Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 13 DANJAL AV RANA Strandfaraskip Landsins læt 14. januar 2008 upp í nýggj­ um hølum á Tvøroyri, eftir at landsstýrismaðurin í sam­ferðslu­málum, Jacob Vestergaard, árið fyri hevði avgjørt at flyta stovnin suður. 14 starvsfólk arbeiddu á stovninum, tá hann flutti. Í dag er talið voksið til 17 starvsfólk og fleiri teirra hava verið við líka frá tíðini áðrenn stovnurin flutti suður. Umframt tey 17 starvsfólkini starvast gott 130 onnur umborð á ymisku skipunum og eru beinleiðis knýtt at ymisku farleiðunum hjá stovninum. – Av teimum 17, sum arbeiða á umsitingini her suðuri, búgva 16 teirra í oynni, sigur Hilmar Eliasen. Hann heldur, at tað er so gott, sum tað fær verið. – Tað hevði kanska verið ynskiligt, um øll starvsfólkini búðu her suðuri, men tað er eisini ein spurningur um at seta best skikkaðu fólkini í starv. Sum stjóri má eg virða sáttmálar og almennar mannagongdir, tá eg seti fólk í starv. Samstundis vil eg sum stjóri altíð hava best skikkaða umsøkjaran til eitt starv, og so má tað telja minni, um viðkomandi er sinnaður at flyta til Suðuroyar ella ikki, sigur Hilmar Eliasen. Stjórin á Strandferðsluni sig­ ur, at tá tað kemur til at fáa fólk til størvini, sum krevja mari­ tim­ar útbúgvingar, er eingin trupul­leiki. – Avbjóðingin er, tá eg skal seta størv, sum krevja eina akademiska útbúgving. Tá er umsøkjaratalið ofta nógv minni. Eg má tó hugsa um, hvat er best fyri Strandfaraskip Landsins og ikki, hvat er best politiskt. Fyri meg ræður um at hava røttu fólkini at útinna arbeiða, heldur enn at trýsta fók inn í eitt politiskt prosjekt. Tí má eg onkuntíð seta ynski um, at starvs­fólkini skulu búgva í oynni, til síðis, sigur Hilmar Eliasen. Hann heldur annars ikki, at Strandferðslan hevur liðið skaða av at verða flutt suðureftir. Talan er bara um umsitingina. Eini 136 onnur starvsfólk í Strand­ferðsluni arbeiða aðra­staðni í landinum. – Tað riggar væl, men vit mugu eisini læra okkum at liva við, at vit liggja í útjaðaranum. So tá fundir skulu haldast, er lættari hjá okkum at fara norðureftir og halda fleiri fundir sama dag, heldur enn at tey, sum skulu á fund við okkum, koma suður. Tey hava ofta bara ein fund at fara til, men mugu kortini brúka allan dagin her suðri, sigur Hilmar Eliasen. – Fyrst og frems skulu vit hava ein væl riknan stovn og tað hava vit í dag, sigur Hilmar Eliasen. SPLÁSS ÚTJAÐARA – Fyrst og fremst skulu vit hava ein væl riknan stovn og tað hava vit í dag. Eg haldi ikki, at vanligi brúkarin av Strandferðsluni hugsar um, at hon hevur adressu á Tvøroyri. Og soleiðis skal tað vera, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni Torført at fáa akademikarar at flyta Brúkarin má koma fyrst Ben Arabo sigur, at í kjakinum um at flyta stovnar saknar hann, at brúkarin verður settur í fremstu røð. – Tað verður tosað um arbeiðs­ pláss og útjaðaramenning, men tað týdningarmesta er, at tey, sum brúka stovnarnar, fáa tað bestu tænastuna. Tað tykist mær ikki, sum brúkarin er fyrstur í huga, tá avgerðirnar verða tiknar, og tað haldi eg er skeivt. Tú mást hugsa um brúkaran fyrst, síðani um starvsfólkini, sigur hann. Einum er Ben Arabo tó samdur í. Almenni geirin í Havnini er ov stórur. – Tað er heilt víst ein trupul­ leiki, at almenni geirin í Havn er ov dominerandi, men hann hevði jú fylt líka nógv, um hann lá aðrastaðni. Hyggja vit at pro­ sentum av búskapinum og pro­ sentum av løntakarum, so er eingin ivi um, at almenni geirin í Føroyum er ov stórur. Loysnin er tó ikki at flyta part av honum úr høvuðsstaðnum. Loysnin er at minka um almenna geiran yvirhøvur, sigur Ben Arabo. HALLUR@SOSIALURIN.FO Tað er heilt víst ein trupulleiki, at almenni geirin í Havn er ov dominerandi. Loysnin er tó ikki at flyta part av honum úr høvuðsstaðnum. Loysnin er at minka um almenna geiran yvirhøvur« Ben Arabo Hilmar Eliasen