Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 11 Nú kjak aftur hevur tikið seg upp um staðsetingina av almennum arbeiðsplássum, hevur Vinnulívsráðið í Klaksvík valt at almannakunngera eina kanning, sum grannskoðarafyritøkan NUMO hevur gjørt fyri Vinnulívsráðið um evnið. Kanningin er fíggjað av vinnulívsfyritøkunum í Klaksvík Vinnulívsráðið sigur, at kanningin framman undan er send til ávís­ar kommunur og til Sirið Sten­berg, landsstýriskvinnu í kommunumálum. Greiningin hjá NUMO vísur utt­an nakran iva, at mesta al­ menna virksemi er staðsett í Suður­streymoy. • 81 prosent av játtanini til al­ mennum rakstur fer til Suður­ streymoy. • 80 prosent av øllum al­menn­ um lønum verða útgoldnar í Suður­streymoy. • 81 prosent av øllum parta­ feløgum, sum landið eigur ella eigur í, liggja í Suðurstreymoy. • 77 prosent av øllum lands­ grunnum og stovnum liggja í Suðurstreymoy. • Samstundis búgva 42 prosent av Føroya fólki í økinum. Til samanberingar vísir NUMO á, at einans 19 prosent av út­ flutn­ingsfyritøkunum liggja í Suður­streymoy og einans seks prosent av bruttovinninginum av útflutninginum kemur úr Suðurstreymoy. NUMO hevur hugt eftir, hvørjar royndirnar eru í grannalondunum okk­ara av at flyta almennar stovn­ ar út úr miðstaðarøkinum. Royndir úr Danmark vísa á, at um stovnar skulu flytast, eydn­ast tað betri, um tað er sum partur av eini langsiktaðari menningarætlan, sum hevur til endamáls at effektivisera almenna geiran ella optimera samfelagsbúskaparliga úrslitið av útflytingini. Tað, sum hevur víst seg at virka minni væl, er um talan er um skundloysnir, har høvuðsendamálið við flytingini er at skapa skjót arbeiðspláss ella at spara húsaleigu. Úrslitini eru tey somu í Svøríki. – Væl umhugsaðar útflytingar við regionalpolitiskum motivum, og har tað er eitt samsvar millum landsstovnin og viðkomandi øki, roynast væl bæði viðvíkjandi stovnunum sjálvum og menningini av økinum. Arbeiðsmarknaðurin í viðkomandi øki breiðkaðist og gjørdist meira stabilur og ikki so viðkvæmur fyri sveiggjum. Hinvegin vísa seinnu royndirnar, har motivið var stuttsiktað kom­ pensatión, at her sóust ongi økis­ árin, skrivar NUMO. Nøkur krøv máttu tó setast til økini, har stovnarnir blivu lagdir. Tey máttu ikki vera ov smá, tey máttu hava eitt ávíst tænastustig og ein nøkunlunda fjølbroyttan arbeiðsmarknað, so at stovnurin kundi útvega arbeiðsmegi og makin kundi finna arbeiði í økin­ um. Í Noregi eru royndirnar av at flyta almennar stovnar ójavnar. Onkur góð dømi eru, men fleiri minni góð dømi eru eisini og í nóvum førum gjørdist dygdin á arbeiðinum verri. Kortini skaptu almennu arbeiðsplássini fleiri nýggj arbeiðspláss í privata geir­ anum. Í Bretlandi verður mett, at flyt­ ingin av 100 almennum arbeiðs­ plássum skapti 50 arbeiðspláss í privata geiranum, men at ávirk­ anin er sera miðsavnað kring staðsetingina av nýggju almennu arbeiðsplássunum. Eisini her er tó kravið fyri, at tað skal eydnast væl, at tað er økismenning, sum er í hásæti og at flytingin er væl og virðiliga fyrireikað. Samanumtikið sigur NUMO, at royndirnar frá øðrum londum vísa, at um flytingarnar vera væl fyrireikaðar, um stovnarnir verða lagdir á hóskandi øki og um økini taka væl ímóti, fer hetta at menna arbeiðsmarknaðin, fakliga og vinnuliga umhvørvi og útbúgvingarstovnar á staðnum. – Í flest øllum førum kann virk­ semið hjá landinum helst stað­ setast kring landið, ikki minst havandi í huga góðu samskiftis- og samferðslumøguleikarnar, ið eru nú á døgum, og uppaftur bet­ur fæst í lag ein felags tal­gild skipan fyri alt landið, skriv­ar NUMO í niðurstøðu síni. Grann­ skoðarafyritøkan skjýtur upp, at stovnar við virksemi, sum líkist, eru á sama stað, at virksemi hjá fluttu stovnunum hevur nakað við vinnuliga virksemið á staðnum at gera, og at møguleikar eru fyri samspæli millum viðkomandi stovn og útbúgvingarstovnar, aðrar stovnar og vinnu á staðnum. 80% av almennum lønum í Suðurstreymoy