Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 5 Gjørdi seg inn á níggju kvinnur Dómarin segði, at eingin ivi er um, at kommunulæknin er farin út um sítt mark, tá hann gjørdi seg inn á níggju kvinnur, sum vóru komnir til undirlívskanning hjá sær DANJAL AV RANA F ongsul í 18 mánaðir, 104.000 krónur í endurgjaldi og missir rættin at virka sum og kalla seg lækni. Tað var dómurin hjá Lousie Rask Havegård, dómara, í málinum móti kommunulæknanum. Hann varð hósdagin seinna­ partin dømd­ur fyri at hava gjørt seg inn á níggju av teimum 12 kvinn­unum, sum hann varð ákærd­ur fyri at hava gjørt seg inn á í lækna­viðtalu síni. Í rættinum greiddi dómarin frá, at hon metti, at kvinnurnar høvdu givið eina góða og trúverdiga frá­ greiðing, um hvat er farið fram undir læknaviðtalunum. Hon vísti eisini á, at serfrøðingarnir og læknarnir, sum høvdu greitt frá í rættinum, høvdu gjørt greitt, at tað, sum kommunlæknin hevði gjørt, ikki var í samsvar við vanliga mannagongd. Sum partur av síni verju vísti læknin á, at hann hevði ein skaða í hond síni og tí var tað møguligt, at hann av óvast hevði nortið við onkustaðni, har hann ikki átti at havt nortið við. Dómarin metti tó ikki, at hetta var sannlíkt og vísti á, at sambært frágreiðingunum var tað ikki av óvart, at maðurin hevði nortið við undirlívið á kvinnunum. Dómarin segði, at hon metti tað var herðandi fyri revsingina, at læknin hevði gjørt seg inn á so nógvar kvinnur. Hon metti tað eisini vera herðandi umstøður, at talan var um ein lækna og at hetta fór fram í læknaviðtalum. Hetta vóru støður, har kvinnurnar skuldu følt seg tryggar og sum byggja á eitt álit millum kvinnuna og læknan. Hon segði eisini, at tað ávirkaði ikki hennara støðutakan, at tað gekk so lang tíð, áðrenn kvinnurnar høvdu meldað málið. Hon vísti á, at tær høvdu liðið undir stórari skuldarkenslu og eingin teirra trúði, at nøkur onnur hevði verið í somu støðu. Hinvegin segði hon, at hon hevði linkað revsingina nakað, av tí at hon eisini tók rættin at virka sum lækni frá manninum. Hetta segði hon var í samsvar við revsilógina, har tað stendur tilskilað, at um ein missir loyvi at virka sum lækni, skal fongsulrevsingin minka sam­ svarandi. Kommunulæknin er dømdur fyri blygdanarskemd móti níggju kvinnum, umframt at hann er dømdur fyri at hava tvungið seg til aðra seksuella samveru enn samlegu við eina av teimum níggju kvinnunum. Upprunaliga var kommunu­ læknin ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 12 kvinnur, men í tveimum førum bað ákæruvaldið um, at maðurin ikki skuldi døm­ ast fyri at hava gjørt seg inn á kvinnurnar. Í einum øðrum føri kom dómarin til ta niðurstøðu, at fyrningarfreistin var farin og tí kundi maðurin ikki dømast sambært ákæruni í tí førinum. Læknin varð eisini fríkendur fyri brot á autorisatiónslógina. Dómarin dømdi mannin at missa loyvi at virka sum og kalla seg lækni. Revsilógin sigur, at ein slík revsing kann vara frá einum til fimm ár, ella vera óavmarkað í tíð. Í hesum føri merkir tað, at um kommunulæknin ynskir at virka sum lækni aftur, má hann fyrst mentalkannast og síðani fyri ein dómara, sum skal taka støðu til, hvørt tað er trygt at geva honum loyvi at virka sum lækni aftur. Dómarin segði, at orsøkin til, at læknin varð dømdur at missa loyvi at virka sum lækni, var at hon metti tað vera vanda fyri, at hann fór at fremja fleiri lógarbrot, um hann slapp at framhaldandi virka sum lækni. Kommunulæknin skal eisini rinda teimum níggju kvinnunum tilsamans yvir 104.000 krónur í endurgjaldi. Verjin hjá kommunulæknanum hevur longu boðað frá, at hann fer at kæra dómin. Í stuttari við­ merking við Sosialin segði ákærin eisini, at um verjin kærdi málið til landsrættin, var tað sannlíkt, at ákæruvaldið samstundis fór at krevja harðari revsing. Nøgd við dómin DANJAL AV RANA – Eg eri nøgd við, at dómarin í stóran mun hevur fylgt mínum kravi um revsing, sigur Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, um dómin móti kommunulæknanum. Hon minnir á, at hetta er eitt sera syrgiligt mál, tí eftir sita fleiri kvinnur, sum eru misbrúktar av lækna sínum, eins og familjan hjá læknanum, sum er púra ósek í málinum. Kommunulæknin, sum varð ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 12 kvinnur, varð funnin sekur í at hava gjørt seg inn á 9 teirra. – Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at hann er dømdur fyri at hava noytt seg til aðra kynsliga samveru enn samlegu í tí eina førinum, sigur Linda Margrethe Hesselberg. Í hesum førinum var kommunu­ læknin ákærdur fyri at hava tikið um lendarnar á eini kvinnu, sum lá á briksini og drigið hana longur niður. Síðani sproytaði hann krem á undirlív hennara, áðrenn hann framdi tað, sum skuldi eitast at vera eina undirlívskanning. – Eg eri nøgd við, at dómarin er samdur í okkara tulking av hendingunum, at talan er um seksuellar gerðir í hesum førinum. Tí verður maðurin dømdur fyri brot á grein 224 í revsilógini, sigur hon. Í tveimum førum vóru ákær­ urnar móti læknanum sleptar, eftir áheitan frá ákæranum. – Vit komu til ta niðurstøðu, sum rættarmálið leið, at í teimum førunum mettu vit ikki, at vit høvdu nóg góð prógv til at døma læknan. Tá er tað mín skylda at sleppa ákærunum í slíkum føru, sigur Linda Margrethe Hesselberg. – Nú fáa vit at síggja, um verjin og kommunulæknin fara at kæra dómin, so vit taka hendan dómin frá Føroya rætti til eftirtektar, men vísa samstundis á, at talan møguliga ikki er um ein endaligan dóm, um hann verður kærdur til landsrættin, sigur Linda Margrethe Hesselberg. Eftir at Sosialurin hevði prátað við Lindu Margrethu Hesselberg gjørdist greitt, at verjin, Bjørn á Heygum, fer at kæra dómin til landsrættin. Tískil er sannlíkt, at ákærin samstundis fer at biðja um, at revsingin móti fyrrverandi kommunulæknanum verður herd. DÓMUR