Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 14 DANJAL AV RANA – Tað er eingin náttúrulóg, sum sigur, at almenn arbeiðspláss skulu liggja í Havnini. Orðini eigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági og formaður í Kommunufelagnum. – Vit hava fleiri stovnar í Før­ oyum, har vit brúkarar ikki hugsa so nógv um, hvar stovnurin liggur fysiskt. Heilsutrygd og Taks eru tvey onnur dømi. Tað er eingin orsøk, at øll umsitingin hjá Taks liggur í Havnini, tí meginparturin av okkara samskifti við stovnin er umvegis bræv, telefon og teldu­ post, sigur hann. Hann sigur, at fleiri arbeiðs­ pláss í Føroyum eru ikki tengd at eini ávísari adressu, men at eini uppgávu sum skal loysast. Hendan uppgávan kann í nógvum førum loysast líka mikið hvar við­ komandi situr. – Strandferðslan varð flutt til Suðuroyar og tað var nógv ballada um tað tá. Nógv søgdu, at tað fór ikki bera til at reka stovnin har suðuri frá, men nú Strandferðslan ligið har suðuri í fleiri ár, og eg haldi ikki, at fólk hugsa um, hvar stovnurin liggur, tá tey ferðast við Bygdaleiðum ella skipunum hjá Strandferðsluni, sigur hann. Dennis Holm vísir eisini á, at í desembur 2015 varð aliumisitingin brádliga flutt til Havnar. – Eg haldi ikki, at nakar hugsaði um, at aliumsitingin lá í Vági, alt riggaði fínasta slag, ei heldur vóru nakrar klagur komnar um tað. Kortini varð stovnurin brádliga fluttur norðanfjørðs, sigur Dennis Holm. Hann ásannar, at sjálvandi eru onkur almenn arbeiðspláss, sum liggja best í Havn, serliga tey, har fók ofta mugu á gátt, men fleiri almenn arbeiðspláss kundu líka gjarna ligið uttan fyri mið­ staðarøkið. – Tað er púra nátúrligt, at ávísir stovnar liggja í høvuðsstaðnum. Eg haldi tó, at kjakið má snúgva seg um, hvar almennir stovnar liggja best og hvørja ávirkan kunnu teir hava í kjakinum um økismenning. Liggja onkrir kanska best í Vágum, í Suðuroy ella Norðstreymoy, er tað relevant at flyta teir og hvørjar møguleikar gevur tað fyri økið, har teir verða fluttir og fyri tey, sum búgva har, sigur hann. Kjakið verður ov snævurskygt – Tað er harmiligt, at kjakið nú verður so smalt og at tað ein­ asta, sum nú verður viðgjørt, er hvørt almennir stovnar skulu liggja í Havn ella ikki, og kjakið ikki lyftir seg víðari til kjak um hvat vit í veruleikanum vilja við staðsetingini av almennum stovn­ um, sigur Dennis Holm. Partur av kjakinum er tað, at hava atgongd til ein arbeiðs­ marknað, har nógv størv eru til útbúgvin fólk og tann arbeiðs­ marknaðin hevur ein stórur partur av fólkinum atgongd til í dag, bara við at koyra til Havnar. – Fólkamynstrið í Føroyum er broytt nógv seinastu árini. Spola vit tíðina eini 30 ár aftur í tíðina, so var tað týdningarmikið hjá kommunum at hava arbeiðspláss at bjóða sínum borgarum, tí fólk vildu fegin arbeiða og búgva sama stað. Hann greiðir frá, at síðani er tað vorðið alsamt vanligari at fólk lesa uttanlands og har venja seg við, at tey mugu ferðast í ein tíma inn á lestrarstaðið og ein tíma heim aftur, tá dagurin er liðugur. – Tá hesi so flyta heim aftur, eru tey von við at skula ferðast til arbeiðis, og tá eru tað onnur atlit enn tættleiki til arbeiðsplássið, sum viga tyngst, tá bústaður skal veljast. Onkur vilja búgva nær stórbýnum, onnur vilja búgva nær náttúruni, onkur triðju nær familjuni. Tey eru tí nógv villigari til at pendla til størvini, sigur hann. Arbeiðsstaðurin er ikki avgerandi Hann greiðir frá muninum millum kommunurnar í Vágum, tá Vágatunnilin kom og Klaksvíkar kommunu, tá Norðoyartunnilin kom. Dennis Holm: MUGU HUGSA STØRRI TANKAR 14 TEMA Miðspjaðing Vit mugu fáa eitt størri kjak um, hvussu vit skulu umfordeila virðini í samfelagnum, heldur enn bara at kjakast um hvar almennu arbeiðsplássini skulu liggja, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági og formaður í Kommunufelagnum