eitt er, at málini
hava hvør sítt saksnummar í skip
anini hjá Taks. Eitt annað er, at
boðini frá sumri 2015 vóru ávegis
at blíva gjøgnumførd av Eik. Ein
ætlan, sum einans varð steðgað,
tí grannskoðarar og nevndarlimir
ikki vildu góðtaka boðini frá Taks.
Nú sigur Taks so, at tað var ong
antíð ein endalig niðurstøða tikin í
málinum fyrr enn nú.
– Sjálvandi royna teir í Taks at
verja sína støðu og tað, sum teir
hava gjørt. Og tað gera teir við at
melda út, sum teir hava gjørt og
siga tað, at eingin niðurstøða varð
fallin í málinum, staðfestir Bjørn á
Heygum og heldur fram.
– Hvat hendir inni í Taks vita
vit av góðum grundum ikki, men
alment sær tað also út, sum Taks
hevur givið eina góðkenning av tí
frádrátti, sum Eik hevur ætlað sær.
Ein frádráttur, sum ivaleyst bara
hevði verið koyrdur ígjøgnum, um
eingin rópti varskó alment, sigur
Bjørn á Heygum sakførari.
Álitið skatt
Bæði Eik og Taks hava fingið eitt
álvarsamt slag fyri bógvum, hvat
ið trúvirði og áliti viðvíkur.
– Út eftir sær tað út til, at Taks
nú verjir síni mistøk. Og at einasta
orsøkin til, at landskassin ikki
kortini missur 90 milliónir er, at
Jørn Astrup Hansen segði frá og
soleiðis stóðst nógv rumbul um
málið, sigur Bjørn á Heygum.
Eisini tá ið umræður Eik banka
eru útmeldingarnar ivasamar.
– Tá ið umræður Eik Banka, so
er tað so, at leiðsla og nevnd hava
tvíhildið um, at tey hava rætt til
hendan frádráttin. Men nú hevur
bankin so ikki rætt til eina krónur
kortini og tað velja teir at góðtaka,
sigur Bjørn á Heygum og heldur
fram.
– Tað tykist sum, at teir óbein
leiðis ásanna, at teir ikki hava
havt hald í sínum pástandum, tí
annars høvdu teir ivaleyst kært
niðurstøðuna, sigur Bjørn á Heyg
um.
Sum vera man er tað ikki gott
fyri trúvirðið.
– Hetta málið styrkir ikki um
álitið á hvørki Eik ella Taks. Og
niðurstøðan er beinleiðis óskilj
andi, tí goodwill virði 0 krónur er
tað sama sum eingin frádráttur.
At man skal bókføra 0 krónur er
púra høpisleyst. Tað er at halda
fast í einari illusjón og at spæla at
okkurt er til, sum ikki er har, sigur
Bjørn á Heygum.
– Nú verður ein kanning gjørd,
og tað haldi eg vera gott. Tí vit før
oyingar hava brúk fyri at vita, hvat
er hent í hasum málinum, sigur
Bjørn á Heygum, sakførari.
BARBARA@SOS.FO
Skattamálið:
Hetta málið
styrkir ikki um
álitið á hvørki
Eik ella Taks.
Og niðurstøðan
er beinleiðis
óskiljandi