Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 6 PERSÓNSSØGA – Eg havi altíð sagt við hann, at eg elski hann. Men nú veit eg, at hann hoyrir meg. Tað er ræðuliga stórt, og eg dugi ikki at lýsa tað við orðum. Eg eri spent upp á hvat framtíðin hevur at bjóða, nú hann endiliga kann fortelja mær hvat hann hugsar, hvat hann ynskir at eta og hvat hann følir. Tað sigur mammam hjá Benjamin Fríða Dam Jacobsen, sum í desember fekk hoyrnina aftur NÚ HOYRIR TVEY ÁRA GAMLI BENJAMIN FRÍÐI HALLUR AV RANA L jóð er ein av grund­ leggjandi mátunum, ið vit menniskjur samskifta upp á. Tað er við ljóðum, at vit fortelja okkara kæru, at vit elska tey, tað er við ljóðum, at vit ávara hvønn annan um vandar, og tað er við ljóðum, at vit kunna gleðast, syngja, øsast og tosa. Ljóð er ein so týðandi partur av lívinum, at tað er torført at ímynda sær lívið uttan. Men tað er veruleikin hjá fleiri føroyingum, ið hvønn dag fara gjøgnum lívið uttan sansin, ið er so grundleggjandi fyri nógvum samskifti, antin tí tey eru deyv, ella tí hoyrnin er munandi verri enn hjá teimum flestu. Tvey ára gamli Benjamin Fríði Dam Jacobsen var ein teirra. Sum smádrongur hoyrdi hann aldrin, tá mamman segði, at hon elskaði hann, ella ávaraði hann um ikki at nema við ovnin, tí hann var heitur. Hann hevði ikki tað samskiftið við mammuna, ið er so grundleggjandi fyri menningina hjá okkum sum menniskju. Men í desember 2016 broyttist lívið hjá Benjamini Fríða Dam Jacobsen kollveltandi, tá hann bleiv lagdur undir skurð í Ríkis­ sjúkrahúsinum, og nakrar vikur seinni loksins kundi hoyra málið hjá mammuni. Borin í heim Benjamin Fríði Dam Jacobsen varð borin í heim á Landssjúkrahúsinum 6. juni 2014. Hóast tað er vanlig mannagongd, at hoyrnin hjá nýbornum verður kannað beint eftir føðing, so varð eingin kanning gjørd av nýborna soninum hjá Biritu Jacobsen. – Benjamin Fríði lá so ófrið­ ar­ligur tá sjúkrasysturin kom í stovuna, so vit fingu tíð til eina kanning á Oyrnadeildini í staðin, greiðir Birita Jacobsen frá. Tað var tó einki, ið bendi á, at nakað var øðrvísi við nýfødda soninum um hetta mundi, men talan var tó um eina kanning, ið skuldi avgreiðast, so Birita Jacobsen fór aftur á Landssjúkrahúsið við soninum. – Vit vóru har fleiri ferðir, men hvørja ferð var hann so ófriðarligur, at kanningin ikki lat seg gera, so mánaðirnir gingu uttan at Benjamin Fríði bleiv kannaður, greiðir Birita Jacobsen frá. Varnaðust trupulleikan Tá ið tað endiliga eydnaðist at kanna hoyrnina hjá Benjamin Fríða Dam Jacobsen, varnaðust læknarnir, at alt ikki var sum tað skuldi. – Tað bleiv staðfest, at hann hoyrdi einans við eina oyranum. Vit fingu tó at vita, at tað at hoyra við eina oyranum er tað sama sum ein vanlig hoyrn, men at hann fór at fáa trupulleikar við at finna út av hvar ljóð komu frá, greiðir Birita Jacobsen frá, ið tó ikki var heilt ókend við práti. – Av tí at oyrnagongin á høgra oyra er so smøl, hava tey ikki sæð um hann hevur nakra ljóðhinnu har. Tí hevur verið tosað um vanligu sosialu hoyrnina frá hann var heilt lítil, sigur Birita Jacobsen. Tað gekk tó ikki long tíð áðrenn familjan varnaðist, at tað helst stóð verri til hjá Benjamin Fríða Dam Jacobsen enn læknarnir mettu. – Vit fingu varhugan av, at hann var dulur í báðum oyrum, og bóðu tí um fleiri kanningar, greiðir Birita Jacobsen frá. Dren í oyra Læknarnir mettu tó í fyrsta um­ gangi, at versnaða hoyrnin hjá Benjamin Fríða Dam Jacobsen var ein avleiðing av, at hann hevði verið forkølaður, og vildu tí leggja eitt dren í oyra á smádronginum, so innilokað væta kundi tømast úr oyrunum við tí fyri eyga at lætna um trýstið inni í oyrunum. – Tað eru børn, ið hava havt trupulleikar við at læra at tosa, tí tey hava havt eitt trýst í oyrunum, men eftir at hava fingið dren, so er alt vorði gott aftur. Læknarnir vóru tó varnir við at gera hetta, tí vanliga skulu børn vera tvey ár áðrenn tey fáa lagt dren í oyra, av tí at viðgerðin inniber, at man verður lagdur í narkosu, sigur Birita Jacobsen. Birita Jacobsen gav tó loyvi til, at Benjamin Fríði Dam Jacobsen fekk lagt dren í oyrini. Drenið sjálvt hjálpti ikki, men avdúkaði í staðin, at okkurt meira álvarsamt var áfatt. – Eftir at dren varð lagt í oyrini gjørdi tey eina kanning, ið staðfesti, at tað ikki var trýstið, ið var orsøkin til vánaligu hoyrnina hjá Benjamin Fríða, so vit vórðu send til Danmarkar til nærri kanningar, greiðir Birita Jacobsen frá. Tað var í august 2016, at familjan fyrstu ferð fór til Danmarkar í samband við viðgerð til tá tvey ára gamla sonin. Læknarnir kannaðu hoyrnina hjá Benjamin Fríða Dam Jacobsen, og framdu ymiskar kanningar, ið skuldu staðfesta hvussu væl hann hoyrdi. Til eina av kanningunum sat Benjamin Fríði Dam Jacobsen við eitt borð og spældi við leikføri, meðan eitt sjónvarp hekk á vegginum við síðuna av honum. Við at tendra tendra ein teknifilm og koyra ymisk ljóð frá vildu læknarnir vita, hvussu hart tað skuldi vera, áðrenn Benjamin Fríði Dam Jacobsen varnaðist ljóðini. – Tað skuldi vera øgiliga hart frá fyri bara at fáa nakað, ið líktist eini reaktión. Tað vil siga, at tey kundu ikki siga við vissu, um Benjamin Fríði Dam Jacobsen hoyrdi nakað, ella um tað var tilvild, at hann vendi sær og hugdi at skerminum, sigur Birita Jacobsen. Auditiv neuropati Undir eini av víðari kanningunum í Danmark varnaðust læknarnir brádliga, at hoyrnarnervarnar ikki vóru synkroniseraðir. Harvið høvdu læknarnir av tilvild staðfest hvat var á vási hjá unga dronginum. - Teir staðfestu, at Benjamin Fríði hevur Auditiv Neuropati, ið er ein sjúka har nervarnir ikki synkronisera, og ger, at man hevur Hann hugdi upp og byrjaði at smílast. So bleiv hann eitt sindur ósikkur og smæðin, tí hann visti ikki reiðiliga hvat hendi Benjamin Fríði Dam Jacobsen