hósdagur 16. februar 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 21
10
TEMA
Miðspjaðing
EINGIN ORSØK AT ALT
SKAL LIGGJA Í HAVN
DANJAL AV RANA
K
jakið um at flyta al
mennar stovnar úr
miðstaðarøkinum og
út á bygd stingur seg
javnan upp í politiska kjakinum.
Nú eru tað teir tríggir andstøðu-
og eysturoyartingmenninir, Magn
us Rasmussen, Bill Justinussen og
Kári P. Højgaard, sum hava lagt
eitt uppskot til samtyktar fyri
løgtingið, at heita á landsstýrið at
kanna, hvussu almennir stovnar
kunnu flytast úr Havnini og til
øki, har fáir ella eingir almennir
stovnar eru í dag.
– Grundgevingarnar fyri at
halda fast um avgerðina at lata
almennar stovnar húsast í høv
uðsstaðnum hava verið rímiliga
góðar, so leingi sund og firðir
hava skilt oyggjarnar. Men
seinnu árini er samfelagið broytt
á nógvum økjum. Sund og firðir
skilja nú ikki longur meginøkið,
har 90 prosent av fólkinum býr.
Samstundis gongur tøkniliga
menningin við óskiljandi ferð og
nú er einki til hindurs fyri, at fólk
úr øllum heimsins herðashornum
sita á sama fundi á alnetinum
og uttan at flyta seg úr sínum
skrivstovustóli, siga teir tríggir.
Hesar grundgevingarnar halda
ikki longur, siga teir tríggir.
– Høvuðsstaðurin hevur í mong
ár notið gott av hesum mongu
vælútbúnu starvsfólkum, sum
arbeiða á almennu stovnunum.
Hesi fólk ríka frítíðar-, mentanar-
og felagslív við síni vitan og sínum
gávum, men tey eru eitt tilfeingi,
sum fleiri onnur øki í landinum
kundu fingið gleði av og sum
saknast nógvastaðni. Fíggjarliga
eru hesi arbeiðspláss eisini ein
vinningur fyri tað økið, har tey
verða skattað, men eisini her
hevur høvuðsstaðurin sín stóra
fyrimun, tí lønirnar í almennum
størvum, eru bæði høgar og
tryggar, og kasta tí nógv av sær í
kommunukassan, siga teir.
Teir tríggir tinglimirnir vísa á,
at í okkara grannalondum, eru tey
farin at leggja almennar stovnar
uttanfyri høvuðstaðin, tí tey
halda, at tað fer at styrkja økini
kring landið. Teir ætla ikki, at allir
stovnar skulu flytast út á bygd,
men at kanna, hvørjar stovnar,
tað ber til at flyta
– Vit eru ikki í iva um, at ein
slík ætlan, sum so stigvíst verður
verksett, kemur at gagna øllum tí
føroyska samfelagnum, og at vit
fara at fáa einar fjølbroyttari og
sterkari Føroyar, siga teir.
Tað er tó ymiskt, hvønn stuðul
uppskotið fær millum samgongu
tinglimir. Meðan onkrir hava víst
á, at sitandi samgonga nettupp
leggur dent á at leggja almenn
arbeiðspláss út á bygd, sigur
Heðin Mortensen, tingmaður
hjá Javnaðarflokkinum og fyrr
verandi borgarstjóri í Havn, at tað
verður ikki við hansara hjálp, at at
almennir stovnar verða fluttir.
– Eg kann vissa tykkum um,
at tað verður ongin almennur
stovnur fluttur úr Havnini í óðum
verkum, bara tí onkur heldur, at
tað er »smart« ella »cool«, segði
hann av tingsins røðarapalli.
Hann gjørdi púra greitt, at í
landsstýrinum kunnu tey arbeiða
við teimum ætlanum tey vilja.
Men hann staðfesti samstundis,
at hann sigur kortanei til at flyta
almennar stovnar úr Havnini í
óðum verkum.
– Vit fáa onki burtur úr at
flyta vælvirkandi stovnar úr
Havnini, tí tað fer ikki at bøta um
tænastuna og serliga nú, vit gera
tveir undirsjóvartunlar fyri 2,6
milliardir, er tað heilt høpisleyst at
hugsa um tað, tí tá fer tað at taka
onga tíð at koyra til Havnar, leggur
Heðin Mortensen afturat.
Heðin Mortensen er sannførdur
um, at í roynd og veru er endamálið
við uppskotinum hjá teimum
trimum løgtingsmonnunum, at
flyta arbeiðspláss úr Havnini. Ein
grundgeving er, at arbeiðspláss
og inntøkur skulu javnast um alt
landið.
– Men hyggja vit at tølum
fyri inntøkum, síggja vit, at bæði
í Klaksvík og í kommununum
í Eysturoy, er inntøkan fyri
hvørt fólki enn í Havn. So skulu
vit javna, er tað ein spurningur
um ikki eisini inntøkurnar av
fiskivinnu og alivinnu skulu
javnast um alt landið. Skulu vit
javna arbeiðspláss, er tað ein
spurningur um vit ikki eisini skulu
javna tær inntøkur, vit fáa av
okkara tilfeingisvinnu, tí tað eru
allir føroyingar, sum eiga tilfeingi,
men tað eru bara nøkur fá øki, sum
fáa allan ágóðan av tí, sigur hann.
Hann er sannførdur um, at
hetta við at javna almenn arbeiðs
pláss kring landið, er bara fyrsta
stigið.
– Tað næsta verður helst, at
vørugjøld og havnagjøld eisini
skulu javnast ímillum økini í
landinum, sigur Heðin Mortensen.
Tað er tó eitt øki, har hann
er sinnaður at flyta almenn
arbeiðspláss. Suðuroyggin hevur
ikki fast samband, so har heldur
hann, at almenn arbeiðspláss
kunnu flytast, men onga aðra
staðni.
Sonja Jógvansdóttir, uttan
flokkatingkvinna, er heldur ikki
samd við teimum trimum eystur
oyartingmonnunum.
– Tað er væl hugsandi, at
verða almenn arbeiðspláss flutt í
Eysturoy, hevði tað verið meiri til
fortreð hjá privatu vinnuni, enn
tað hevði verið til gagns, sigur
hon. Tað hon vísir til, er at privata
vinnan í Eysturoynni longu hevur
ilt við at fáa skikkaða arbeiðsmegi,
og tað hevði ikki gjørt støðuna
betri, at lagt almenn arbeiðspláss í
oynna at kappast um starvsfólkini.
Um almenn arbeiðspláss
skulu flytast, so heldur hon ikki,
at Eysturoyggin er staðið, sum
hevur størst tørv á almennum
arbeiðsplássum.
– Tað er ikki Eysturoy, vit skulu
hugsa um, tá ið vit tosa um at flyta
almenn størv út á bygd, tí hon skal
nokk klára seg hóast tey almennur
arbeiðsplássini er frá , sigur Sonja
Jógvansdóttir. Hinvegin heldur
hon, at tað hevði verið skil í at
sett fleiri arbeiðspláss á stovn í
Suðuroy og í Sandoy, tí tey plássini
eru dragnað aftur úr.
Nú er aftur kjak um at flyta almennar stovnar út í útjaðaran. – Vit
eru ikki í iva um, at ein slík ætlan, sum so stigvíst verður verksett,
kemur at gagna øllum tí føroyska samfelagnum, og at vit fara at fáa
einar fjølbroyttari og sterkari Føroyar, siga tríggir tinglimir
Heðin Mortensen
Sonja Jógvansdóttir
Kári P. Højgaard
Magnus Rasmussen
Bill Justinussen
U