Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 12 TEMA Miðspjaðing DANJAL AV RANA – Eg haldi ikki, at tær flytingar, sum hava verið gjørdar, hava verið so væl eydnaðar. Tað sigur Ben Arabo, nú Miðlahúsið hevur spurt hann, hvat hann heldur um kjakið um at flyta almennar stovnar úr høv­ uðsstaðnum. Hann sigur, at tað, sum hev­ ur sermerkt fleiri av teimum flytingunum, sum eru gjørdar, er at tær hava verið úrslit av rossahandlum heldur enn væl umhugsaðum grundgevinum. – Tað er býtt at gera nakað, bara fyri at gera tað. Tá stovnar verða fluttir av politiskum orsøkum, er stórur vandi fyri, at teir aftur gerast partur av politisku kabaluni eftir næsta val, sigur hann. – Eg má siga sum er, eg havi sera ringt við at síggja, hví stovnar skulu flytast úr Havnini. Tað mugu góðar, fakligar grundgevingar til. Eg dugi at skilja, um tað er okkurt ávíst virksemi onkustaðni, at ein viðkomandi stovnur so liggur nærindis. Eitt dømi kundi verið, at um ein stór bjargingarmiðstøð lá onkustaðni í Føroyum, so kundi MRCC ligið har eisini. Tað vildi eisini givið meining, um ein føroyskur loftferðslumyndugleiki lá við flogvøllin, og onkur onnur slík dømi kunnu hugsast. Ein onn­ ur grundgeving kundi verið, um leigumálini í Havn vóru fimm ferðir so høg sum í Runavík, men tað eru tey kortini ikki, sigur hann. Týdningarmesta grundarlagið undir at leggja ein stovn eitt ávíst stað, eigur at vera fakligar grund­ gevingar, heldur Ben Arabo. – Annars verður bara gjara út, so okkurt verður lagt í hesa oynna og okkurt í eina aðra oyggj. Samstundis, so vita starvsfólkini á stovinum ikki, um tey eru keypt ella seld, tí politiska hugsanin kann broytast aftur eftir næsta val. Slíkari óvissu kann eingin liva við. Skal ein stovnur flytast, so mugu starvsfólkini samstundis fáa onkra vissu fyri, at hann ikki verður fluttur aftur í bræði, sigur Ben Arabo. Føroyar eru ikki so stórar Hann sigur, at hann er fullgreiður yvir, at hetta er eitt kjak, sum javnan er at hoyra í londunum rundan um okkum, og at fleiri teirra nú leggja seg eftir at gera júst hetta, flyta almenn arbeiðspláss og stovnar út úr miðstaðarøkinum. – Vit mugu tó minnast til, at Føroyar eru ikki so stórar heldur. Tað verður ikki leingi, so fevnir miðstaðarøkið um ein sera stóran part av landinum, og tá fer tað mest sum at gera tað sama, hvar stovnar liggja. Runavík verður jú nærmast ein forstaður til Havnina, sigur hann. Almenn arbeiðspláss eru ongin bjarging Í 2019 ella 2020 verður Eystur­ oyartunnilin liðugur og í 2023 verður Sandoyartunnilin liðugur, sambært ætlanunum hjá tunnils­ felagnum. – Tá hesir báðir tunlarnir eru liðnir, verður útjaðarin í Føroyum sera lítil. Tá tosa vit um Suðuroynna og útoyggjarnar. Tað verða ikki almenn arbeiðspláss, sum fara at bjarga Suðuroynni. Hinar oyggjarnar kunnu liva av landbúnaði og ferðavinnu og líknandi, men í Suðuroynni býr ov nógv fólk. Har má okkurt munagott gerast, men almennir stovnar eru ikki loysnin, sigur Ben Arabo. – Eg haldi als ikki, at tað er rætt at stuðla út­jað­ar­anum við eyka almennum arbeiðsplássum. Vit skulu ikki flyta stovnar, bara fyri at flyta teir. Ein skal ikki hava okkurt opið á smáplássum, um einki grundarlag er fyri tí. Somuleiðis skulu vit ikki leggja almenn arbeiðspláss út í útjaðaran einans fyri at geva onkrum kommunum nøkur fá arbeiðspláss afturat. Tað er ikki ein haldgóð grundgeving, sigur hann. Ben Arabo vísir á, at ein trupul­ leiki við at flyta stovnar úr mið­ staðarøkinum, er at teir skulu megna at draga starvsfólk til sín. – Her síggja vit jú, at Suðuroyggin hevur ein trupulleika longu við einum stovni sum Strandferðsluni. Fólkagrundarlagið har suðuri er ov lítið til ein stóran almennan stovn. Eg veit, at politikararnir hava eina fatan av, at fólkið flytir aftan á stovninum, men eg haldi, at royndirnar við at flyta Strandferðsluna suður vísa, at tað hendir ikki. Tískil kann hugsast, at fluttu stovnarnir fara at líða undir, at best egnaðu starvsfólkini velja teir frá, tí teir liggja í útjaðaranum, sigur Ben Arabo. ALMENN ARBEIÐ BJARGA ONGUM Ú Ben Arabo: Okkurt munagott má gerast fyri at útjaðaranum skal vera lív lagað, men almennir stovnar eru ikki loysnin, heldur Ben Arabo